Okkum tørvar parlamentariska venjing

? Vit hava fund í lítlusamgongu tvær ferðir um mánaðin. Men tann politiska viðgerðin, sum fara skal fram í Tinganesi hvørvur, sigur Atli Hansen

? Okkum tørvar parlamentariska venjing.

Hetta sigur formaður sambandsfloksins á tingi, Atli Hansen, sum heldur, at tað er so nógv annað rundan um sjálva stýrisskipanarlógina, ið ikki er skrivað, men sum er siðvenja.

? Vit kenna tað eisini úr Bretlandi, sum er fyrimyndin fyri fólkaræði. Har hava teir onga grundlóg, men tey byggja politikkin á siðvenju, sigur Atli Hansen.

? Tað er ikki bara løgmaður, men øll fyrisitingin, sum ikki hevur vant seg við nýggju skipanina, og tí verður ikki tosað nóg væl saman, áðrenn mál verða borin niðan í tingið.

Atli Hansen sigur, at tað kortini ikki er heilt rætt, tá sagt verður, at samgongan ikki tosar saman.

? Vit hava fund í lítlu samgongu tvær ferðir um mánaðin, har mál koma fyri, men tann politiska viðgerðin, sum fara skal fram í Tinganesi - í ymsu málaráðnum - hon líkasum hvørvur, heldur Atli Hansen.

? Tað tykist sum um landsstýrismaðurin hevur tað politiskur viðgerðina fyri seg sjálvan, og so kunnar hann landsstýrið málini, sum hann so grýtur hann tey niðan í tingið.


Misálitisuppskot

eigur at verða reist

Atli Hansen váttar, at eitt nú málið um bygging av nýggjum studentaskúla hevur fingið rættuliga lítla viðgerð í nøkrum forumi, har umboð fyri allar flokkara hava verið við.

? Men sum eg skilji, so snýr málið seg heldur um, at landsstýrismaðrin hevur konverterað eina stóra umbygging til at byggja nýggjan studentaskúla, tí tað verður nógv bíligari.

Atli Hansen heldur, at tað møguliga er nógv skilabetri at byggja nýggjan skúla, men rætta mannagongdin er tað ikki, at hetta ikki verður viðgjørt í samgonguni áðrenn.

? Eg hjaldi, at landsstýrismennininir mugu taka seg saman. Saman við løgtinginum eiga teir at royna at grundleggja tær siðvenjur sum skulu til, fyri at hetta skal fungera.

? Tað vil eisini siga, at hetta má fáa nakrar avleiðingar, soleiðis sum Jógvan Sundstein hevur víst á. Ein landsstýrismaður eigur tí ikki at koyra eitt mál einsamallur niðan í tingið - tí tá er okkurt sum bendir á, at hann ikki hevur meiriluta fyri hesum.

? Men ger hann tað kortini, so eigur løgtingið at seta hann upp á pláss við eini misálitisváttan - so er tað upp til viðkomandi landsstýrismann, um hann tekur avleiðingarnar og leggur frá sær.


Løgmaður skal

seta upp á pláss

Atli Hansen vísir annars á, at vit seinastu tíðina hava upplivað fleiri slík solomál hjá landsstýrismonnum - sum studentaskúlabyggingin hjá Eilifi Samuelsen eisini er eitt dømi um. Eitt mál, sum ikki hevur fingið nóg góða viðgerð

Atli Hansen heldur, at nakrir av landsstýrismonnum ikki gera eitt nóg gott arbeiði. Hann sigur tí, at tað er uppgávan hjá løgmanni at seta teir upp á pláss.

Í síðstu viku sóu vit í sjónvarpinum, at Atli Hansen fyri opnari mikrofon bað løgmann seta John Petersen, fiskivinnumálaráðharra upp á pláss, tí eitt felag í Gøtu (sum Atli Hansen sjálvur er við í) ikki fekk svar frá landsstýrinum.

? Nú er tað líka mikið, um eg var við í hasum felagnum ella ikki. Men av tí at eg sjálvur eri við í felagnum, so veit eg, at felagið hevur bíðað alt ov leingi eftir svari, sum ger at felagið ikki kemur nakran veg. Tað hevði allar hægst tikið ein dag ella tveir at svara. Tí haldi eg, at John Petersen ikki ger sítt arbeiðið til lýtar - og at løgmaður eigur at seta hann upp á pláss, sigur Atli Hansen.

? Men trýr Atli Hansen upp á eitt misálitisuppskot ímóti eitt nú John Petersen?

? Nei, tað geri eg ikki - ikki tá so stutt er eftir til val.

Atli Hansen vísir eisini á, at tað er politiskt sjálvmorð at seta fram misáltisuppskot á landsstýrismann, sum hevur ein meiriluta aftan fyri seg.

? Fær John Petersen samtykt uppskotið um eykajáttan til projektering av nýggjum vaktar- og bjargingarskipi saman við andstøðuni, so hevur hann ein meiriluta aftan fyri seg - og so fellir hann ikki, hóast misálitisuppskot verður reist.

Hann vísur eisini á, at tað var tað sum hendi, tá Javnaðarflokkurin á sinni legði misáltisuppskot fram móti Sámal Peturi í Grund, sum hann lýsir sum ein taktiskur brølari frá Javnaðarfloksins síðu.


Atli Hansen væntar ikki, at fíggjarlógaruppskotið fer at verða nógv broytt, tá tað kemur aftur úr fíggjarnevndini. Hann heldur ikki, at 114 milliónir er ov nógv til íløgur.

? Eg vóni, at tann parturin í øllum førum verður samtyktur, tí vit hava brúk fyri íløgum í hesum samfelagnum.

? Tað verður altíð soleiðis, at menn eru ósamdir um, hvar íløgurnar skulu gerast - men tað er upp til okkum tingmenn, at raðfesta íløgurnar, heldur formaður Sambandsfloksins á tingi, Atli Hansen.

? Men tað er uppgávan hjá Edmundi Joensen, at seta landsstýrismenninar upp á pláss - hann er skipari á Agnes Louise, og hann skal syrgja fyri at arbeiðið gongur, sum tað skal.