Øll hava gloymt Eirargarð. Ja, soleiðis segði gamli maðurin við meg í telefonini tíðliga í summar. Hann hugsaði um tey fólkini, sum búgva í teimum reyðu húsunum úti á Eirargarði í Havn.
Men úti á Eirargarði húsast so nógv fólk til dagligt, og ikki eru øll gloymd. Kemur nú niðan á Eirargarð, eru til vinstu lág hús, har fólk býr og til høgru stór íbúðarhús, har nógv fólk býr, og ikki bara fólk, sum er knýtt at sjúkrahúsinum. So eru eisini sjúkrahúsdeildir til sálarliga sjúk fólk. Heilsu- og Almannastýrið heldur til á Eirargarði, Sjúrkasystraskúlin, Almannastovan og helst aðrir stovnar við. So ikki eru øll úti á Eirargarði burturtagd og burturgloymd.
Vestastu húsini úti á Eirargarði eru ein long reyð lon, eisini timburhús ólík øllum hinum húsunum har úti.
Fólk vóru á gosi, tá tað seinast í sjeytiárunum var farið undir at byggja húsini, sum vóru bygd til 48 evnaveik fólk. Tíðin var farin frá hesari húsastøddini. Eingin kundi hugsa sær at trunka saman so nógv hjálparleys fók á einum staði. Men andveikraverndin var danskt málsøki, og danir søgdu bara, at tóku vit í Føroyum ikki við hesum, fingu vit einki.
Tað var í 1959, at danir fingu lógina, sum álegði teimum at byggja lokalt til evnaveik fólk. Men hóast tað, so var einki bygt í Føroyum, fyrr enn húsini á Eirargarði vóru bygd og tikin í nýtslu í 1980.
Vit vóru nøkur, sum hildu, at vit kortini kundu byrja her, so vit fingu bremsað flytingini til stovnar í Danmark og kundu bjóða fólki, sum ynsktu tað, at koma heim aftur á klettarnar. Men mótstøðan var stór ímóti hesari bygging, ikki minst frá avvarðandi.
Húsini vóru bygd og tikin í nýtslu í 1980. Dóttir okkara var ein av teimum seinastu, sum flutti inn. Hon hevur nú búð á Eirargarði 16A í 21 ár. Tí veit eg eisini, hvat er hent har hesi árini.
Húsini á Eirargarði 14 og 16 vóru innrættað soleiðis, at 12 og 12 fólk húsaðust saman. Seinni var tað gjørt soleiðis, at 6 og 6 fólk vóru saman. Í dag húsast 15 fólk har, og tey eru 5 og 5 saman, tríggir bólkar, sum allir eru á Eirargarði 16.
Í fyrstani vóru deildirnar knýttar at landssjúkrahúsinum. Og tað dámdi okkum ikki so væl, tí okkara fólk vóru ikki sjúk. Hetta var eisini tann tíðin, tá forsorgin fór frá tí at vera ein læknalig forsorg til at vera ein pedagogisk forsorg. Og munurin var stórur.
Fyrsta takið var tí at loysa Eirargarð 14-16 frá Landssjúkrahúsinum. Vit vildu ikki hava seingjarklæðir og alt annað til okkara, har Sjúkrahúsverk Føroya var vovið inní. Tey vóru ikki sjúklingar frá sjúkhúsverkinum. Vit vildu ikki hava mat frá sjúkrahúsøkinum niðan gjøgnum tunnilin í stálvagnum. Tað var so óheimligt.
Tað gekk ikki long tíð, so vóru allir stovnsmøblar og gardinur burtur. Tey, sum búðu á Eirargarði, áttu sjálv pengar at keypa sær møblar og gardinur fyri. Og tað var so skjótt, at øll klæðini vóru vaskað og turkað við hús og ikki flutt oman á vaskaríið á Landssjúkrahúsinum. Síðan fóru starvsfólkini sjálv at gera døgurðan og alt annað. Tað bleiv meira og meira heimligt. Og so fingu búfólkini sín egna kommunulækna og nýttu Landssjúkrahúsið, sum allir aðrir føroyingar gera tað.
Alla tíðina var arbeitt við tankanum um at flyta av sjúkrahúsøkinum til meira hóskandi stað. Longu í 1972 vóru tekningar um alternativa bygging vístar fram á eini landsstevnu, Javni helt í Hoydølum.
Men so blivu fólk ov bráð og mistu málið úr eygsjón. Tann hóvligi minnilutin tapti. Og størstu tapararnir vóru tey veikastu av okkara evnaveiku, tey sum búgva á Eirargarði 16, og í dag eru kroyst upp í ein krók.
Hetta eru stór orð, men eg vil koma við eini frágreiðing. Tað byrjaði í smáum. Fólk fluttu av Eirargarði í smærri hús at búgva. Eg ivist ikki í, at nógv fingu tað betri. Men ikki øll, tí til tess vóru húsakeypini alt ov tilvildarlig og leigusáttmálarnir við. Úrslitið síggja vit. Teimum allarveikastu hevur enn ikki staðið í boði at flyta av Eirargarði. Vit mugu bara sanna orðatakið, at eingin fer væl av tí, at annar fer illa. Tað, at flytingin fór í gongd, áðrenn øll sluppu at flyta, hevur gjørt tilveruna vónleysa hjá teimum, sum eftir eru á Eirargarði.
Hví tað? Tí tey eru kroyst upp í ein krók í egnum húsum. So hvørt fólk eru flutt út, flyta onnur inn. Men húsfólkið og teirra avvarðandi verða ikki spurd. Húsini á Eirargarði 14-16 vóru bygd til evnaveik fólk. Nú standa langar greinir við stórum yvirskriftum í bløðunum um húsaneyðina hjá hesum somu fólkum, sum hava latið húsini frá sær. Yvirlýsingar í bløðunum um tað sama. Men hví mótmæla ikki avvarðandi feløg, nú teirra limir verða køvdir í sínum egna heimi? Hvør tekur ábyrgdina av hesum? Og hesi fólkini flyta ikki heiman, fyrr enn onnur og betri hús eru bygd til teirra. Tey eru hjá sær sjálvum. Eingin skuldi sloppið at flutt inn í húsini, fyrr enn alt húsfólkið var flutt úr húsunum. Tað, ið hent er á Eirargarði 14-16, hevði neyvan komið fyri aðrastaðni.
Inni í teirra húsum húsast nú so nógv onnur. Har húsast ein partur av almannastovuni, sjúkrasystraskúlin, ein psykiatrisk sjúkradeild. Tað er sum at fara 20 ár aftur í tíðina, tá vognurin við sjúkrahúsklæðum møtir tær í gongini. Tað eru bara einar høvuðsdyr, so øll ganga inn og út sama veg.
Og hvat mundu onnur sagt til tað, at so nógv fólk koma slóðandi inn í gongina, fólk, tey ikki kenna, og sum einki hevur við tey at gera.
Nú tað er í umbúna at stovna deild til doyggjandi fólk, er mær komið fyri oyru, at eisini henda deild skal inn í reyðu lonina í Eirargarði. Øll, sum eru so gramm eftir húsunum, skulu vera hjartaliga vælkomin, bara tey fyrst lova húsfólkinum út haðani í onnur hús, bygd eru til tey. Tá tey eru flutt, kann hospits, barnagarður og alt annað flyta inn í húsini, tí neyðin er stór. Men størri er neyðin hjá teimum, sum nú búgva har, tí tey tola ikki ágangin, men eru ikki før fyri at mótmæla.
Og nú havi eg ikki tikið starvsfólkið, sum altíð er um tey, upp á tunguna. Av teimum verður kravt nógv, tað er so vist og satt. Men tey royna sum frægast eftir umstøðunum.
Tað er láturligt at hugsa sær, at arkitektar í 1970 gjørdu eyrhyggjarnar framman fyri vindeyguni á 14-16, so búfólkini ikki skuldu síggja so nógv til tey sjúku fólkini á økinum, meðan ein sjúkradeild nú 20 ár seinni er flutt inn í húsini, og øll brúka somu úthurð.
Hvar eru feløgini, sum avvarða? Hvar eru mótmælini? Hvar eru yvirlýsingarnar?
Nú eru so nógv flutt inn í reyðu lonirnar á Eirargarði, at tað er bara eitt at gera, og tað er byggja nýggj hús til tey 15 fólkini, sum enn búgva í húsunum, og so taka tað, eftir er av heimi teirra til annað endamál. Har er ikki komandi longur hjá okkum, sum vitja, fyri bilum, og enn minni útfarandi hjá illa gongdum fólki og fólki í rullistóli. Ferðslan er stór á økinum og tað er einvegis ferðsla. Men tað hendir seg meira enn so, at bilar koma ímóti tær, tá tú sjálvur fylgir koyrireglunum. Tí er tað heldur ikki vandaleyst hjá fólki at fara út fyri dyr á Eirargarði.
Jú, gamli maðurin hevði rætt. Eg eri púsa samd við honum. Øll hava gloymt Eirargarð.








