Týsdagin var stór samkoma í býráðshøllini í Klaksvík í sambandi við at nýggja bókin hjá Dorete Bloch og Edvard Fuglø kom út. Bókin ber heitið Villini súgdjór í Útnorði, og er tað Dorete Bloch, ið hevur skrivað hana, meðan Edvard Fuglø hevur teknað myndirnar í henni. Tað er Føroya Skúlabókagrunnur, ið gevur bókina út, og í sambandi við útgávuna, fekk Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík fyrsta eintakið av bókini handað.
Nógvar hendur
Umframt at tað er Dorete Bloch, ið hevur skrivað bókina, og at tað er Edward Fuglø, ið hegnisliga hevur teknað tær vøkru litmyndirnar í bókini, er bókin farin gjøgnum nógvar hendur áðrenn útgávuna. Jenny Lydersen hevur hegnisliga greitt úr honum "bókina í bókini", sum hon sjálv kallar tað. Talan er nevniliga um myndatekstin, ið er gjørdur soleiðis, at yngru lesararnir kunnu fáa gott innlit í hvalaheimin, bert við at lesa myndatekstin.
Fyri at føroyska málið í bókini skal vera so gott sum møguligt, hava Marianna Debes Dahl, Theodor Hansen, Jenny Lydersen, Justines Olsen, Marius Staksberg og Svenning Tausen lisið bókina ígjøgnum og gjørt sínar viðmerkingar áðrenn útgávuna.
Hestprent og Repro-Z hava umbrotið bókina, og hesum eru tey komin væl frá. Hon er sera snotulig, øll sum hon er.
Útnorður
Bókin ber, eins og áður nevnt, heitið Villini súgdjór í Útnorði, og harfturat hevur Norðoyingurin Edward Fuglø myndprýtt bókina. Sambært Heðini M. Klein frá Føroya Skúlabókagrunni, var hetta orsøkin til, at útgávudagurin varð hátíðarhildin í Klaksvík. Heðin M. Klein segði nevniliga, tá hann beyð vælkomin, at tey í Skúlabókagrunninum hildu tað vera bæði rímuligt og skilagott, ikki minst við bókaheitinum í huga, at flyta seg norður móti norðurendanum av landinum við útgávuni. Hann segði, at tey eisini høvdu havt í huga tann týdning, sum stórhvalaveiðan hevur havt og grindin framvegis hevur, tá tey valdu sær innløgu- og framleiðslustaðin norðanfyri. Men Heðin M. Klein vísti eisini á, at ikki minst varð hugsað um listamannin Edward Fuglø, sum so hegnisliga hevur myndskrýtt bókina, tá avgerast skuldi, hvar hátíðarhaldið í sambandi við útgávudagin skuldi vera.
Heðin M. Klein helt, at tekningarnar hjá Edwardi Fuglø til bókina eru so mikið hegnisliga greiddar úr hondum, at talan er um hansara høvuðsverk higartil.
Umboðið fyri Skúlabókagrunnin endaði við at handa býráðsformanninum í Klaksvík, Jógvani við Keldu, fyrsta eintakið av bókini, og somuleiðis tríggjar plakatir eftir Edward Fuglø, eina um kóp, eina um hval og eina um landsúgdjór í Útnorði.
39 ár síðan seinast
Niels Petersen helt eisini røðu í sambandi við bókaútgávuna. Hann vísti á, at síðan bókin hjá Mikkjali á Ryggi "Hvalur og kópur" kom út fyrstu ferð í einari samlaðari útgávu í 1960, er nógv gransking farin fram, bæði í altjóða høpi og her heima hjá okkum. Í 1993 komu myndatalvur "Súgdjór í Útnorði" út sum eitt samstarv millum skúlabókagrunnarnar í Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Námsgagnastovnurin í Íslandi skipaði fyri útgávuni. Og í hesum sambandi heitti Skúlabókagrunnurin á Dorete Bloch um at skriva ein bókling til talvurnar, ið lýsti tey ymisku djórasløgini í Útnorði, og um at taka við ta nýggjastu vitanina um djórini.
Men bóklingurin, Skúlabókagrunnurin heitti á Doretu Bloch um at skriva, gjørdist meira enn ein bóklingur. Niels Petersen greiðir nevniliga frá, at tá Doreta Bloch kom við handritinum á vári 1996, gjørdist tað beinanvegin greitt, at talan var um eitt valaverk, ið á vísindaligan hátt lýsti djórasløgini nógv neyvari enn talvurnar sýndu. Tískil heitti Skúlabókagrunnurin á Edward Fuglø um at tekna myndir til handritið. Og sambært Niels Petersen, fór Edward Fuglø undir at tekna, bæði við eldhuga fyri heildini í handritinum, og eisini fyri at lýsa týðandi smálutir í handritinum. Og hetta sær út til, at hann hevur megnað væl.
Myndirnar til bókina vóru nevniliga sýndar fram í Býráðshøllini í Klaksvík í sambandi við bókaútgávuna, og vóru tær ógvuliga vakrar á at líta. Eisini sýntist áhugin fyri myndinum at vera stórur millum tey vitjandi, og fleiri vóru tey, ið fóru heim, bæði við bók undir hond og eisini við plakat við tekningum úr bókini.
Bókin í bókini
Eins og áður nevnt, hevur Jenny Lydersen gjørt myndatekstir til tekningarnar í bókini. Hesar nevnir hon sjálv fyri bókina í bókini, tí myndateksturin ger, eins og Niels Petersen vísti á, samlaða verkið fjølbroytt og nýtiligt á ymsum stigum í undirvísingini, samstundis sum hann eisini gevur almenninginum eitt skjótt innlit í djóraheimin í Útnorði.
Jenny Lydersen vísti sjálv á, at bókin ikki er ætlað nøkrum ávísum skúlaflokki ella nakrari ávísari útbúgving, men at hon skal kunna brúkast í undirvísingini heilt frá 4. flokki í fólkaskúlanum til hægri lesnað á fróðskaparsetri. Tí hevur hon roynt at gera myndatekstin til bókina í bókini, so at tilfari kann lagast at undirvísingarstiginum.
Jenny Lydersen vísti eisini á, at myndateksturin í hesari bókini er drúgvari enn vanligt. Orsøkina segði hon vera, at myndateksturin er tann parturin av bókini, ið saman við myndunum er ætlaður teimum yngru næmingunum. Myndateksturin er fyrst og fremst skrivaður við tilknýti at myndunum, soleiðis at næmingurin beinan vegin fær ein samanhang millum tað, hann sær og lesur. Hetta heldur Jenny ríkar um upplivingina, og vónar hon, at tað somuleiðis vekir áhugan hjá tí unga lesaranum at fáa meira at vita, so hann fer undir fakliga tekstin. Men hon vísir á, at tað er uppgáva lærarans at velja burturúr tekstinum, alt eftir undirvísingartiltaki og áhuga og forteytum næminganna.
Sertilboð
Tá liðugt var at halda røður, kundu fólk ogna sær nýggju bókina fyri serprís. Hon varð nevniliga seld fyri 300 krónur, og hartil fingu tey, ið keyptu bókina, eisini eina plakat heim aftur við sær. Áhugin fyri bókini var stórur. Tá umboðið fyri Sosialin fór avstað aftur úr býráðshøllini í Klaksvík, vóru yvir fimti eintøk seld av hesum væl úr hondum greidda listarliga frøðisverki.