Meinhard Jacobsen, stjóri. Hann vísur á, at dollarkursurin í fjør hevur verið lágur, og at hetta saman við smáttfallandi upsanum hevur verið ein tungtvigandi orsøk til vánaliga úrslitið. - Undir vanligum [...] hall upp á 13 mió kr., og at felagið hartil misti 2,7 mió kr. av surimi-verkætlanini, sum felagið hevur verið partur av í Fuglafirði. - Tað er sjálvandi ikki nøktandi, tá vanligi raksturin gevur eitt somikið [...] hesum døgum tosað nógv um júst upsan. Í grein í Fiskaren mikudagin verður staðfest, at smáur upsi hevur givið ein prís upp á 7,55 NKR í seinastuni, men sambært Meinhard Jacobsen, so eru hetta ikki tøl,
senda hesi inn er í dag. Eisini nýtt fólk Vant hevur verið í eina tíð suðuri í Vági, men tað er ikki fyrr enn nú í seinastuni, at uppmøtingin til venjingina hevur verið nøktandi. Sum skilst var eitt sindur [...] John Christensen, ið venur Sumba/VB, og hann hevur eisini fingið fatur á onkrum nýggjum spælara. Talan er um ein afrikanskan spælara, sum tað tó ikki hevur eydnast okkum at fáa nærri upplýsingar um. Í [...] Tað hevur ljóðað, at vátt var komið í reiðrið í sambandi við samanleggingina av Sumba og VB, men í kvøld verður stovnandi aðalfundur av nýggja felagnum, og einki hald tykist verða í leysatíðindunum. Gomlu
sum vegna reiðaríðið hevur vent sær til føroyingar. Í lýsing her í blaðnum leygardag varð greitt frá hesi ætlanini, eins og víst varð til heimasíðuna hjá reiðaríð?inum. Felagið hevur heimstað í býnum Nelson [...] teir. Tí royna vit at fáa føroyingar umborð ístaðin, sigur hann. Hann hevur hoyrt um royndirnar hjá føroyskum fiskimonnum, og hevur í hesum sambandi eisini hoyrt um tær dygdirnar, teir hava. - Eg havi bara [...] innferðarloyvi til føroysku fiskimenninar í eitt ár. Sum skilst so er manningin umborð í átta vikur og hevur síðani frí í fýra. Einki verður tó sagt um hvør hýra fæst.
trý langabba-ommubørn. Henning hevur altíð verið fittur í hondunum. Nógv hevur hann evnað til, og skjótur er hann at hjálpa til um á stendur. Hóast aldurin er høgur, hevur Henning enn hug og vilja at arbeiða [...] arbeiða. Honum dámar best at putlast vit eitt hvørt, fyri einki dugir hann illa at sita. Henning hevur verið og er virkin í Kirkju og Missiónshúsinum á Argjum. Hann var í síni tíð við til at byggja húsið [...] við. Náttúran er beint við, og ein túr niðan á Kirkjuvatn ella longur upp á fjøllini ein góðan dag hevur verið fastur táttur. Í ár ætla tey sær tó at síggja blómugarðin á Argjum í summarbúna og fara seinni
eldri. Innihalds- og hendingarríkt fimleikaár. Havnar Fimleikafelag hevur aftur í ár havt eitt innihaldsríkt fimleikaár. Felagið hevur í hesum fimleikaárinum runda tey 95 árini, vunnið Fimleikafagnaðin [...] síggja hvussu leikur fer. Felagið hevur í fleiri ár, havt summarfimleik fyri vaskin og í ár verður einki undantak. Nærri verður lýst í bløðunum seinni. Afturat hesum hevur felagið 2 tiltøk eftir at fyriskipa [...] Pinkurnar vunnu silvur. Liðini hjá felagnum hava aftur í ár verið fullsett, og tiltøkini sum felagið hevur skipað fyri í vetur, so sum Familjudagur í gongugøtuni, Loppumarknaður, Rútmukapping, Amboðskapping
um tú ikki leggur leiðina framvið basarin í KFUM, ja, so hevur tú ikki verið á ólavsøku. Hugsar ein samstundis um hvussu leingi basarurin hevur verið, so er ikki løgið, at hesin er vorðin ein inngrógvin [...] ikki lá á ólavsøku. Men sum tíðin er liðin hevur basarurin rótfest seg væl og virðiliga í ólavsøkuna og samstundis voksið seg nógv størri. Okkurt hendingaárið hevur eingin basarur verið, men sum heild hava [...] Tað er allarhelst fleiri havnarmenn við mær, ið ikki hava stórvegis aðrar fiskiroyndir enn tær, ein hevur fingið sær við fiskibrunnin í KFUM. Og har verður dúgliga fiskað á hvørjum árið. Hesir pakkarnir skulu
uppgávur undir kommunurnar at umsita. Tað hevur mangan verið ført fram, at leggja kommunur saman, skulu tær fáa fleiri uppgávur at umsita. Men politiskt hevur eisini leingi verið tosað um at leggja fleiri [...] barnaverndarøkið undir kommunurnar, men enn hevur dirvið ikki verið til at leggja fólkaskúlan, eldraøkið undir kommunurnar, eitt nú heimarøkt, o.s.fr. Tað hevur heldur ikki verið dirvið til at leggja mu [...] fleiri málsøki undir kommunurnar at umsita fyri at menna økini kring landið. Tosað hevur verið um eldraøkið, fólkaskúlin o.s.fr. Og Rodmundur Nielsen helt, at høvdu politikarar víst størri dirvi at leggja
Records, eitt nú sum Høgni nú hevur fingið, útbreiðslusáttmála, ella útgávusáttmála, umboðan, miðlavenjing, hjálp við at gera sjónbandaløg og mangt annað. Frammanundan hevur Høgni Lisberg sáttmála við TUTL [...] sjálvandi nógvar dyr upp. Tí hóast Sonet Records ikki varð endurstovnað fyrr enn í juni í ár, so hevur felagið pondus. Í 60unum og 70unum var Sonet Records eitt tað mest týdningarmikla plátufelagið á danska [...] samstundis nýtir útbreiðslunetið hjá Universal og allar møguleikarnar fyri alnetsølu, ið Universal hevur ment. Grundhugsjónin er at bjóða tónleikarunum nógv meira skapandi frælsi enn vanligt er í plátufeløgum
Ársins virki Vinnudagurin, sum nú hevur nøkur ár á baki, hevur havt sum fastan tátt at útnevna Ársins virki og Ársins átak. Soleiðis var eisini seinasta fríggjadag. Á Vinnudegnum 2005 fekk Høvdavirkið [...] nakað virkið higtartil hevur borið seg undan at taka ímóti heiðrinum sum Ársins virki av ótta fyri kanska at verða hongt út í fjølmiðlunum fyri okkurt annað seinni. - Nei, higtartil hevur einki virkið borið [...] borið seg undan, so vandin við slíkum søgum hevur ikki fingið virkini at halda seg aftur, sigur hann. Ikki eindømi Jan Mortensen vísir á, at hendingin við Høvdavirkinum í fjør er ikki eindømi eftir, at útnevningin
nærmastu kappingarneytar. Men greitt er, at VB/Sumba enn ikki hevur tryggjað sær sess í deildini komandi kappingarár, og at EB/Streymur ikki hevur vunnið sítt fyrsta FM nakrantíð enn. Tí fara báðir partar [...] besta til at fáa stig og helst fleiri burtur úr dystinum á Eiðinum í Vági sunnudagin. Heimaliðið hevur allar mans tøkar. Hvørki leikbann ella skaðar merkja hópin á nakran hátt, og fara allir mans at gera [...] meistararnir koppaðu teimum í Vági. Verjuspælari farin Hjá EB/Streymi eru so at siga allir mans tøkir. Tó hevur felagið nú sagt Ólavi Poulsen farvæl. Hann fer av landinum og tí verður oddaliðið ein verjuleikara