Høgni Lisberg fingið útbreiðslusáttmála við danskt útgávufelag

Ársins føroyska fløga 2005 Morning Dew hjá Høgna Lisberg verður nú givin út í Danmark, á plátufelagnum Sonet Records, ið nýtir útbreiðslunetið hjá Universal Records og allar møguleikarnar fyri alnetsølu, ið Universal hevur ment.


Høgni Lisberg skrivaði ígjárkvøldið undir sáttmála um útbreiðslu í Danmark av, fløguni ið vann planetina fyri bestu útgávu á Planet Awards í ár, við plátufelagið Sonet Records, ið er ein partur av Universal Denmark.
Hetta merkir, at fløgan Morning Dew verður send út á danska marknaðin, við hesum plátufelagnum í rygginum. Hetta letur sjálvandi nógvar dyr upp. Tí hóast Sonet Records ikki  varð endurstovnað fyrr  enn í juni í ár, so hevur felagið pondus.
Í 60unum og 70unum var Sonet Records eitt tað mest týdningarmikla plátufelagið á danska marknaðinum, men síðan datt felagið niðurfyri. Tað var ikki fyrr enn í ár, at Universal tók stig til at endurstovna søguliga felagið. Nýggja Sonet Records er ætla at vera eitt alternativ til Universal, eitt slag av indiefelagi, ið arbeiðir óheft av móðurfelagnum. Men sum samstundis nýtir útbreiðslunetið hjá Universal og allar møguleikarnar fyri alnetsølu, ið Universal hevur ment.
Grundhugsjónin er at bjóða tónleikarunum nógv meira skapandi frælsi enn vanligt er í plátufeløgum. Tónleikarar og plátufelag skulu kunna hyggja hvør annan í eyguni, og tónleikurin skal vera í miðdeplinum. Hjá Sonet Records fáa tónleikarar møguleika at velja millum nógvar ymiskar tænastur frá Sonet Records, eitt nú sum Høgni nú hevur fingið, útbreiðslusáttmála, ella útgávusáttmála, umboðan, miðlavenjing, hjálp við at gera sjónbandaløg og mangt annað.
Frammanundan hevur Høgni Lisberg sáttmála við TUTL, ið er galdandi fyri Føroyar og við Rough Trade, ið er eitt stórt útgávufelag sum virkar í øllum Europa. Avtalan hjá Høgna er tó einans galdandi í Hollandi, Belgia og Luksemborg.
Høgni hevur júst gjørt sáttmála við nýggjan umboðsmann. Talan er um danan Jesper Kemp, ið m.a. hevði rættiliga nógv at gera við gamla bólkin hjá Høgna, Clickhaze.
Í næstum skal Høgni luttaka á víðagitna Airwaves festivalinum í Reykjavík.