talan um upphædd, sum sjónvarpið ikki kundi góðtaka, men í samráðingum hevur tað eydnast at fáa prísin niður á eitt støði, sum væl ber til at liva við, sigur Ivan Niclasen. Fiskasølan er við Vit hava frætt [...] føroyska tíð, og skulu vit meta út frá navnalistanum, sum er komin frá spanska fótbóltssambandinum, fáa okkara menn nóg mikið at fyrireika seg til og stríðast ímóti. Spaniumenn hava uppgivið tjúgu nøvn, [...] fyri spanska landsliðnum er í hvussu so er liðformaðurin Zubizarreta, sum fer at spæla fyri 120. ferð á spanska landsliðnum, um venjarin ikki velur at geva málverjanum hjá Real Madrid, Canizares, møguleikan
stjórnina um nýggja stýrisskipan, og longu tá fingu teir serverað á einum silvurfati tann heilt avgerandi upplýsing, at løgtingið ikki kundi fáa lóggávuvald, um Føroyar framhaldandi skuldu verða danskur ríkispartur [...] »? Nýskipanin skal altso vera eitt heimastýri, t.v.s. vit skulu fáa nakað av umsitingarvaldi, men sjálvstýri ella ræði í egnum landi fáa vit ikki«. Fólkaflokkurin førdi eisini fram, »? at hvør gerð, sum [...] skrellispannina. Einki í heimastýrislógini ella viðgerðini av henni ber á brá av, at vit sambært hesa lóg skuldu havt lóggávuvald og verið á jøvnum føti við danir, sum harra Eidesgaard framførir. Fólkaflokkurin
at útbúgva nøkur fólk bæði á miðnámsstøði og á hægri støði. Hann vísir á, at norðmenn vóru kanska ikki heilt so væl fyrireikaðir til eina oljuvinnu og vóru ávísan mun tiknir á bóli, tá eitt klondikelíknandi [...] vitjanini hava tey fýra fólkini frá skúlanum í Stavangar vitjað á Sjómansskúlanummí Havn, á Tekniska skúlanum í Havn og í Klaksvík og á Maskinmeistaraskúlanum. Í gjár var so felagsfundur millum limir í [...] Skilagott av føroyingum at fyreika seg tíðliga Johan Lillehammer heldur gondina á føroyskum øki vera áhugaverda og vísir á, at tey stóru oljufeløgini høvdu neyvan sagt seg hugað at fara undir at bora eftir
høvdið afturá og kanna stjørnurnar á náttarhiminum. Marsferðin, har NASA sendi eitt lítið akfar op á planetina, setti heimsmet fyri talið av vitjandi á einum servara á Internetinum: Meiri enn 100 milliónir [...] kendastu kanningarstøðum. Skíggjamyndin vísir tann stjørnuhiminin, valdur er, og við at trýsta á einhvønn lut á himinum, fæst ein frágreiðing um júst ta stjørnuna. Sæð útifrá Til ber eisini at velja at síggja [...] sum kann downloadast frá Internetinum á adressuni http://home1.inet.tele.dk/ivory/distant.html. Fakta Skrákrøvini eru ikki stór, og Distant Suns 4.0 koyrir bæði á PC og mac. Tað er nóg mikið við einum
Veruliga ætlanin er, at landsstýrismaðurin manglar 12 milliónir til ymsar útreiðslur á almannaøkinum og fyri at fáa tær, ætlar hann at skerja fólkapensjónina. Hann segði okkum eisini, at hevði hann ikki [...] ein áminngin um. Vit ætla eisini at vísa tinginum á, at, hvussu álvarslig støðan er. Men aðrastaðni frá, hava vit fingið at vita, at ætlanin er at heita á tingið um at útvega landsstýrismanninum í almannamálum [...] halda at tað er heilt burturvið at gera seg inn á grundupphæddina í fólkapensjónini, sum er tann einasta veiting, allir borgarar hava vitað við vissu, at teir fáa. ? Hetta er manglandi virðing fyri tí rætti
at hetta má fáa nakrar avleiðingar, soleiðis sum Jógvan Sundstein hevur víst á. Ein landsstýrismaður eigur tí ikki at koyra eitt mál einsamallur niðan í tingið - tí tá er okkurt sum bendir á, at hann ikki [...] hann upp á pláss við eini misálitisváttan - so er tað upp til viðkomandi landsstýrismann, um hann tekur avleiðingarnar og leggur frá sær. Løgmaður skal seta upp á pláss Atli Hansen vísir annars á, at vit [...] íløgurnar, heldur formaður Sambandsfloksins á tingi, Atli Hansen. ? Men tað er uppgávan hjá Edmundi Joensen, at seta landsstýrismenninar upp á pláss - hann er skipari á Agnes Louise, og hann skal syrgja fyri
íløga. Tí má landsstýrið gera nakrar raðfestingar - eitt nú at satsa upp á at fáa skil á samferðsluøkinum, vísir Jóannes Eidesgaard á. ? Tað merkir sjálvandi, at okkurt annað má bíða, eitt nú nýggjur stu [...] at vantandi viðgerðin serliga kemur til sjóndar á íløgusíðuni, har tað bert eru góðar hundrað milliónir til íløgur. ? Hóast hetta er ein hækking upp á 50%, so dugi eg ikki at síggja nakran yvirornaðan [...] vísir eisini á málið um keyp av nýggjari ferju til Sandoyarsiglingina. ? Her hevur landsstýrismaðurin als onga støðu tikið. Talan er um stóra íløgu, sum hann sjálvandi ikki hevur pengar til á sínum øki,
miljónir til ymsar útreiðslur á almannaøkinum Kristjan Magnussen, landsstýrismaður í almannamálum, hevur sagt, at hann ætlar sær at skerja fólkapensjónina hjá øllum, sum fáa yvir 89.000 krónur um árið í [...] í tann aldurin. Men hvat kann henda framyvir, kundu hann ikki vitað. Miljóningar skulu ikki fáa fólkapensjón Á fundinum við fakfeløgini greiddi Kristjan Magnussen frá, hví hann hevði tikið hetta stig at [...] umframt -hóast hann helst vildi sloppið undan? Eg havi gjørt hetta fyri at seta hol á svull, sum hol skuldi verið sett á fyri 20 árum síðani. ? Vit vilja øll tryggja okkara eldru sømilig kor. Men gongdin
Tá tóku fimm føroyskir lærarar prógv í boring á Stavanger maritime skole. Teir fimm lærararnir starvast dagliga á Sjómansskúlanum, Maskinmeistaraskúlanum og á teknisku skúlunum í Havn og í Klaksvík. Talan [...] sambandi. Skúlastjórar á kunningarferð Herfyri fóru so fimm lærarar til Stavanger at taka grundskeið í boring. Í tí sambandinum fóru so eisini stjórarnir á teimum fýra føroysku skúlanum á vitjan í Stavanger [...] Reistrup. Vitjað varð fyrst á Stavanger maritime skole, sum upprunaliga var ein sjómansskúli, men í 1980 vóru allar maritimar útbúgvingar savnaðar á skúlanum. Í dag leggur skúlin dent á maritima útbúgving, te
vera burturvið, um undirvísingin í enskum vinnur á teirri í føroyskum, um tíð og pengar bert eru til ta einu lærugreinina. Eg loyvi mær tí við hesum at heita á setursleiðsluna um at taka upp aftur nevndu [...] kvøldskúlunum skal heldur ikki verða niðurgjørt á nakran hátt, tí tað er so avgjørt kærkomið og viðkoandi, men eg síggi tilboðið hjá setrinum sum eitt stig longur fram á leið. Og eg havi í sama viðfangi hug at [...] eigur ikki at renna á leistum eftir kapitalinum og gloyma sínar fremstu uppgávur. Sum m.a. eiga at vera at læra føroyingar gott føroyskt mál. Tónin í orðafari Oman fyri havi eg víst á m.a. Orðafar sum ein