Tingmenn droyma allir um landsstýrissess

Hetta sigur 43 ára gamli kollfirðingurin og royndi politikarin Bjarni Djurholm, sum avloysir Finnboga Arge, landsstýrismann í Tinganesi

Hann er í hvítari nýstroknari skjúrtu, svørtum buksum og slipsi. Vit eru staddir heima hjá Bjarna Djurholm, fíggjarnevdarformanni og tað eru ikki nógvir tímar síðan, at avgerð varð tikin um, at hann skuldi avloysa Finnboga Arge, sum landsstýrismann hjá folkaflokkinum í Tinganesi. Finnbogi er loystur úr starvi í dag og Bjarni Djurholm tekur við nýggja sessinum 28. august. Hann er á veg oman í Tinganes, har hann fyri fyrstu ferð skal avmyndast sum komandi landsstýrismaður við tí eyðkendu bakgrundini úti í Tinganesi.

- Eg haldi, at allir tingmenn droyma um at gerast landsstýrismenn einaferð. Tað er í landsstýrinum, at avgerðirnar verða tiknar, og tú verður meira beinleiðis við at mynda landsins politikk, sigur Bjarni Djurholm.

- Eg haldi heldur ikki, at tað verður so torført at taka yvir eftir Finnboga Arge. Nógv mál eru loyst úr lagdi seinastu tvey árini, og eg havi eitt gott støði at standa á.


Avgjørdur politikkari


Bjarni Djurholm er kendur sum ein markantur politikkari. Hann hoyrist, og hann hevur ofta avgjørdar meiningar um týdningarmikil mál. Mótvegis Finnboga Arge, kunnu vit rokna við at fáa ein eitt sindur meira harðmæltan landsstýrismann og saman við nýggja landsstýrismanninum hjá Tjóðveldisflokkinum Tórbjørn Jacobsen kunnu vit rokna við, at løgmaður, Annfinn Kallsberg og Høgni Hoydal av og á verða noyddir at slætta sjógv.

Tað eru nøkur mál sum Bjarni Djurholm fer at leggja seg eftir at loysa, mál sum Finnbogi Arge hevur arbeitt við, men sum ikki er heilt rokkin enn. Á samferðsluøkinum er tað serliga loysnin at projektera og byggja nýtt skip til Suðuroyarsiglingina. Nýtt skip til Sandoynna er eitt mál sum longu er í gongd, ferjan fer vónandi at sigla um ársskiftið, og sambandið um Vestmannasund stendur ovalaga á dagsskránni. Eisini hyggur nýggi landsstýrismaðurin frameftir, tá tað snýr seg um sambandið um Leirvíksfjørð og annars sambandi í útjaðaraøkinum.

? Eg havi ofta verið skýrdur fyri at verið ein miðstaðarmaður, men eitt vælútbygt miðstaðarøkið ger tað eisini liviligari hjá fólki í útjaðaranum. Arbeitt verður við at orða ein útjaðarapolitikk, og hesin sorterar undir mínum málsøki har vinnumálastýrið liggur. Skal útjaðarin hava møguleika at mennast, so er neyðugt at skapa nakrar fortreytir, soleiðis at tey smáu plássini kunnu hava nakað at bjóða sínum borgarum. Fyrsta fortreytin fyri hesum er, at samferðsluviðurskiftini eru í lagi og hesi halta manga staðni í dag. Eitt nú eru stórir samferðslutrupulleikar á teimum smáu plássunum í Norðoyggjum, sigur Bjarni Djurholm.

- Eg eri sjálvur av tí fatan, at tað í sær sjálvum ikki er negativt, at vit hava eitt kraftarmikið miðøki. Eg haldi, at eitt vælútbygt miðøki kann gera tað liviligari í útjaðaranum, soleiðis at vit ikki koma í ta støðu, at hatta og hatta skal ikki vera har ella har. At vit ikki byrja at kappa fyri fáa alt fordeilt javnt í samfelagnum, sigur Bjarni Djurholm,



Vestmannasund

Bjarni Djurholm heldur, at undirsjóartunnilin undir Vestmannasund fer eisini at hava aðra ávirkan á føroyska samfelagið enn at verða farleið undir sundinum.

- Eg trúgvi, at óvanligi hátturin sum hevur verið nýttur at fáa fast samband um Vestmannasund fer at slóða fyri einum øðrum hugburði, tá tað snýr seg um almennar íløgur. Við royndunum frá Vestmannasundi, so trúgvi eg, at tað næsta man fer at hyggja eftir, er fast samband um Leirvíksfjørð, sigur Bjarni Djurholm,

~Stóra takið komandi ár verður at fáa eitt nýtt skip til Suðuroynna projekterað og síðan at fáa løgtingsins vælvild til fígging av skipinum. Suðuroyggin er komin í eina trongstøðu, at hon er endað í somu støðu í dag, sum miðstaðarøkið var fyrst í seinastu øld, tá var næstan alt virksemi í landinum í Suðuroy. Suðuroyggin er illa fyri, eisini hvat vegakervi viðvíkur, so har er nógmikið at tríva í, sigur Bjarni Djurholm.


Familjumaður

Bjarni Djurholm er føddur i Kollafirði og kom eftir lokna realskúlagongd í Vestmanna til Havnar. Hann var eitt stutt skeið niðri og læs og kom síðan heim á Læraraskúla. Hann var lærari í tvey ár á Spesialskúlanum og fór síðan á Tekniska Skúla, har hann var lærari í 12 ár. Hann er í dag varaskúlastjóri á Eysturskúlanum, men hevur verið í farloyvi seinastu árini orsakað av politiska arbeiðinum. Eitt nú sum eygleiðari í stóru bankakanningini. Bjarni er giftur Eydnu, sum starvast á Føroya Tele. Tey eiga trý børn, tey eru Tummas Pauli, 19 ár, Annika, 12 ár og Monika Maria 9 ár. Bjarni Djurholm býr Millum Gilja í Hoyvíkshaganum.