Henning Mortensen 75 ár

1. mars verður Henning Mortensen á Argjum 75 ár. Henning er føddur og uppvaksin í Fámjin. Foreldur hansara vóru Elsa og Tummas í Kálvustovu. Tey fingu átta børn, og av teimum var Henning yngstur.

Henning fór ikki sum aðrir ungir dreingir til skips, men í staðin valdi hann sær annað lívsstarv. Henning flutti sum seytjan ára gamal av bygdini og fór 10. jan. í 1948 í læru sum skipstimburmaður á Tórshavnar Skipasmiðju. Á skipasmiðjuni varð hann verandi í 51 ár, áðrenn hann legði frá sær. Men torført man vera at sleppa lívsstarvinum, um heilsan er góð, og enn gongur leiðin heim á skipasmiðjuna eina ferð um vikuna, hetta er tó mest til sosialt hugnaprát.

Henning fekk sær konu úr Sandvík, Sanna dóttir Sigrid og Niclas Joensen, sum búðu Uttan Ánna í Sandvík til tey fluttu á Argir. Henning og Sanna bygdu sær hús úti á Argjum. Tey eiga fimm børn, fýra døtur og ein son, síðani eru komin 21 abba-ommubørn og trý langabba-ommubørn.

Henning hevur altíð verið fittur í hondunum. Nógv hevur hann evnað til, og skjótur er hann at hjálpa til um á stendur. Hóast aldurin er høgur, hevur Henning enn hug og vilja at arbeiða. Honum dámar best at putlast vit eitt hvørt, fyri einki dugir hann illa at sita.

Henning hevur verið og er virkin í Kirkju og Missiónshúsinum á Argjum. Hann var í síni tíð við til at byggja húsið. Í kirkjuráðnum sat hann eisini í mong ár.

Henning og Sanna bera stóran alsk til Suðuroynna og hava seinastu nógvu árini trúliga vitjað suður á hvørjum summari. Hús hava tey í Fámjin og har er altíð okkurt at takast við. Náttúran er beint við, og ein túr niðan á Kirkjuvatn ella longur upp á fjøllini ein góðan dag hevur verið fastur táttur. Í ár ætla tey sær tó at síggja blómugarðin á Argjum í summarbúna og fara seinni í ár suður at njóta nakrar vikur í Fámjin.

Við hesum verður ynskt Henningi hjartaliga tillukku við degnum.

bb