Rodmundur vónbrotin av manglandi dirvi

- Størsta vonbrotið eg hevði sum borgarstjóri í Runavík, er manglandi dirvi hjá landsstýri og Løgtingi at geva kommununum fleiri uppgávur at umsita, segði gamli borgarstjórin í Runavík, Rodmundur Nielsen


- Tað er onki uttan tokutala, tá ið politikarar í landsstýrið og Løgtingi hava tosað um at leggja ymisk málsøki undir kommununar at umsita.
Tað staðfesti gamli borgarstjórin í Runavík, Rodmundur Nielsen, á borgarafundi í Vági í farnu viku.
Hann segði, at hann hevði verið í býráðspolitikki í seks ár.
- Størsta vónbrotið eg havi havt í politikki, er manglandi dirvi hjá politikarum í landsstýri og í Løgtingi, at leggja fleiri uppgávur undir kommunurnar at umsita.  
Tað hevur mangan verið ført fram, at leggja kommunur saman, skulu tær fáa fleiri uppgávur at umsita.
Men politiskt hevur eisini leingi verið tosað um at leggja fleiri málsøki undir kommunurnar at umsita fyri at menna økini kring landið.
Tosað hevur verið um eldraøkið, fólkaskúlin o.s.fr.
Og Rodmundur Nielsen helt, at høvdu politikarar víst størri dirvi at leggja øki undir kommunurnar, hevði tað skundað undir eina kommunusamanlegging.
- Tá ið vit við Skálafjørð fóru at tosa um samanlegging, sóu vit í hvussu so er fyri okkum, at tað fór at henda nógv meiri á hesum øki, legði hann afturat.
- Tað tók ótrúliga langa tíð at fáa barnaverndarøkið undir kommunurnar, men enn hevur dirvið ikki verið til at leggja fólkaskúlan, eldraøkið undir kommunurnar, eitt nú heimarøkt, o.s.fr. Tað hevur heldur ikki verið dirvið til at leggja musikkskúlaskipanina undir kommunurnar.
- Hví skulu kommunurnar í Suðuroy liggja á knøunum í mentamálaráðnum fyri at fáa tímar til musikkskúlan. Hví skal ein lærari norðaneftir sigla í tveir tímar við Smyrli at undirvísa í tríggjar tímar í harmoniku ella í blokkfloytu í Suðuroy.
- Tað er heilt við síðurnar av.
Rodmund Nielsen helt, at tað var sjálvsagt, at musikkskúlaskipanin varð løgd undir kommunurnar, tí so kundu kanska einir tríggir, fýra musikkskúlalærarar verðið settir í starv í Suðuroy.