Tað er ikki so løgið, at fólk siga seg ikki minnast so heitt summar sum í ár, tí nú siga granskarar í Sveits, at summarið í ár var tað heitasta í 500 ár.
Granskararnir siga seg vera komnar eftir, at meðalhitin í Evropa var 19,5 stig í juni, juli og august, og at tað var tvey stig oman fyri meðalhitan í somu mánaðum í árunum frá 1901 til 1995. Sveitsisku granskararnir siga, at summarið í ár var heitari enn í metárinum 1757, og at gomul skjøl benda á, at vit skulu heili 500 ár aftur í søguna fyri at finna eitt heitari summar í Evropa.
Eins og aðrir granskarar vilja teir sveitsisku heldur ikki siga nakað beinleiðis um orsøkina til tann nógva hitan í summar, men teir siga seg kortini ikki ivast í, at tað sokallaða vakstrarhúsárinið er ein av orsøkunum.









