Árligu fimleikaframsýningarnar hjá Havnar Fimleikafelag

Árligu framsýningarnar hjá Havnar Fimleikafelag verða tríggjar í tali. Felagið hevur valgt at kalla tær Framsýningin fyri BØRN, fyri UNG og fyri VAKSIN. Fyri BØRN og UNG verða leygardagin 29. mars ávikavist kl. 14.30 og kl. 18.00 og fyri VAKSIN mánadagin 31. mars kl. 19.00.
Allar í høllini á Nabb.

Fimleikur

Havnar Fimleikafelag hevur aftur í ár havt eitt innihaldsríkt fimleikaár. Liðini hjá felagnum eru full sett, tiltøkini sum felagið hevur skipað fyri, eru væl vitjaði bæði av fimleikarum og áskoðarum, Stórkappingarliðini vunnu 3 gull og 1 silvur av 4 møguligum og kvinnurnar skulu til Danmarkar, at royna seg í DM í rútmiskum fimleiki. Í stuttum eitt hendingarríkt ár.

FM í amboðsfimleik
Hóast árligu framsýningarnar verða nú, so er fimleikaárið ikki heilt liðugt, tí enn mangla FM kappingarnar í amboðsfimleiki. Hesar verða fyri yngru deildirnar 3 og 4 mai og eldru deildirnar 9 til 11 mai. Spennandi verður at síggja, hvussu hildnast har.

Summarfimleikur.
Felagið liggur ikki heilt stilt, hóast vanligu liðini fara í summarsteðg. Felagið hevur í fleiri ár, havt summarfimleik fyri vaskin og verður einki undantak í ár. Summarfimleikur - Kom í form ? verður hvørt mánakvøld og mikukvøld báðar dagar kl. 18.00 ? 19.15. Kostnaður er kr. 30,- fyri hvørja ferð og er ikki neyðugt at melda seg til áðrenn, ein møtur bara upp. Byrjað verður mikudagin 23. apríl og seinasta venjing verður mikudagin 4. juni.

Ætlanin var eisini at hava summarfimleik fyri børnum, men av ymiskum orsøkum er hetta ikki komið í rættlag enn. Um so verður, verður lýst við hesum seinni.

3 framsýningar í ár
Eins og onnur feløg í Havnini hava staðfest, so er umráðandi at stytta um árligu framsýningarnar, soleiðis at hesar gerast meira áskoðaravinarligar og ikki minst styttri fyri fimleikararnar. Hetta hevur verið ynski í longri tíð og hava vit í ár valgt at royna 3 framsýningar ístaðin fyri tær vanligu 2.

Sum sagt eru hesar býttar upp soleiðis at framsýningin fyri Børn verður leygardagin 29 mars kl. 14.30 og er aldurin 1_ ár til 2 fl. Framsýningin fyri Ung verður leygardagin kl. 18.00 og er aldurin tá 2. fl. ? 6 fl. Til seinast verður framsýningin fyri Vaksin mánakvøldið kl. 19.00 og eru tað tá 7.fl. og eldri sum vísa ein part av tí tey hava vant í vetur.

Stuðlar
Til seinast vil felagið nýta høvið, at takka øllum sum á ein hvønn hátt hava stuðlað felagnum, uttan tykkara stuðul bar als ikki til at reka fealgið, sum vit gera í dag. Takk fyri øll somul.