Kvinnuhondbóltur
Hóast vit framvegis skriva grundspæl í bestu kvinnudeildini í hondbólti, so var tað eitt slag av lagnudysti fyri bæði liðini, tá StÍF vitjaði Neistan í Havn sunnudagin. Heimaliðið hevur langt ífrá staðið seg so væl í ár, sum tær vanliga gera, og skuldu tær halda fast um møguleikan fyri eini toppplasering, so skuldu tvey stig helst fáast burturúr dystinum.
StÍF er hinvegin eitt av liðunum, sum veruliga hevur gjørt um seg í ár. Og tó at oddaliðið úr Vági framvegis er væl fremst, so kundu tær við einum sigri bíta seg enn fastari á sessirnar beint undir oddinum.
Tóktist avgjørt
Heilt leingi var eisini líkt til, at tað ikki skuldi vera nakar ivi um, hvønn veg stigini skuldu fara. Eftir eina javna byrjan, har liðini líka sum kannaðu hvørt annað, var tað nevnliga StÍF, sum setti ferð á. Ein orsøk til hetta var so avgjørt, at neistaverjan ikki riggaði í nær námind soleiðis, sum ein verja eigur at gera. Óskipað og sløsut eru kanska bestu orðini at greiða frá um verjuspælið, og úrslitið var eisini hareftir. Ferð eftir ferð eydnaðist StÍF við einføldum spæli at spæla inn um bláu verjuna, og ikki minst kundi Paula D. Olsen gera sær dælt av hesum.
At tað kortini eydnaðist Neistanum at koma aftur í dystin, hevði so avgjørt eisini sínar orsøkir. Sjálvsagt kundu tær nýta steðgin til at tosa nøkur ting upp á pláss, soleiðis at somu mistøkini ikki framhaldandi vórðu gjørd, og tað eydnaðist sum so eisini. Hinvegin, so mugu gestirnir eisini sjálvar taka sær ein part av ábyrgdini fyri, at spenningur kom í aftur.
Kendu seg tryggar
Við fimm mála leiðsluni í steðginum var kanska ov lætt at fáa ta trúgv, at stigini longu vóru vunnin, og fyrstu løtuna eftir steðgin tóktust tær ikki greiðar um, at dysturin enn ikki var liðugur. Spælið var til tíðir merkt av líkasælu, og tað var heilt skjótt, at Neistin hevði revsað hetta.
Eftir bert tíggju minuttum hevði bláa heimaliðið aftur fingið javnvág í roknskapin, og nú stóð av álvara á hjá hvítu gestunum. Spakuliga fingu tær tó aftur um rætta endan. Ikki minst takkað verið skotstyrkini frá útlendsku leikarunum. Neistin royndi alla tíðina at svara aftur, men onkursvegna misnýttu tær, tá tær í einum tveimum førum høvdu møguleikan at leggja seg á odda. Tveir minuttir fyri leiklok var tað soleiðis framvegis StÍF, sum var á odda við tveimum málum. Dysturin tóktist mest av øllum at vera avgjørdur, men so tók ein hending seg upp, sum ivaleyst kom illa við hjá gestunum. Poula D. Olsen var á veg í mótálop, men dømt varð fyri dribl. Tá hon skuldi leggja bóltin frá sær, mettu dómararnir, at hon tveitti hann burtur, heldur enn at leggja bóltin har, sum fríkastið skuldi takast, og tískil góvu teir henni tveir fingrar.
Sum vera man, so hildu strandakvinnurnar lítið um avgerðina, og tað er helst einki at dylja, at hesir báðir minuttirnir mundu vera fremsta orsøkin til, at Neistin fekk nakað burturúr dystinum.
Nyttuleysir javnleikur
Sum úrslitið sigur, so fekk Neistin altso ein javnleik burturúr, men í roynd og veru kann tað væl vera, at hesin ikki kann brúkast til so øgiliga nógv. Tær bláu hava nevnliga longu ein javnleik á kontini, og tí felur stigið hesaferð burtur, um talan ikki verður um aðrar javnleikir í grundspælinum.
Hjá StÍF var talan hinvegin um fyrsta javnleikin, og tí hava tær sum so ikki mist nakað. Heldur ikki hóast tær ikki tóktust vera serliga væl nøgdar um javnleikin sunnudagin. Tær eru nú eitt stig aftan fyri VÍF á øðrum plássi, men vórðu stigini hálverað í dag, hevði stigatalið verið tað sama hjá báðum pørtum.
Dsyturin í tølum:
Neistin-StÍF 25-25 (11-16)
Málskjúttar:
Neistin: Rakul Augustinussen 5(2), Simona Dziugyte 5(1), Ása á Neystabø 4, Lív Sørensen 4, Súna Mørk 3, Mildrið Jacobsen 2, Anna Clemtnsen 2
StÍF: Paula D. Olsen 7, Alina Olaru 6, Asta Petrauskiene 5(2), Anna Maria Berthelsen 3, Sunfríð B. Jacobsen 2(1), Ata Gregersen 2
Brotskøst: Neistin 5, StÍF 4
Útvísingar: Neistin 1, StÍF 3
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Rúni Mohr