Ein sild fyri 7,75 krónur

Sild hevur ikki verið serliga høgt í metum í Føroyum í nógv ár.

Tað eru mong Harrans ár, síðan sildin - kanska serliga fjarðasildin - var serliga høgt í metum í Føroyum. Tað er líka sum, at fáur skoytir um hesa sild longur - sildina, sum var so høgt í metum í gomlum døgum, bæði sum agn og mannaføði.

 

Nú Kári P. Højgaard, løgtingsmaður er í Danmark, kom hann fram við hesum skelti hjá handilsketuni Spar. Hann helt, at tað, sum stóð á skeltinum, var so mikið áhugavert, at hann avmyndaði skeltið, sum vit síggja her omanfyri.

 

Hevði sildin verið eins virðismikil í Føroyum sum í Danmark, hevði føroyska sildakvotan helst verið verd miljardir. Á skeltinum stendur, at hvør saltað sild kostar 7,75 krónur, og 10 sildir kunnu keypast fyri 69,95 krónur.

 

Hugsa vit um makrelin, sum er væl dýrari enn sildin, so fáa skipini kanska einar 5-6 krónur fyri kilo, men í Spar í Danmark kostar hvør sild, sum vigar væl minni enn ein makrelur, sum nevnt heilar 7,75 krónur.

 

Men, tað var tann tíð, tá føroyska fjarðasildin var nógv verd - ja, so nógv, at tey gomlu vita at siga, at ein sild undir seinna kríggi kundi seljast á marknaðinum í Havn fyri eina heila krónu.

 

Nakrar sildir fara til kilo, og tá hevur kiloprísurin verið væl hægri, enn hann er í dag, tó at lønarlagið tá bert var ein lítlan brotpart av tí, tað er í dag. So, ja... mangt umbroytist á mansins ævi, sum tey plagdu at siga.