Spurningurin er, hví maturin hevur brúk fyri hesum - hevur hann tað ikki í sær natúrligt? Svarið er í flestum førum, at nútíðar maturin er so kemiskt viðgjørdur, at hann hevur mist stóran part av natúrliga [...] gevur, er, at halda seg vekk frá mati, ið hevur langt innihaldsyvirlit. Tað er oftast tekin um, at maturin hevur langa bakgrund á virkjum, og at rávøran hevur mist sín natúrliga smakk og útsjónd. Eitt [...] neyðugt at styrkja smakkin fyri at gera matin borðbaran. Grønur av spinat Høvundin Mats-Eric Nilsson hevur givið tvær bøkur út um hetta evni. Tann fyrra æt "Den hemlige kokken" og tann seinna "Ekte vare".
varð avlagdur allar staðir. Bert í einum landi hevur siðurin staðið við alla tíðina og ger tað enn, og tað er her hjá okkum í Føroyum. Ólavsøkan í Føroyum hevur tey eyðkenni, sum sipa aftur til sjálvt virki [...] ítróttir, til dans og skemtunar, til at hitta vinir og frændur. Ólavsøkan hevur verið ein samkomu- og samfelagstíð hjá fólki okkara, hon hevur staðið sum eitt merki um, at vit hoyra øll saman og eiga at vera eitt [...] týdningur kann illa metast, sum Ólavsøkan á henda hátt hevur haft fyri fólk okkara gjøgnum tíðirnar sum tað felagsband, sum bant fólkið saman; og hetta hevur haft sín stóra týdning fyri mál okkara, fyri kvæðini
Átta luttakarar vóru í hesum bólki, og tilsamans luttóku 56 mans. 24 kvinnur Hjá kvinnunum var absolutt eingin ivi. Bjørk Herup Olsen hevur verið suveren seinastu tíðina, og tað var hon eisini sunnukvøldið [...] fult í tráð við tað, sum er hent á hinum kappingunum kring landið í summar, har Guttormur Sørensen hevur verið ógvuliga stinnur. Hóast nummar tvey í bólkinum hjá monnum, so rakk góða úrslitið hjá Regini [...] tíðunum 25.05 og 29.10. Tvær kvinnur vóru umboðaðar sum superveteranar. Hesar vóru Louisa Svensson og Maria Vilhelmsen, sum brúktu 24 minuttir og 32 sekund og 26 minuttir og 42 sekund um teinin. Í kvinnurenningini
men serliga Hillary Clinton. Hon hevur víst seg at vera eitt ótrúliga sterkt menniskja, ið, sum hon sjálv sigur, hevur barst fyri hvørjari rukku í andlitinum. Hon hevur verið drigin ígjøgnum fjølmiðlarnar [...] kvinna og hevur altíð stuðlað mær í øllum tí, eg havi gjørt, og við góðum ráðum altíð verið til staðar. Og ikki minst lært at halda okkum frá teimum sum man ikki er tryggur við. Hetta hevur ávirkað meg [...] kvinnuligt arbeiði. Hendan kynsliga javnvágin hevur kjølfest seg í hugaheimi mínum, longu tá eg var smágenta. Hin fyrimyndin hjá mær er mamma mín. Hon hevur við sínum elskhuga til bókmentir, teir stóru
tað eitt slag av lagnudysti fyri bæði liðini, tá StÍF vitjaði Neistan í Havn sunnudagin. Heimaliðið hevur langt ífrá staðið seg so væl í ár, sum tær vanliga gera, og skuldu tær halda fast um møguleikan fyri [...] so skuldu tvey stig helst fáast burturúr dystinum. StÍF er hinvegin eitt av liðunum, sum veruliga hevur gjørt um seg í ár. Og tó at oddaliðið úr Vági framvegis er væl fremst, so kundu tær við einum sigri [...] leggja bóltin har, sum fríkastið skuldi takast, og tískil góvu teir henni tveir fingrar. Sum vera man, so hildu strandakvinnurnar lítið um avgerðina, og tað er helst einki at dylja, at hesir báðir minuttirnir
páskadag Eingil kunnger kvinnunum Jesu uppreisn v1 Og tá ið hvíludagurin var farin, keyptu Maria Magdalena og Maria, móðir Jákups, og Salóme vælangandi smyrsl fyri at fara at salva hann. v2 Og reiðuliga árla [...] steinurin var veltur frá, tí at hann var ógvuliga stórur. v5 Og tær fóru inn í grøvina og sóu ein ungan mann sitandi høgrumegin í síðum, hvítum klæðum, og tær ræddust. v6 Men hann sigur við tær: »Ræðist ikki [...] hansara og við Pætur: Hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann, soleiðis sum hann hevur sagt tykkum!« ??????? ? Í dag biðja vit fyri tí einstaka konfirmantinum - Í dag er tað tú sum konfirmantur
Tiskil eru tað enn í dag eiðisfólk sum eita Frederik og/ella Ferdinand. Hevur Anna Sofía verið hjá amtmanninum aftaná 1837, so hevur hon eisini arbeitt hjá Christian Pløyen, ein annar av teimum framúrskarandi [...] á handarbeiðsskúlanum Í hvussu er árini 1850, 1855, 1860 og 1870 hevur Anna Sofía verið lærari við handarbeiðsskúlan í Havn, sum hevur verið eitt serligt tiltak tá í tíðini. Undan honum var arbeiðsskúlin [...] hjá arbeiðsskúlanum. Tískil hevur Anna Sofía verið við frá byrjan sum fyristøðukvinna. Endamálið við skúlanum var at læra næmingarnar at tøta og seyma lín. Anna Sofía hevur ivaleyst verið millum næmingarnar
Anna Maria Petrina Jacobsen (1843-1922) úr Leynum og Hans Højgaard (1847-1941) av Toftum. Hini systkini hjá Johannes vóru: Andreas f. 1876. G.v. Julionnu Malenu Berlinu Vang f. 1873 Hansina Maria (1879-1936) [...] i den senere Tid, ejer han Æren for flere. Den fortrinlige Bro, der fører over den store Elv, har man først og fremmest ham at takke for, ligeledes fremskyndede han meget Vejarbejdet den Gang, dengang [...] gentuna Niels, beiggi Hansinu, var trúlovaður við, tá ið hann doyði. Hon doyði frá manni og barni. Her hevur verið hjartalag! Kelda: Torgerð Matras Í komandi parti verður greitt frá Marin og Jørgen F. Jacobsen
At skriva minningarorð um ein, sum ein hevur fylgst við og hevur havt samfelag við, bæði til gamans og álvara, upp gjøgnum barna- ungdóms- og manndómsárini, fellur ikki lætt, men eg ynski at royna at festa [...] ein mánaði ímillum. Sum verða man er slíkt sera hugstoytt, tá sorgin og saknurin kemur, og ein kanska hugsar, hví hendir hetta meg ella okkum. Men eg hugsi, at Skaparin hevur lagt hetta í okkum, at vit rokna [...] hann, um hann longu var keddur av at vera bóndi. Nei, segði hann, men Esmar hevur góðan hug til seyð og jarðarbrúk, og hann hevur góð evnir, kanska eitt sindur bráður og fortur, men tað skal nokk fara av
Mamma Janusar var Maria Ziska, ættað úr húsunum í Dali yviri á Kák í Havn. Ein av okkara rithøvundum, Oddvør Johansen, hevur sagt um Havnina, at hon er ein morgunbýur. Oddvør hevur vissuliga rætt, men [...] hundarnar hjá Veronese, ketturnar hjá Manet, verk eftir Tizian, Velasquez, Hogarth ella Henry Moore. Janus Kamban smæðir seg ikki burtur í hesum liði. Hann hevur í prentum, skurðum og høggmyndum avmyndað [...] skifti á Mýruni (í Kielarkanalini), til hann í 1970 flutti inn í húsini á Dalatrønni, har hann síðani hevur búð og virkað. Janus hoyrir til ættarliðið av føroyskum andsmennum, sum fór til verka beint eftir