Altjóða fótbóltur
Helgi L. Petersen fer ikki við landsliðnum, tá Allan Simonsen og hansara menn sunnudagin fara til Jugoslavia. Toppskjúttin í landskappingini heldur seg ikki vera nóg væl fyri at spæla landsdyst. Stutt undan summarsteðginum varð hann skaddur, og tað hevur darvað venjingini so mikið, at Helgi ikki heldur seg vera í toppvenjing.
Helgi var við GÍ á Eiði sunnudagin, men hann heldur, at tað skal meiri til at spæla ímóti Jugoslavia í Beograd, enn tað skal til at spæla á Mølini ímóti EB/Streymi. Sjálvandi er tað nakað um hetta. Spurningurin er so, um Helgi verður nóg væl fyri at spæla, tá GÍ hósdagin skal royna seg í Europa Cup.
Meiri verju
Tá Allan Simonsen í síðstu viku boðaði frá hvørjar átjan, hann ætlaði at hava við til Beograd, var m. a. lagt til merkis, at tríggir verjuspælarar komu inn í hópin. Nú er ein verjuspælari afturat komin í hópin. Í staðin fyri Helga L. Petersen hevur venjarin sent boð eftir Jóhannesi Joensen, sum tað í fyrsta umfari ikki var pláss fyri.
Jóhannis var sunnudagin í HB miðverjuni. Umframt Jóhannis vóru tríggir aðrir landsliðsspælarar á vøllinum. Jón Rói Jacobsen var í HB álopinum. Fleiri ferðir sást, hvussu skjótur hann er á fyrstu metrunum, men Jón Rói hevði ikki marginalirnar við sær, tá hann kom ímóti málinum.
HB málið skoraði ein annar landsliðsmaður, Rógvi Jacobsen. Fyrr í summar hava vit nevnt, at Rógvi hevur ikki ein leiklut á HB liðnum, sum ber møguleikar hjá honum at vísa styrkina í luftspælinum og at gera nýtslu av nógvu ferðini. Sunnudagin var Rógvi í meiri framrættaðum leikluti, enn hann hevur verið fleiri ferðir fyrr í summar. Burtursæð frá at hann skoraði, so sást ikki nakað serligt til Rógva.
Triði landsliðsmaðurin í Gundadali var Kurt Mørkøre. Hann gjørdi ikki so ógvuliga nógv um seg, men hann skoraði eitt mál. Tá Kurt fyri tveimum árum síðani spældi sín síðsta dyst, áðrenn hann fór til Sogndal, var tað í Gundadali ímóti HB. Ta ferðina skoraði hann eitt sera avgerandi mál. Talan var um eitt meiri ella minni kloddaskot ta ferðina, men tað taldi nógv. Sunnudagin skoraði Kurt aftur eitt meiri ella minni kloddamál, men tað taldi nógv. Kurt var framvið og vann nærdyst, eftir at nýggi HB málverjin hevði hálvbjargað góðari skotroynd.
Allan Mørkøre eigur metið í landsdystum, men í løtuni er hann fyrrverandi landsliðsspælari. Ætlanin hjá Allani í Gundadali var sjálvandi at vísa, at tað er eitt mistak, at hann ikki er úttikin til dystin í Jugoslavia. Allan var ikki serliga eyðsýndur, og Ion Geolgau helt hann ikk vera betri, enn at hann varð skiftur út í 2. hálvleiki. Spurningurin er, um tað var rætta avgerðin, tá støðan var, sum hon var. Tað var týðuligt, at Allan Mørkøre órógvaði meiri KÍ á framrættaða miðvallarplássinum, enn hann í 1. hálvleiki hevði gjørt í høgra borði.
Aðrir møguleikar
Á Sandi vóru fýra landsliðsspælarar við í B36 sigrinum á B71. Pól Thorsteinsson, Jens Kristian Hansen og John Petersen mugu roknast at vera sera góð boð til byrjunar uppstillingina í Jugoslavia. Fjórði maðurin var Jákup á Borg. Hann hevur síðstu ferðirnar verið á vongverjanum í høgru, sum Allan Mørkøre í eitt tíggju ára skeið næstan hevði einarætt til ? um hann ikki var longri frammi á miðvøllinum. Tað
kann roknast við, at Jákup á Borg fer at spæla á hesum plássinum í Jugoslavia. Um ikki so verður tað tí, at liðfelagin í B36, Pól Thorsteinsson, verður tikin framum.
Á Sandi var Heðin á Lakjuni eyðsýndur. Hann skoraði tvey B36 mál, og hann varð mettur at vera kanska besti maður á vøllinum. Heðin hevur áður verið í landsliðshópinum, men nú er langt síðani, at boð vóru eftir honum. Tá Heðin ikki fær landsliðsboð, nú fleiri av álopsmonnunum eru skaddir, og hann telist millum bestu málskjúttarnar í landinum, so má tað takast sum ábending um, at venjarin ikki roknar við honum longur.