at fótbóltsspælið hevur jól og góðar dagar, tá toppdystirnir eru í føroyskum fótbólti, og um málini eru borganin fyri undirhaldinum, so er heldur ikki ov væl vorðið. KÍ og HB hava í hesi vikuni spælt í [...] meiri miðverji enn miðvallari. Hesa ferð var hann miðvallari, og so lótu teir Hans Fróða og Hans á Lag einsamallar taka sær av Kurt Mørkøre og John Hansen, sum hesa ferð var í álopinum í staðin fyri Olgar [...] stívt og fátækt, at spentu støðurnar frammanfyri HB málinum vóru fáar ella rættari ongar. Í staðin fyri at lata kantspælararnar, Heðin á Lakjuni og Harley Bertholdsen byrja langt afturi á vøllinum og taka
Justines Olsen, Marius Staksberg og Svenning Tausen lisið bókina ígjøgnum og gjørt sínar viðmerkingar áðrenn útgávuna. Hestprent og Repro-Z hava umbrotið bókina, og hesum eru tey komin væl frá. Hon er [...] bókina út, og í sambandi við útgávuna, fekk Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík fyrsta eintakið av bókini handað. Nógvar hendur Umframt at tað er Dorete Bloch, ið hevur skrivað bókina, og at tað er [...] myndir til handritið. Og sambært Niels Petersen, fór Edward Fuglø undir at tekna, bæði við eldhuga fyri heildini í handritinum, og eisini fyri at lýsa týðandi smálutir í handritinum. Og hetta sær út til, at
toppin. Í 1979 vann ÍF meistaraheitið fyri fyrstu og einastu ferð higartil. Í 1989 vann B71 fyri fyrstu og einastu ferð higartil meistaraheitið, og nú er 1999, og so eru tað tey, ið tosa um NSÍ, men nú fáa vit [...] 1964, og í 1965 vann B36 fyrstu aktiuna í fyrstu ísafjarðarsúluni. Teir vunnu finaluna móti HB. Í 1966 vann KÍ í finaluni, sum varð spæld í Gøtu, á HB, og í 1967 stóð finalan aftur í Gøtu millum KÍ og eitt [...] aldudalinum, men teir megna at stríðast, og at tað hevur nógv at siga var sjón fyri søgn í Gundadali mánadagin. Stríðsviljanum hjá NSÍ bilar einki, og vinna teir í Klaksvík, og hini úrslitini laga seg væl, so er
Joensen enn einaferð fer í bløðini og roynir at tváa sínar hendur kann hetta illa standa ósvarað. Nú er tað so, at samráðingarfólkini og politikararnir hava tagnarskyldu og kunnu tí heldur ikki verja seg móti [...] løgmaður og trumfaði ígjøgnum at fáa málið uppá hægsta politiska stig, og tað ikki gav eitt nøktandi úrslit fyri báðar partar, so varð málið endað í Haag, og tá høvdu vit umframt óvissuna um úrslitið og vissuna [...] samráðingartaktikkin hjá Edmund Joensen, sum jú mest var at sita hendur í favn og einki gera. Tað, sum er áhugavert í hesi samrøðu, og sum EJ ikki nertir við, eru úttalilsini hjá Layden um royndina at
arbeiðaralønina og handverkaralønina aftur. Men nær lønin verður dagførd og, hvussu nógv lønin verður hækkað, fái eg púra onki sagt um enn. Meistaraformaðurin váttar, at áðurnevndu tøl uppá 90,60 og 94,60 kr [...] eitt nú um gjøld til eftirløn og eftirútbúgvingar. Meistararnir siga, at teir hjava avtalu við Føroya Handverkarafelag og so leingi hann er galdandi, má gjaldið fara hagar. Og higartil hava allar royndir [...] Eg eri ikki so frægt sum liðugur at hugsa um tað. Og nøkur broyting hendur so ikki við tað fyrsta. Teir handverkarar, sum hava sett nøsina fram ímóti at fáa hægri løn nú, mugu brynja seg við toli. Herfyri
stovnsleiðsluna og arbeiðsplásið. Ikki mítt borð Og Helena Dam á Neystabø fer ikki at gera eftir áheitanini frá sjúkrasystrunum um at taka málið um leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum í egnar hendur og at skera [...] m, sum bæði læknar og sjúkrasystrar vilja góðtaka. Og tað liggur sjálvsagt framvegis í kortunum. ? Men málið er ómetaliga trupult at loysa. ? Og tað fer at krevja, at bæði læknar og sjúkrasystrar geva [...] setast og teir skulu vanliga vera sjúkrasystrar. Hetta hevur so einaferð enn fingið sjúkrasystrarnar upp úr stólinum. Tær hava mótmælt bæði hjá sjúkrahúsleiðaranum og hjá heilsumálaráðharranum, og tær siga
hevur kannað bæði kjøt og avroð. Óðinsdag verða neytakrovini vigað og klassað, og tað ið eftir er av vikuni verður orkan løgd í kravmiklasta partin av arbeiðinum; at skera sundur og pakka. Heimafletting [...] feigum fenaði, og seinasta hálvttriðja árið hevur hesin hópur av seyði og neytum verið í støðugum vøkstri. Somuleiðis hevur fyritøkan í seinastuni innflutt nakað av útlendskum kjøti, og hesin innflutningur [...] verða tey flett, og hanga síðani í slaktarínum eina nátt. Bæði áðrenn og eftir sjálva flettingina, kannar djóralæknin neytini. Ongi neyt verða dripin, hevur djóralæknin ikki sæð tey, eins og onki kjøt sleppur
pápanum fekk loyvi til at gera eina - og bert eina - roynd til upptøku á konservatoriinum í Keypmannahavn. Spennandi var tað at standa og bíða eftir úrslitinum, har ein fyri og annar eftir av aspirantunum varð [...] komu javnan listamálarar, og pápanum tókti tað tryggari, at sonurin fekk sær málaraútbúgving - so kundi hann ið hvussu so er vinna sær til dagligt breyð við praktiskum arbeiði og seinni taka upp fyritøkuna [...] var eftir í forrúminum, gekk hurðin, og lágvaksin maður við rísnum, stuttkliptum hári kom út. Um hann var Vagn Holmboe? Ja, eftir royndarúrslitunum í hoyrilæru, teori og tónleikakunning at døma hevði hann
avkast, og sum uttan iva vóru gjørd meira fyri at skapa arbeiði og arbeiðspláss enn fíggjarligan vinning. Hann minti eisini á tað samstarv, ið hevði verið ímillum Føroyar og fyritøkuna A. P. Møller og allar [...] framburður, ið er hendur her á landi, og viljin til sjálvbjargni, hevur gjørt, at danskar fyritøkur eru farnar at hyggja at Føroyum við øðrum eygum. Hetta við oljuni, at vit fingu undirgrundina, og at markið við [...] Møller hava kannað umstøðurnar og sær vitandi er orsøkin til, at Drelnes bleiv valt, at her er stórt og slætt uppland, ið er eitt høvuðskrav til eina útgerðarhavn, og at Drelnes liggur best fyri í samband
fríggjadagin, høvdu børn og vaksin eina hátíðarmerkta hugnaløtu, og fitt av fólki var komið saman. Umboð fyri bygdarráð, skúlanevnd, foreldur og starvsfelagar fluttu fram røður, og sum onkur teirra nevndi [...] Skúlin hevur verið Hilmar og Hilmar hevur verið skúlin, hann hevur hoyrt til í bygdini, sum bygdin hevur hoyrt til hansara, og fáur hevur sum Hilmar gingið upp í sítt starv. Og tað var við sorgblídni, at [...] hann fer úr starvi. Og tað var eisini ein sorgblíður maður, sum takkaði fyri seg. Fyri at nýta nøkur av hansara egnu orðum, so hevur Hilmar gingið upp í sítt starv við lív og sál og hevur glett seg at koma