Tit mugu sjálvi stýra gongdini

-Føroyingar eru í fleiri førum í eini nógv hepnari støðu nú oljuvinnan nærkast, enn norðmenn vóru tað, tá oljan kom. Tá var alt amerikanskt. Føroyingar hava møguleika at stýra útviklingini heilt frá byrjan

Hesar seinastu dagarnar hava umboð fyri ?Stavanger maritime skole? verið á vitjan í Føroyum. Vitjanin er liður í tí samarbeiði, sum er íkomið millum fýra føroyskar skúlar og norska undirvísingarstovnin.

Undir vitjanini hava tey fýra fólkini frá skúlanum í Stavangar vitjað á Sjómansskúlanummí Havn, á Tekniska skúlanum í Havn og í Klaksvík og á Maskinmeistaraskúlanum.

Í gjár var so felagsfundur millum limir í Stavangerbólkinum, tað eru umboð fyri føroyska skúlarnar, ið eru við í samstarvinum og So Stavanger Maritime skole um ítøkiligt samstarv í sambandi við komandi skeiðsvirksemi.

Tey fýra fólkini úr Stavanger eru Johan Lilleheim, rektari, Knut Ringbakken, skeiðleiðari, Sigmund Eihåsen, studieinspektørur og Øystein Førsvoll, sum hevur altjóða samband sum málsøki.

Hetta er fyrstu fyrð, at Johan Lilleheim, rektari er í Føroyum í sambandi við samstarvið skúlanna millum.

Hann sigur við Sosialin, at teir eru fegnir um at hava fingið eitt samstarv við føroyskar skúlar og vónar, at hetta nú kann mennast so mikið, at nakað ítøkiligt kann koma burtur úr.

Nú byggir samstarvið og ætlaða skeiðvirksemi í stóran mun á útlitini fyri eini komandi føroyskari oljuvinnu.

Teir fimm føroysku lærararnir, sum júst hava verið í Stavanger, hava fingið eitt skeið í boring.

Føroyingar í hepnari støðu

Nú hann hevur drúgvar royndir á oljuøkinum spurdu vit Johan Lilleheim, hvat hann heldur um tað støðu Føroyar eru komnar í, nú altjóða oljufeløg eru farin at vísa Føroyum so stóran ans!

-Tit føroyingar eru í eini sera hepnari støðu. Tá vit í Noregi byrjaðu eina oljuvinnu í 60-unum var tað amerikanskur kapitalur og amerikanskt sum heild, sum stóð fyri útviklinginum, eisini undirvísingarpartinum.

Høvdu vit verið meira fyrivarnir, so høvdu vit helst sjálvir havt kunnað sett okkara egnu fólk til uppgávurnar, sum aðrir komu at taka sær av, í hvussu er í byrjanini.

Nú tað sær út til, at útlit eru fyri at finna olju við Føroyar er gott, at tit sjálvir eru úti um tykkum og eitt nú útbúgva tykkara fólk, soleiðis at tit sjálvir kunnu stýra menningini og harvið ikki lata útlendingar í alt ov stóran mun standa fyri øllum og stýra tí.

Hann vísir tó á, at sjálvandi mugu útlendingar eisini vera við í ávísan mun, men tað mugu vera føroyingar sjálvir, sum stýra gongdini bæði politiskt og fakliga.

Johan Lillehammer heldur, at samarbeiðið millum skúlar í Føroyum og í No-regi verða eitt gott dømi um eina skilagóða fyrireiking til eina oljuvinnu.

-Vit halda hetta samarbeiðið er sera áhugavert og kunnu fegnast um, at teir fyrstu fimm føroysku lærararnir hava tikið prógv á skúlanum í Stavanger.

Talan er um lærarar frá teknisku skúlunum í Havn og Klaksvík, sjómansskúlanum í Havn og Maskinmeistaraskúlanum.

-Vit vóna, at hetta kann útvikla seg víðari og fyri at undirstrika týdningin vit leggja í hetta, eru vit fýra fólk komin til Føroya fyri at kunna okkum við umstøðurnar her.


Skilagott av føroyingum at fyreika seg tíðliga

Johan Lillehammer heldur gondina á føroyskum øki vera áhugaverda og vísir á, at tey stóru oljufeløgini høvdu neyvan sagt seg hugað at fara undir at bora eftir olju við Føroyar, um tey ikki hava ein varhuga av, at olja finst her.

Hann heldur tað vera umráðandi, at føroyingar sjálvir manna týðandi størv í sambandi við eina komandi oljuvinnu, og tí er tað so avgerandi longu nú at stinga út í kortið við eitt nú at útbúgva nøkur fólk bæði á miðnámsstøði og á hægri støði.

Hann vísir á, at norðmenn vóru kanska ikki heilt so væl fyrireikaðir til eina oljuvinnu og vóru ávísan mun tiknir á bóli, tá eitt klondikelíknandi virksemi tók seg upp og hevði fleiri óhepnar avleiðingar, m.a. at prísirnir hækkaðu óvanliga nógv.

-Tit eru eitt nógv minni samfelag og harvið eisini nógv meira viðkvæmt, og tí haldi eg tað er týdningarmikið, at tit sjálvir hava eftirlit við gongdini og ansa eftir, at hon ikki tekur yvirhond.

Tað er umráðandi, at tit fáa eina útbygging, sum fer fram stig fyri stig heldur enn at fáa ein brádligan klondike-útvikling.

Lillehammer heldur, at Føroyar í nógvum førum eru í eini nógv hepnari støðu enn Noreg var tað, tá oljuvinnan fór í gongd har. -Verður olja funnin her, so ganga nøkur ár, áðrenn tit fáa eina framleiðslu. Men nettup hetta, at tit longu nú tosa um tingini og fyrireika tykkum ger, at tit kunnu hava eina hepna hond við útviklinginum.

Uppá fyripsunring um tað ikki kann verða eitt sindur burturspilt av bæði tíð og orku nú at útbúgva fólk til eina oljuvinnu, sum kanska ongantíð kemur sigur Lillehammer, at vit mugu útbúgva fólk til annað enn bert eina oljuvinnu. Ein má samskipa hetta, soleiðis at tað ikki verður ein alt ov einvís oljuútbúgving.

Johan Lilleheim sigur annars, at oljutænastufeløgini, sum gera ymsar arbeiðsuppgavur fyri oljufeløgini skríggja eftir fólki og tí hevur skúlin í Stavanger verið noyddur til at taka fleiri næmingar inn til hesar uppgávur.

Lilleheim sigur, at tað sjálvandi er eitt sindur av gamlbing í øllum hesum, tí tú veit ikki, um olja verður funnin.


Gott við samstarvi

Hvat heldur hann um týdningin av, at føroyingar heldur enn at senda fólk til Noregs og onnur lond at útbúgva seg lata hesi fólkini útbúgva seg í Føroyum!

-Tað er nettup tí vit eru her. Lærararnir úr Føroyum hava fingið eitt skeið í Stavanger, sum teir so kunnu byggja sína komandi undirvísing á.


?Holde udviklingen i stramme tøjler?

Uppá fyrispurning um ikki ein risastór oljuvinna heilt kann taka eitt so lítið samfelag av fótum, sigur rektarin á Stavanger maritime skole, at tað nýtist hon ikki, men tá mást tú eisini ?holde udviklingen i stramme tøjler og ikke slippe galskapen løs ukontrolert? sum hann málber seg.

Hann sigur, at vit eiga at vera ómetaliga varin, men verður tað útbygt við varsemi og vit ikki taka munnin ov fullan, so kann tað væl ganga gott.

Men vinnan og tvs. arbeiðsplássini kann sjálvandi fáa stóran týdning fyri samfelagið, um hetta verður gjørt uppá ein skilagóðan máta.

Ein stigvís og varðin útbygging er rætta leiðin at ganga. Talan er um djúpt vatn men infrastrukturur finst í økjunum nærhendis, ella fer at koma, so ein nýtist ikki at brúka so nógvar kreftir uppá júst tað, um ein ikki ynskir tað.

Lilleheim heldur, at vit mugu meta gjølla um fyri-munir og vansar, um vit eitt nú vilja hava oljuna í land í Føroyum ella ikki. Tað fer sjálvandi at geva nógv arbeiði, men spurningurin er, um hetta er tað føroyingar vilja.

-Man må tænke sig om flere gange sigur Johan Lilleheim, sum nú fer at seta meiri tíð av til at menna samstarvið millum skúlan hann umsitur og so teir føroysku skúlarnar.