- Tit hava góðar fiskimenn

Eitt reiðarí í New Zealandi sóknast eftir føroyskum fiskimonnum at manna skip teirra. Góðar treytir fylgja við teimum, sum ætla sær avstað.

Vit hava altíð vitað tað, men tað er eisini stuttligt tá tað frættist í onnur lond um góðu sjómenn okkara.
Eitt er so tað, at grannatjóðir okkara vita hetta, men at hesin kunnleikin er komin allan vegin niður til New Zealands er ótrúligt.
Í øllum førum ynskir reiðarí?ið Amaltal at fáa føroyskar fiskimenn við skipum sínum.
-Vit hava hoyrt so nógv gott um tykkara fiskimenn. Og tí venda vit okkum til tykkara fyri at manna skip okkara, sigur Graham Thomson, sum vegna reiðaríðið hevur vent sær til føroyingar.
Í lýsing her í blaðnum leygardag varð greitt frá hesi ætlanini, eins og víst varð til heimasíðuna hjá reiðaríð?inum. Felagið hevur heimstað í býnum Nelson.

Gott umdømi
Graham Thomson sigur í stuttum viðtali við Sosialin, at við New Zealand er nógvur fiskur av slagnum "hoki" at fáa.
- Vit hava fleiri bátar, men okkum vantar fólk at manna teir. Tí royna vit at fáa føroyingar umborð ístaðin, sigur hann.
Hann hevur hoyrt um royndirnar hjá føroyskum fiskimonnum, og hevur í hesum sambandi eisini hoyrt um tær dygdirnar, teir hava.
- Eg havi bara hoyrt gott um tykkara fiskimenn. Teir hava sera gott umdømi her hjá okkum, sigur Graham.
Við frystitrolarunum hjá felagnum eru 40 fólk, av hesum royna teir at hava einar 15 kvinnur umborð.

Góðar treytir
Tá ein skal ferðast so langt sum til New Zealand so kostar tað væl av peningi.
Men reiðarí?ið bjóðar her teimum áhugaðu at gjalda fyri ferðina, eins og teir átaka sær at útvega innferðarloyvi til føroysku fiskimenninar í eitt ár.
Sum skilst so er manningin umborð í átta vikur og hevur síðani frí í fýra. Einki verður tó sagt um hvør hýra fæst.