Fusk við matinum

Dagliga borðreiða vit við E621, E300, E407 og E323. Evni, ið vit ikki vita nakað um, men sum vit eta 6-7 kilo av árliga. Nógv av hesum eru evni, ið verða latin í vanligan mat í staðin fyri tað, tú heldur er í. Tað gevur pylsuni meira smakk av kjøti, ísinum meira smakk av róma og saftini meira smakk av frukt.

Tey sokallaðu "E-numrini" eru at finna allastaðni. Føroyar hava somu reglur sum Danmark á hesum økinum, og Danmark og øll onnur ES-lond loyva 316 ymisk E-numrum.

Tað, ið goymur seg aftanfyri tølini, eru evni, ið á ymiskan hátt betra um matin, so at hann tykist meiri lokkandi fyri okkum brúkarum. Tað kann vera at betra um litin á ísinum, gera jogurtið tjúkkari, breyðið søtari og kryddblandingina sterkari.

Spurningurin er, hví maturin hevur brúk fyri hesum - hevur hann tað ikki í sær natúrligt?

Svarið er í flestum førum, at nútíðar maturin er so kemiskt viðgjørdur, at hann hevur mist stóran part av natúrliga smakkinum, og tí er neyðugt at styrkja smakkin fyri at gera matin borðbaran.


Grønur av spinat

Høvundin Mats-Eric Nilsson hevur givið tvær bøkur út um hetta evni. Tann fyrra æt "Den hemlige kokken" og tann seinna "Ekte vare". Hann greiður frá, hvussu hansara áhugi fyri nútíðarmatinum var vaktur:

"Eg og beiggi mín vóru ein túr á strondini. Beiggin hevði hug at keypa ein ís og keypti ein "Pistacie-Magnum". Meðan vit sót og ótu ísin, læs beiggin á innihaldsyvirlitinum og brast útúr: "Henda kemiska evjan kann ikki kallast fyri ísur". Tað vóru ongar pistaciunøtir, ið gjørdu ísin grønan, tað var spinat og ymisk E-nummar. "?Mats fór at hugsa um, tað kundi vera soleiðis við fleiri matvørum, og úrslitið varð tvær bøkur og nógv kjak í Svøríki, Finnlandi og Norra um íblandingarevni og smakkstyrkjarar í okkara dagliga kosti.

Hann kom millum annað fram til, at ein miðal brúkari í vesturheiminum fær millum 6 og 7 kilo av íblandingarevni í seg árliga. Hetta er ein stór mongd, tí flestu smakkstyrkjarar og ílatingarevni eru so sterk, at bara ein lítil mongd er nokk.

Samanlagt keypur altjóða matvøruídnaðurin íblandingarevni fyri 150 milliardir krónur um árið. Tey siga, at tey verja brúkaran við at nýta hesi evni, tí maturin heldur sær longri, og brúkarin ikki gerst sjúkur av mateitran.

Men tað er bara ein brøkpartur, ið betra um haldbarið. Níggju av tíggu ílatingarevnum eru kosmetisk. Tað vil siga, at tey betra um konsistensin og útsjóndina á matinum.


Lesa ikki innihald

Flestu brúkarar lesa ikki innihaldsyvirlitið, tá ið tey keypa mat. Onki løgið er í tí, eftirsum tað oftast er sett við so smáum stavum og á so óróliga bakgrund, at tað nærum er ógjørligt at lesa. Men í innihaldsyvirlitinum finnur ein svarið uppá, um ein matvøra er tað reina fusk, ella um hon inniheldur tað, ið pakkin lovar, at hon inniheldur.

Eitt alment ráð, ið Mats-Eric Nilsson gevur, er, at halda seg vekk frá mati, ið hevur langt innihaldsyvirlit. Tað er oftast tekin um, at maturin hevur langa bakgrund á virkjum, og at rávøran hevur mist sín natúrliga smakk og útsjónd.

Eitt dømi, sum flestu føroyingar kanska vita, er, at laksur ikki er ljósareyður. Hann er grábrúnur, og ljósareyði liturin verður givin laksinum fyri, at hann skal síggja leskiligari út.

Eitt annað dømi uppá sokallað fusk er vanilja. Einans 2-3 prosent av allari vanilju í heiminum kemur frá tí orkideini, ið hevur givið vaniljuni sítt navn. Restin eru meira ella minni vælgjørdar eftirlíkningar. Ein háttur at gera vanilju er úr rotnum grannviði, tí evnið lignin er í granntrøðum, og líkist hetta evni nógv ektaðari vanilju. Vaniljusmakkurin verður eisini framleiddur úr petrokemiskum evnum, og sami vaniljusmakkur, ið vit lata í køkur og ís, verður eisini brúktur til reingerð og vaskipulvur.


Venja okkum

Ein avleiðing av at vit eta meira og meira av mati, ið er viðgjørdur við ílatingarevnum er, at okkara smakksansur venur seg við eftirgjørda smakkin, og tí velja vit heldur kemiskt framleidda matin enn tann natúrliga.

Spurningurin er so, hvat øll hesi kemisku evni gera við okkum menniskju. Nógv av teimum eru bara testað á rottir og onnur djór. Summi veit man elva til ovurviðkvæmi, men eru hóast tað loyvd.

Av teimum 316 loyvdu E-numrunum er tað eitt, ið Mats-Eric Nilsson serliga vil ávara ímóti. Tað er evni E621 - mononatriumglutamat. Tað er ein smakkstyrkjari, ið verður nýttur til mat, ið er so fátækur, at hann hevur mist sín natúrliga smakk. Nógv fólk hava eisini greitt frá, at tey hava fingið ovurviðhvæmi av at nýta E621.


Okkara skyld

Vit brúkarar hava ein part av skuldini fyri at matvøruídnaðurin ger á henda hátt. Vit vilja hava mat, ið tekur lítla tíð at gera og helst skal hann verða bíligur eisini. Ídnaðurin møtir hesum kravi við at geva dýrunum hormonir, so at tey veksa skjótari, minkað verður um rávøruna og ymisk kemisk evni verða latin í ístaðin. Eisini verður ymiskt pulvur gjørt, ið bara er at blanda við og so vips hava vit náttverðan á borðinum.

So spurningurin er um vit hava tann mat, ið vit hava uppiborið, og hvat vit velja at gera við tað!





(Tekst til matin á myndini. Skulu vera pílar inn til tey ymsku matvørurnar)


Vit hava valt nakrar tilvildarligar vørur úr føroyskum handlum og hugt eftir, hvat tær innihalda.


Sunfresh djús- inniheldur mest vatn og sukur. Á triðja plássi kemur 5% av fruktdjus. Inniheldur níggju ymisk E-nummur.


Fun light saft. Hindber/orange - inniheldur 15 ymisk evni. Mest vatn, síðani 4,6% apelsinsaft og 0,1% hindbersaft. Reklamerað verður við, at saftin nú ikki inniheldur nøkur kunstig litevni (Fun saftin hevur fingið sera nógva ábreiðslur fyri tey nógvu kemisku evnini) - litirnir eita nú betacaroten og anthocyaniner.


Yogurt bollar frá Kohlberg - inniheldur 15 ymisk evni - 4 ymisk E-nummar


Aceto balsamico di modena - balsamicoedikkur, ið verður nýttur sum salatdressingur er ikki tann ektaði balsamicoedikkur, ið er dýrur og verður leingi lagraður á eikfati. Hesin dressingurin er edikkur og drúvumos, ið er litað brúnt.


Glyngøre rogn guf - inniheldur 14 ymisk evni. Av innihaldinum er 44% rogn, restin er vatn, olja, sinoppur og ymisk E-nummar


Aromat frá Knorr - inniheldur mest salt og E621 - mononatriumglutamat, ið er kendasti smakkstyrkjarin og kann elva til ovurviðkvæmi.


Livurpostei frá Krás - reklamerar við, at tað er framleitt í Føroyum, men svínalivurin og fleskið er úr Danmark. Inniheldur E621


Hønsesalat frá X-tra - av teimum 300 gramunm eru 84 gram høsnakjøt, Inniheldur 31 ymisk evni.


Guacamole dip frá Santa Maria - guacamole er upprunaliga ein sós gjørd av avokado. Henda sósin inniheldur 1,5% avokado og 23 onnur evni. Inniheldur E621.


Risifrutti - inniheldur mest mjølk og vatn. 8,5% rís og 8% sukur.


Wienarpylsur frá Coop - innihalda 56% grísakjøt, 20% vatn og 14% neytakjøt.


Oliven frá Coop - 230 gram, men einast 106 gram eru oliven.


Bolognese frá Toro - inniheldur E621


Taco spice mix frá Santa Maria - inniheldur mest drúvusukur, síðan 17,5% salt.


Brún sós frá Toro - inniheldur E621


Ísblóma, vanilja frá Fóm - inniheldur mest sukur, síðan mjólkarturrevni og síðani plantufita. Restina av innihaldinum eru E471, E401, E407, E410 og E412 og smakkevni. Ikki eitt orð um vanilju, ið ísurin eitur.


Soleiðis lesur tú innihaldsyvirlit

Um vit taka vanilju Ìsblómuna frá Fóm sum dømi inniheldur hon mest sukur, tí tað stendur fremst í "Tilfar-listanum", næstmest mjólkarturrevni og triðmest plantufiti. Hesin háttur at seta innihaldsyvirlit upp er altjóða viðurkent.