Dagfinn Olsen
Hilmar Bech lærdi til lærara í Danmark og var lærari í Vági í 1958-59 og síðani 1959 hevur hann verið lærari í heimbygdini Porkeri. Har hevur hann verið fyrsti lærari síðani 1967.
Fríggjadagin var so síðsti dagur hjá Hilmari í starvinum, tí nú fer hann frá, eftir at hava verið lærari í sama stað í 40 ár. Á samkomu í skúlanum í Porkeri fríggjadagin, høvdu børn og vaksin eina hátíðarmerkta hugnaløtu, og fitt av fólki var komið saman. Umboð fyri bygdarráð, skúlanevnd, foreldur og starvsfelagar fluttu fram røður, og sum onkur teirra nevndi, so hevur Hilmar havt ómetaligan týdning fyri bygdina. Skúlin hevur verið Hilmar og Hilmar hevur verið skúlin, hann hevur hoyrt til í bygdini, sum bygdin hevur hoyrt til hansara, og fáur hevur sum Hilmar gingið upp í sítt starv.
Og tað var við sorgblídni, at bygdarfólkið heilsaði Hilmari, nú hann fer úr starvi. Og tað var eisini ein sorgblíður maður, sum takkaði fyri seg. Fyri at nýta nøkur av hansara egnu orðum, so hevur Hilmar gingið upp í sítt starv við lív og sál og hevur glett seg at koma til arbeiðis hvønn dag, eftir at hava lagt dagin í Harrans hendur. Hann hevur verið góður við børnini og Hilmar roknaði við at tað fór at kennast løgið, ikki longur at hava sína dagligu gongd í skúlanum.
Gávur
Børnini í 1. og 2. flokki høvdu teknað Hilmari tekningar, settar í rammu, sum hann fegnaðist um. Frá øllum skúlabørnunum fekk Hilmar Bech eina slipsnál.
Vegna kommununa handaði Lars Djurhuus Hilmari ein kikara og vegna skúlanevndina handaði Anna Djurhuus Hilmari eitt nýtt kort yvir Porkeri. Frá starvsfeløgum fekk Hlmar Blómur, ið liva lengi.
Hóast Hilmar hevur verið ein týðandi partur av bygdarlívinum í Porkeri í eins mansaldur, so hevur hann havt stundir til annað, enn lærarayrkið. Hann hevur síðani 1967 verið deknur í Porkeris kirkju og var frammanundan avloysari. Hann hevur verið í kommunustýrinum og frá 1970-84 sat hann á Løgtingi, umboðandi Javnaðarflokkin. Hilmar hevur verið í valskýrinum í Porkeri um leið 30 ár.