Stingur tú nøsina fram, er skjótt at fáa ein frammaná

- Higartil hevur einki virki borið seg undan at gerast Ársins virki á Vinnudegnum, sum Vinnuhúsið skipar fyri. Hinvegin hava vit nakrar ferðir sæð, at Ársins virki seinni er komið í andglettin fyri annað enn tað, sum heiðurin snúði seg um, ásannar Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum

Ársins virki

Vinnudagurin, sum nú hevur nøkur ár á baki, hevur havt sum fastan tátt at útnevna Ársins virki og Ársins átak.
Soleiðis var eisini seinasta fríggjadag.
Á Vinnudegnum 2005 fekk Høvdavirkið í Leirvík hendan heiður, men long tíð gekk ikki, til virkið kom í andglettin í fjølmiðlunum fyri annað enn tað, sum útnevningin snúði seg um.

Dálking við slógvi
Høvdavirkið varð nevniliga lagt undir at dálka bøin við slógvi og at stoyta slógv á sjógvin.
Vit spurdu tí Jan Mortensen, stjóra í Vinnuhúsinum, um nakað virkið higtartil hevur borið seg undan at taka ímóti heiðrinum sum Ársins virki av ótta fyri kanska at verða hongt út í fjølmiðlunum fyri okkurt annað seinni.
- Nei, higtartil hevur einki virkið borið seg undan, so vandin við slíkum søgum hevur ikki fingið virkini at halda seg aftur, sigur hann.

Ikki eindømi
Jan Mortensen vísir á, at hendingin við Høvdavirkinum í fjør er ikki eindømi eftir, at útnevningin sum Ársins virki er veruleiki.
- Hetta hava vit upplivað nakrar ferðir, sigur hann.
Stjórin í Vinnuhúsinum vísir á, at tá ið
Vónin varð kosin at vera Ársins virki, var onkur søga um, at virkið fekst við trolarbeiði á gamla Leirvíksvegnum.
- Sama var, tá ið dómsnevndin útnevndi Havsbrún til Ársins virki. Tá vórðu søgur um roykin í Fuglafirði tiknar fram aftur, sigur Jan.

Ein frammaná
Stjórin í Vinnuhúsinum vísir á, at stingur tú nøsina fram, er ein ávísur vandi fyri, at tú kanst fáa ein frammaná, sum hann tekur til.
- Tað vísir seg, at fólk eru meira bevíst um umhvørvi, og tað haldi eg bara vera gott. Sjálvandi eiga fyritøkurnar eisini at hugsa um umhvørvisligu viðurskiftini. Hetta er nakað, sum virkini mugu taka í álvara, sigur Jan Mortensen, stjóri.