Anfinn Kallsberg hevur ikki hug at gera viðmerkingar til ítøkiliga málið við Páll Vang, tí hann sigur seg ikki kenna nóg mikið til hetta mál.
? Men eg kann siga, at um ein persónur kann fáa eitt gott heilsutilboð í eitt nú Danmark, sum vit ikki kunnu lata í Føroyum, so kann tað verða fyrimunur við at brúka hetta tilboð, sigur hann.
? Vit senda ymiskar sjúklingar av landinum til viðgerðar, og tað kann vera fyrimunur at gera tað. Er tað hinvegin talan um, at ein persónur ikki kann búgva her í landinum orsaka av síni heilsustøðu, so er tað nakað heilt annað, og so er tað samstundis nakað, sum vit skulu gera nakað við, sigur løgmaður.
Hann heldur, at munur er á, um talan er um eitt heilsutilboð í styttri tíð ella talan er um varandi flyting.