Gongdin í fiskivinnuni í Føroyum er ikki nøktandi

Verandi gongd, har størri virkir hava lagt seg eftir at keypa øll skip, tey kunnu fáa fatur á fyri okursprísir fyri sum teir siga, at tryggja sær rávøruna, er ein sera ódámlig gongd, sum kemur at útradera smáu virkini og vinnuna í útjaðaranum.

Johan Dahl, løgtingsmaður

Monopol er ongantíð av tí góða  heldur ikki í hesum sambandi, og tað er har, vit enda við verandi gongd.
Okursprísurin sum goldin verður fyri skipini, kemur eisini at raka okkum aftur sum ein boomerang áðrenn langt er fráligið.
Tann sonevnda vertikala integratiónin (samansjóðingin) millum virkir og skip, sum allir politikarir og vinnan søgdu var av tí ónda eftir kreppuna og sum var svorin ikki mátti henda aftur - nevniliga tað - at skip og virkir blivu samanknýtt aftur, er nú við at henda, og myndugleikarnir sita hendur í favn og hyggja tigandi at hesi gongd, tað er ov ússaligt og ikki sørt ørkymlandi haldi eg.
Politiski myndugleikin gjørdi eitt stórt mistak, tá fiskapakkin bleiv samtyktur í fjør í tí líki sum hann nú er, nevniliga við ikki at krevja tað, sum upprunaliga lá í kortunum, ið var at lógarfesta, at allur fiskur veiddur í føroyskum sjóøkið av føroyskum skipum skuldi seljast yvir uppboðssølu.
Politiskt eftirhondini so kenda pragmatiska loysnin gjørdi, at undantikin vóru m. a. upsin, sum er størstur í veiðumongd, umframt t. d. avhøvdaður kalvi og havtaska. Um havtaskuna og kalvan er at siga, at hesin ikki er at meta sum hagreiddur, um hann einans er kruvdur og avhøvdaður og tí ikki krevst yvir uppboðssølu - hvar er logikkurin kann ein spyrja?
Upsabátar og skip kunnu sum er uttan yvirhøvur at bjóða fiskin út til arðar aktørar, selja beinleiðis til virkir uttan um uppboðssøluna, og tað er ivaleyst størsta orsøkin til massivu uppkeypini í vinnuni í løtuni.
Menn meta ivaleyst, at við at keypa sær veiðitólið (skipið), so tryggja teir sær rávøruna - um verandi skipan, har teir ikki hava fyri neyðini at bjóða allan fiskin út yvir uppbossøluna, verður hildin status quo.

Óli Jacobsen hevur grein í sínum máli
Óli Jacobsen vísti í grein í FF 27. juli 2006 á, at roknast kann við at tann fría prískappingin er í vanda:

»Grundleggjandi týdniurin í hesum er, at samlaða fyritøkan  skip og virki  hevur áhuga í, at fiskaprísurin er so lágur sum gjørligt, fyri at minni skal verða at gjalda í hýrum, sum verða goldnar í prosentum av avreiðingarprísinum. Hetta hevur so aftur tað við sær, at fyritøkan kemur at gjalda lægri prís fyri fiskin enn tað hann er verdur og prísurin kann tá lættliga verða settur eftir tørvinum hjá virkinum heldur enn hjá fiskimonnunum.

Hetta varð avvíst av virkjunum, sum vístu á, at teir eru áhugaðir í at skipini bera seg. Til hetta er at siga, at um t. d. skipið ber seg við einum miðal prísi upp á kr 8 pr kilo, og marknaðarprísurin er kr 10 pr kilo, so fara virkini nokk ikki at gjalda marknaðarprísin??

Hvar er logikkurin?
Tað virkar sera løgi, at virkir heldur vilja keypa skip fyri nógvar 10 tals milliónir, tá tey í veruleikanum kunnu bjóða eitt 25 oyra meira pr kilo fyri veiðina á Fiskamarknaði Føroya og á tann hátt tryggja sær ta rávøru, tey hava brúk fyri. Tað má verða bíligari at tryggja sær rávøruna við at føra ein strategiskan innkeypspolitikk t. v. s. at virkini, um neyðugt, til tíðir gjalda ov høgan prís og til tíðir lægri prís fyri vøruna, heldur enn at keypa skipini fyri yvirprís við nógvum milliónum sum kann føra teir í fíggjarligt óføri um ikki gongur sum prestur prædikar.
Ogn Føroya fólks
Nógv hevur verið tosað um fiskin, sum sambært lóg er »ogn Føroya fólks«, men vit síggja nú, at skipini og virkini verða løgd saman, er tað í veruleikanum púra fastlagt, hvør eigur fiskin og hvør hevur atgongd til fiskin.
Tey, ið útflyta heilan fisk, sum eru ein týdningarmikil partur av fríu prískappingini og tey óheftu virkini, sum ofta eru smá og hava »spesialiserað« seg innan onkra »serframleiðslu« hava í veruleikanum ongan møguleika at keypa henda fisk, hetta kann hava sera óhepnar fylgjur fyri fiskivinnuna í Føroyum. Serliga eru tað tey smærru framleiðsluvirkini og bygdirnar sum koma at líða undir hesi gongdini.
Um vit í Føroyum framhaldandi vilja hava, at tað skal verða møguleiki hjá teimum smærru óheftu virkjunum at klára seg, má tryggjast at hesi eisini hava atgongd til rávøruna.
Fyri at allir fiskakeyparar/framleiðarar (bæði føroyskir og útlendskir) skulu hava somu atgongd til keyp av rávøruni, eigur ongantíð ov skjótt at verða sett í gildi við løgtingslóg, at botnfiskur veiddur av føroyskum skipum í føroyskum sjóøki skal seljast yvir uppboðssøluna.
Alt annað er beinleiðis kappingaravlaging og endar við kartellum, sum í m. a. ES er bannað við lóg.
Trinnar grund reglar
Eg vil mæla til, at vit innføra trinnar grund reglar fyri fiskivinnuna í Føroyum.
Teir eru:

1.Allur fiskur veiddur undir Føroyum skal uppá land í Føroyum
2.Allur fiskur veiddur undir Føroyum skal seljast um eina uppboðssølu.
3.Uppboðssølan skal verða ein non-profit uppboðssøla, sum hevur sum evsta endamál at serviserað fiskaseljarar og fiskakeyparar bæði føringar og útlengindar.
Allur fiskur uppá land í Føroyum  Hví tað kann tú spyrja?
Endamálið við tí er:

1.at tryggja at marknaðurin fyri fiska keyp er heima í Føroyum, soleiðis at allir keypara (føroyskir og útlendskir) kunnu á jøvnum føti keypa fiskin í Føroyum.
2.at stimbra arbeiði til vinnuna her á landi, her verður hugsað bæði um landingarmiðstøðir, flutningsfeløg, framleiðarar og útflytarar. Eisini vil hetta geva flutningsvinnuni til útlandið betur møguleikar at menna tænastustøði tey bjóða. (Hugsast kann at hetta vil skapa grundarlag fyri eini avskipan úr Føroyum mitt í viku.)
3.Fyri útlendsku keypararnar eigur hetta ikki av verða nakar trupulleiki tí er einans spurningur um flutning tvs. skulu teir hava vøru úr Føroyum , so gjalda teir tað sama fyri flutningin, sum arðir útflytarar gera. Spælireglarnir er tær somu fyri allar.

Eitt av argumentunum hjá virkjunum fyri at keypa skipini, er at tryggja rávørutilgnogdina. Men, um kravt verður at allur fiskur skal á land í Føroyum og at allur fiskurin skal bjóðast út á uppboðssølu, vil hetta verða besta trygd fyri eitt og hvørt virkið í Føroyum er líkastillað í rávørutilgongdini  einasta kravið er, at goldið verður marknaðarprísur.
Fyrimunir við at allur fiskur veiddur undir Føroyum skal seljast um eina uppboðssølu
Fyrimunirnir er nógvir við at allur fiskur verður seldur um eina uppboðssølu. Millum annað vildi hetta gjørt:

a)at øll virkir og bátar eru líka fyri lógini
b)at fiskimenn fáa rætta marknaðarprís. (um ein uppboðssøla skal hava rætta marknaðarprís (prís dannandi) mugu stórar nøgdir fara ígjøgnum marknaðin)
c)at allir keyparar veittu fulla trygd fyri keypspeningin
d)at kredittíðin var líka fyri allar keyparar
e)at allir keyparar á jøvnum føti kundu bjóða upp á fiskin
f)at gjøgnumskygnið gjørdist størri/betri
g)at øll hagtøl verða tøk
h)at gjaldið til uppboðssøluna fer niður - hetta er sera umráðandi - serliga tá hugsað verður um bílig fiskasløg sum t. d. upsan.
i)at tað ikki er neyðugt at tengja skip og virkir saman, tí frí atgongd verður til allan fisk.
j)at sporførið kundi verði betur fyriskipað

Møguligir vansar:
a)Ráfiskaseljarar eru ræddir fyri, at virkini kunnu avtala prís sínámillum, og tá er ikki møguleiki hjá seljarunum at gera avtalu við keyparar.
b) Prísásetan (minsti prísur) PO Prísir
Avtala millum virkir.
Proforma sølu trupulleikin
Ein trupulleiki við hesum kann verða tær sokallaðu Proforma sølurnar. Trupulleikin við proforma sølum er, at tað ikki bara er eittans rætta svarið, tá talan er um proformasølur. Dømir eru um sølur, sum í dag ikki verða mettar sum proformasølur, men sum seinni kunnu vísa seg at verða proformasølur, og hinvegin eru tað sølur, har ein ikki við vissu kann siga, at hetta nú er ein proformasøla, men sum seinni vísur seg at hava verið proformasøla.
Málið er ikki heilt so einfalt sum tað sær út til, og mæli eg tí staðiliga frá at skriva »konkretar« reglur á hesum øki, ið kunnu verða darvandi fyri góðum mannagongdum hjá fiskivinnuni, men vil hinvegin heldur mæla til eina fleksibla loysn, sum áhaldandi hevur »fingurin á pulsinum«.

4 manna nevnd at halda eygað við proformasølum
Fiskimálaráðið eigur at seta eina eina 4 manna nevnd, sum kann hava eftirlit við, um sølurnar á uppboðssøluni eru veruligar, ella um talan er um proformasølur. Henda nevnd skal verða ein nevnd sum fiskakeyparar kundu klaga til, um teir meta at ein søla er proforma søla.
Møgulig klaga skal vera nevndini í hendi, innan sjálv sølan fer fram.
Nevndin kann sjálvsagt eisini fylgja við og møguliga steðga sølum, uttan at hava fingið nakra formliga klagu um nevndin er viss í at sølan er proforma søla.
Henda nevnd, ið skal vísa til Fiskimálaráðið, kundi tá álagt uppboðssøluni at avlýst sølur, um hildið varð, at talan var um eina proforma sølu (ein háttur er eisini, beinleiðis at nokta fyri at skriva »Keypsváttan«, til slíkar útvaldar sølur).
Avgerðin um hetta skal sjálvandi takast, áðrenn sjálv sølan ferð fram.
Avgerðin hjá nevndini skuldi havt greiðan meiriluta.
Um ikki at nevndin var samd - um tað eru tveir móti tveimum, skal umboðið hjá Fiskimálaráðnum hava fulltrú til at taka avgerð.
Nevndin skal setast av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, har Fiskimálaráðið er arbeiðismyndugleikin.
Umboðini nevndini skulu vera persónar, ið dagliga arbeiða við uppboðssølu, - v. ø. o. hava »fingurin á pulsinum« og neyvt innlit í hesi viðurskiftir, og til fulnar kenna mannagongdinar og eru vitandi um skiftandi marknaðarviðurskiftir.
Nevndin eigur at verða mannað av einum umboð fyri hvønn av niðanfyri nevndu bólkum.

"Fiskaframleiðari
"Ráfiskaseljari
"Fiskimálaráðið
"Fiskamarknaðin

Ein tílík nevnd kundi arbeitt skjótt og »fanga« nýggjar »kreativar« háttir at fremja proformasølur. Henda nevnd kann eisini fylgja við og rokna seg fram til, hvørt ein søluháttur vísir seg at verða ein proformasøla. Ein slík »Proformasølu-Nevnd« kundi verið mannað og farið til verka innan eina viku og vildi hetta verið ein skjótur máti at steðga hesum trupulleika sum framvegis er tilstaðar, hóast lógin ikki loyvur hesum sølum.
Klagur um avgerðina hjá Proforma-Nevndini skulu sendast til Fiskimálaráðið.

Politiska skipanin
Tað er ivaleyst at tríva í fyri at gera skipanina trygga og eins nýtiliga fyri allar aktørar á marknaðinum, bæði fyri skipaeigarar, virkiseigarar og keyparar/seljarar sum heild - tað er skipanin ikki í verandi líki, so langt frá tí.
Kunnu vit sum lóggevarir verða tjentir við tað??
Vágur 14.08.2006