Í kvøld lættir flogfarið hjá Atlantsflog við kós móti Ibirisku hálvoynni. Umborð verður størsti parturin av fótbóltslandsliðnum. Í Gijon, sum liggur norður móti Biskaia víkini hitta teir í ferðalagnum úr Føroyum Allan Simonsen, Jan Allan Müller og Jákup Mikkelsen, sum umvegis Madrid koma til Gijon eitt sindur áðrenn hinir føroyingarnir.
Allar kanónirnar
Í morgin og í ovurmorgin fara føroyingarnir at fyrireika seg til síðsta dystin í hesi EM-undankappingini. Hann verður spældur leygarkvøldið klokkan sjey føroyska tíð, og skulu vit meta út frá navnalistanum, sum er komin frá spanska fótbóltssambandinum, fáa okkara menn nóg mikið at fyrireika seg til og stríðast ímóti.
Spaniumenn hava uppgivið tjúgu nøvn, og teir spara ikki uppá krútið, sjálvt um teir hava vunnið sær rætt til at taka lut í HM-endaspælinum. Spurningurin er, um Javier Clemente fer at lata nakrar av eykamonnunum sleppa at royna seg, men odda fyri spanska landsliðnum er í hvussu so er liðformaðurin Zubizarreta, sum fer at spæla fyri 120. ferð á spanska landsliðnum, um venjarin ikki velur at geva málverjanum hjá Real Madrid, Canizares, møguleikan. Átta av teimum tjúgu spælarunum eru úr Barcelona og fýra eru úr Real Madrid.
Altjóða áhugi
Í fyrradagin fekk FSF eitt telefaks frá Eurosport, sum bað um at fáa upplýsingar um teir føroysku spælararnar. Tað gera teir, tí ætlanin er, at Eurosport leygarkvøldið skal senda, tá føroyingar spæla í Gijon.
Í FSF vita teir ikki, um talan verður um beinleiðis sending ella um teir fara at senda seinni um kvøldið. Tað er greitt, at frásøgumaðurin fer at sita í París og tað kundi kanska bent á, at talan var um forskotna sending.
Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sigur, at hann veit einki meiri um ætlaninar hjá Eurosport. Tað er spanska sjónvarpið, sum eigur rættindini til dystin. Týska felagið UFA, sum FSF hevur selt síni rættindi til, hevur einki við hetta at gera.
SvF sendir beinleiðis
Í Sjónvarpi Føroya kendu teir í gjár einki til ætlaninar hjá Eurosport, men SvF hevur gjørt avtalu við spanska sjónvarpið um at senda beinleiðis í Føroyum. Høgni Hoydal, Ólavur Waag Høgnesen og Jógvan Páll Johannesen fara til Spania, men tað verður ikki gjørt nógv annað burtur úr enn at siga frá tí, sum fer at ganga fyri seg á vøllinum, sigur Ivan Niclasen, programleiðari í SvF.
Hann leggur afturat, at teir hava verið noyddir at gjalda meiri fyri hendan dystin, enn teir plaga at gjalda, tá teir keypa frá UFA, sum teir samstarvað nógv ið. UFA hevur fatan av, hvørjum umstøðum sjónvarp verður rikið undir í Føroyum.
Tá fyrsta tilboðið kom úr Spania var talan um upphædd, sum sjónvarpið ikki kundi góðtaka, men í samráðingum hevur tað eydnast at fáa prísin niður á eitt støði, sum væl ber til at liva við, sigur Ivan Niclasen.
Fiskasølan er við
Vit hava frætt, at umframt tey, sum skulu spæla og umboða FSF, og tey vanligu ferðafólkini, sum ætla sær niður ti Spania at hyggja, so sendir Fiskasølan eisini tólv fólk avstað. Millum teirra eru fleiri fólk, sum arbeiða sum vrakarar av saltfiski.
Fiskasølan hevur bjóðað teimum við til Spania, og tey skulu vitja fleiri fiskakeyparar á leiðini, har landsliðið skal spæla.