Bjørk og Guttorm vunnu á ólavsøku

Hóast tað ikki varð á Tórsbreyt, so var undirtøkan fyri árligu ólavsøkurenningini, ið Bragdið skipar fyri, heilt góð. 260 luttakarar kapprunnu í góðveðrinum á Skálatrøð sunnukvøldið

Vaksnu luttakararnir runnu fimm kilometur, og børn og ung runnu ávíkavist 600 og 1200 metrar. Hetta gjørdu ung sum eldri skjótt og væl. Guttormur Sørensen var kvikastur hjá monnunum, og brúkti 16 minuttir og 44 sekund um fimm kilometur langa teinin. Honum á baki vóru Regin Zachariassen og Andrias Hansen, sum brúktu 16.50 og 17.01 um sama tein. Við øðrum orðum var eingin ivi um, hvør vinnarin.

Guttormur Sørensen frá Treystinum kom væl frá byrjan, og hóast 48 ára gamli Regin Zachariassen hálaði væl inn móti endanum, var Guttormur ikki færri enn seks sekund fyrr um málstrikuna. Hetta er eisini fult í tráð við tað, sum er hent á hinum kappingunum kring landið í summar, har Guttormur Sørensen hevur verið ógvuliga stinnur.

Hóast nummar tvey í bólkinum hjá monnum, so rakk góða úrslitið hjá Regini Zachariassen til eitt fyrsta pláss í øðrum bólki. Hann vann nevniliga kappingina hjá veteranum, har luttakarar millum 45 og 54 ár runnu, og kom Regin Zachariassen næstan ein heilan minutt fyrr á mál. Næstir honum vóru Borgar Biskusstø við tíðini 17.45 og Absalon Hansen við tíðini 18.34.

Menninir kappaðust eisini í einum superveteran bólki. Hetta er fyri menn, ið eru 55 og eldri. Tríggir teir fremstu her vóru Jens Weihe, Óli Olsen og Steindór Hjaltalin. Hesir høvdu ávíkavist tíðina 20.04, 20.05, og 21.23. Við øðrum orðum var kappingin um fremsta sessin í hesin bólki ógvuliga hørð. Hetta var eisini mest spennandi vaksnamannakappingin. Átta luttakarar vóru í hesum bólki, og tilsamans luttóku 56 mans.


24 kvinnur

Hjá kvinnunum var absolutt eingin ivi. Bjørk Herup Olsen hevur verið suveren seinastu tíðina, og tað var hon eisini sunnukvøldið. Unga havnardaman, sum er fødd í 1991, var ein heilan minutt og 40 sekund fyrr um strikuna enn nærmasti kappingarneytin. 18 minuttir og 23 sekund brúkti Bjørk Herup Olsen um teir fimm kilometrarnar.

Hóast nærmasti kappingarneytin var rímiliga langt aftanfyri, var tað ógvuliga hugaligt at staðfesta, at eisini hetta var ein ung dama. Rannvá Djurholm er eitt ár yngri enn Bjørk Herup Olsen, men brúkti 20 minuttir og trý sekund um teinin.

Hildur Enni var triðja kvinnan, ið rundaði teir fimm kilometrarnar, og tað gjørdi hon við tíðini 20 minuttir og 11 sekund.

Hjá kvinnuveteranunum var Lydia Gardar tann kvikasta. Í kapping við tvær aðrar kvinnur, var hon fyrst á mál við tíðini 24 minuttir og 26 sekund. Hinar báðar vóru Ingrid B. Patursson og Jessie Hansen við tíðunum 25.05 og 29.10.

Tvær kvinnur vóru umboðaðar sum superveteranar. Hesar vóru Louisa Svensson og Maria Vilhelmsen, sum brúktu 24 minuttir og 32 sekund og 26 minuttir og 42 sekund um teinin.

Í kvinnurenningini luttóku 24 kvinnur.


Nógvir ungdómar og børn

Nógv tann størsti luttakaraskarin vóru ungdómarin og børnini. 180 vóru hesi í tali. Tey sluppu at gera seg galdandi eftir, at tey vaksnu høvdu runnið. Kappast var í fýra ymiskum aldursbólkum, bæði hjá gentum og dreingjum.

Hjá gentunum vann Elisabet Holm Simonsen kappingina á 600 metra teininum. Hetta gjørdi hon við tíðini 02.33. Hetta var 15 sekund frammanfyri Mariu Biskupstø og 20 sekund frammanfyri Urd Reginsdóttir á Lofti, sum gjørdust nummar tvey og trý. Hjá gentum føddar millum 1995 og 1997, var Kristin Lív Svabo Jónsdóttir fyrst á mál við tíðini fýra minuttir og 27 sekund. Og hjá gentum føddar millum 1991 og 1994 vann Rebekka Fuglø við tíðini 3 minuttir og 59 sekund. Í hesum báðum bólkum var kappast á 1200 metrum.

Í dreingjakappingini fyri teir, sum vóru føddir í 2001 ella seinni, var Óli Eyðsteinsson fyrstur á mál. Hann brúkti tveir minuttir og 24 sekund og teir 600 metrarnar. Ari Olsen var fyrstur hjá teimum, ið eru føddir millum, 1998 og 2000, og brúkti hann ein minutt og 57 sekund um 60 metrar.

Regin Joensen og Rúni Seloy brúktu ávíkavist tríggjar minuttir og 58 sekund og tríggjar minuttir og 39 sekund um 1200 metrar. Regin Joensen í kappingini fyri dreingir, ið vóru 13 ár og yngri, og Rúni Seloy fyri kappingina fyri dreingir 17 ár og yngri.


Myndatekstur:

Bjørk Herup Olsen hevur verið suveren seinastu tíðina, og tað var hon eisini sunnukvøldið. Unga havnardaman var ein heilan minutt og 40 sekund fyrr um strikuna enn nærmasti kappingarneytin

Mynd: Pauli Djurholm