Tað er ikki so løgið, at fólk siga seg ikki minnast so heitt summar sum í ár, tí nú siga granskarar í Sveits, at summarið í ár var tað heitasta í 500 ár. Granskararnir siga seg vera komnar eftir, at meðalhitin [...] meðalhitin í Evropa var 19,5 stig í juni, juli og august, og at tað var tvey stig oman fyri meðalhitan í somu mánaðum í árunum frá 1901 til 1995. Sveitsisku granskararnir siga, at summarið í ár var heitari [...] heitari enn í metárinum 1757, og at gomul skjøl benda á, at vit skulu heili 500 ár aftur í søguna fyri at finna eitt heitari summar í Evropa. Eins og aðrir granskarar vilja teir sveitsisku heldur ikki siga nakað
hevur ikki hug at gera viðmerkingar til ítøkiliga málið við Páll Vang, tí hann sigur seg ikki kenna nóg mikið til hetta mál. ? Men eg kann siga, at um ein persónur kann fáa eitt gott heilsutilboð í eitt [...] eitt nú Danmark, sum vit ikki kunnu lata í Føroyum, so kann tað verða fyrimunur við at brúka hetta tilboð, sigur hann. ? Vit senda ymiskar sjúklingar av landinum til viðgerðar, og tað kann vera fyrimunur at [...] at gera tað. Er tað hinvegin talan um, at ein persónur ikki kann búgva her í landinum orsaka av síni heilsustøðu, so er tað nakað heilt annað, og so er tað samstundis nakað, sum vit skulu gera nakað við
so illa, at tey halda ikki tørn at grava. Annars sigur Landsverk beint nú, klokkan 20.30, at tað er heldur ikki koyrandi til eysturbygdirnar á Sandoynni, og somuleiðis heldur ikki til Elduvíkar og Gjáar [...] arvegnum. Og tað er ikki koyrandi á Selatraðarvegnum, til Syðradal á Streymoynni og til Gásadal. Teir eru givnir at grava á Oyggjarvegnum og sum heild eru koyrilíkindini vánalig í einum stórum parti av [...] Eftir kavarokið hesar báðar seinastu dagarnar, fingu vit ein skáa í dag – men hann var stuttur, tí longu seinnapartin brast hann á aftur. Síðani eru koyrilíkindi alsamt versnað og nú hevur Landsverk eisini
millum Suðuroy og Tórshavn í umleið 8-10 vikur. Strandferðslan ger á ssl.fo vart við, at tá Galaxy avloysir, so verða avmarkingar, tí skipið kann ikki taka allan farm. Galaxy kann ikki lasta gass og annan v [...] vandamiklum farmi, ið ikki kann flytast við Galaxy, um at fáa hesar vørur fluttar til Suðuroynna innan 23. august. Tað kunnu vera sleip, farmaeindir, størri akfør og flutningstól, ið ikki kunnu flytast við [...] við Galaxy orsakað av avmarkingum í mun til hædd, stødd ella ella møguliga vekt v.m., skrivar ssl.fo millum annað. Uppslagið hjá ssl.fo kann lesast her: Kunning viðvíkjandi farmi/vandamiklum farmi við Galaxy-
Óli Jacobsen hevur grein í sínum máli Óli Jacobsen vísti í grein í FF 27. juli 2006 á, at roknast kann við at tann fría prískappingin er í vanda: »Grundleggjandi týdniurin í hesum er, at samlaða fyritøkan [...] tað er ov ússaligt og ikki sørt ørkymlandi haldi eg. Politiski myndugleikin gjørdi eitt stórt mistak, tá fiskapakkin bleiv samtyktur í fjør í tí líki sum hann nú er, nevniliga við ikki at krevja tað, sum [...] størstur í veiðumongd, umframt t. d. avhøvdaður kalvi og havtaska. Um havtaskuna og kalvan er at siga, at hesin ikki er at meta sum hagreiddur, um hann einans er kruvdur og avhøvdaður og tí ikki krevst yvir
krónur í miðal fyri kilo, avreiddi Saturn 3 fyri góðar 11 krónur í miðal. Ein sniðfundig ætlan ? Alt gekk sostatt eftir vild. Inntil ein dag í oktober í 1990, tá ið eg fái boð um at koma á fund í Føroya [...] milliónir í láni. Eg studsaði við, tí eg hevði ikki brúk fyri trimum milliónum og eg skilti ikki meiningina við øllum. Men eg hevði varuhgan av, at okkurt moðið var í umbúna tí eg fekk tað ikki at passa [...] at fella í fátt liggur ikki til hann og hvørki skuldsetingar um svik, missurin av dreymaskipinum, blóðtøppur í hjartanum ella heilabløðing hava megnað at taka hann av fótum og enn hongur hann í. Pauli Lassen
staðið ber. Í bóndasamfelagnum var Hvalba hin ríkasta bygdin í landinum við øllum sínum veldiga bøi, haga, bjørgum og útróðri bæði eystanfyri og vestanfyri – og ikki minst ta bestu hvalvágina í landinum, [...] Tað liggur djúpt í teimum. Teir eru innløgumenn um ein háls, og hvør árstíðin hevur sína innløgu við sær. Omma mín var av Hólalagnum í Hvalba. Hon æt Marianna Holm, og eg eri ikki í iva um, at mín egni [...] jarðbundið, tí í grundini er søgan tær aldargomlu røktingarsiðvenjur, sum hvalbingar so hegnisliga hava hildið í hevd úti í oynni. - Hvalbingar eiga stórt rós fyri hetta. Hellið stendur nú her í SMS – ja,
teim maritimu útbúgvingunum, og Havnin í nógv minni mun. Skúlar í Havn Mestsum allar útbúgvingar í Føroyum í dag eru í Havn. Burtur úr rúgvuni kunnu nevnast Fróðskaparsetrið, Føroya Læraraskúli, Pedago [...] avgera tað og ikki bara tú og tín kæri arbeiðsbólkur. So væl spælir klarverið heldur ikki. Gloym ikki, at vit hava landspolitikarar, sum hava skyldu til at arbeiða fyri øllum landinum og ikki bara Suðurstreymi [...] maritimu útbúgvingarnar liggja mest nátúrliga í Klaksvík, eisini í søguligum høpi. Klaksvíkin hevur verið ein av størstu drívkraftunum í føroyskari fiskivinnu í meir enn eina øld og er tað framvegis. Klaksvíkin
homeparties. Vit hitta hana í heiminum í Avedøre. Ein stór íbúð í einum vanligum donskum íbúðarblokki. Á veggjunum hanga listaverk, ið Súsanna sjálv hevur gjørt. Vit hava longu tosað saman í telefon, men hon heldur [...] andar høvdu kunna sett seg í samband við hana. Í tí clairvoyanta umhvørvinum eru ymiskar reglur, tú sigur t.d. ikki einum klienti nær hann fer at doyggja, ella um hann vinnur í Lotto. Hetta eru reglur, ið [...] hon tey ansað sær í ferðsluni. Boðini frá Várharra eru altíð yvir etiskum reglum í clairvoyanta umhvørvinum. - Tað er ikki alt, ið fólk hava brúk fyri at vita, og tí er tað heldur ikki tungt fyri meg, at
lærarar húsast í sjálvum skúlabygninginum, sum fyllir 40 í ár, og í tveimum húsum, sum í síni tíð hýstu tuberklasjúklingum. Tey bæði húsini eru nú ávikavist 72 og 97 ára gomul. Í 82 varð skúlin í Eysturoy settur [...] boðini: "Nú skal ikki keypast meira í ár". Her er eingin bøn, heldur ikki í lærugreinum, sum krevja amboð til at gera royndir. Í mong ár hevur játtanin til søvn og vanligt viðlíkahald ikki verið nøktandi [...] hesum máli, var tað farið í ein arbeiðsbólk í Mentamálaráðnum. Ófriður um upptøku Í próvtøkutíðini í vár var sum kunnugt ófriður um skúlan í Hoydølum (og aðrar miðnámsskúlar). Ikki av omanfyri nevndu ávum