Skúlin í Hoydølum í andróðri

Pól Jespersen, studentaskúlalærari

1. september fylti Føroya Studentaskúli og HF-Skeið 68 ár. Leingi var hann einasti skúli av sínum slagi í landinum, og hann er framvegis størstur í sínum bólki og eisini bíligastur í rakstri roknað fyri hvønn næmingin. Tað er eingin ivi um, at hesin skúlin hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri menningina í okkara lítla landi. Helst nógv størri, enn tey flestu geva sær far um.

Hoydalar
Síðan fyrst í 60´árunum hevur skúlin hildið til í Hoydølum. Teir 530 næmingarnir og einir 75 leysir og fastir lærarar húsast í sjálvum skúlabygninginum, sum fyllir 40 í ár, og í tveimum húsum, sum í síni tíð hýstu tuberklasjúklingum. Tey bæði húsini eru nú ávikavist 72 og 97 ára gomul.
Í 82 varð skúlin í Eysturoy settur á stovn. Tað lætti nakað um trýstið í Hoydølum, men eftir fáum árum var støðan aftur tann sama, og fyrst í 90´árunum kom av álvara gongd á kjakið, at nú mátti nakað gerast. Arkitektakapping varð útskrivað at útbyggja og umbyggja skúlan. Hon varð avgreidd í 1994. Vinnarauppskotið varð sett í forhøllina, og har stendur tað enn.
Í 97 fylti skúlin 60 ár. Landsstýrismaðurin møtti upp at ynskja til lukku, og so læt hann bumbuna bresta. Útbyggingin í Hoydølum varð av ongum. Byggjast skuldi í staðin ein depil í Marknagili.

Arbeiðsumstøðurnar
Nú er av álvara farið at treingjast um í Hoydølum, bæði so og so. Umhvørvið er annars heimsins besta at halda skúla í, men tað sigur seg sjálvt, at so gamlir bygningar lúka ikki nútíðar krøv. Undirvíst verður í alt ov smáum hølum við ongari útlufting. Tá ið tímarnir byrja, nærkast hitin eftir lítlari løtu 30 stigum. So er at lata upp hurð og vindeyga - í fleiri stovum fæst bara eitt av 4 vindeygum upp. Næmingarnir kunnu so sita og kulsa. Her eru líkasum bara tveir møguleikar, sum hvørgin fremur nakra hugsavnan. Tað er heilt vist, at tað eru ikki nógv onnur starvsfólk hjá tí almenna, sum høvdu latið sær slíkar arbeiðsumstøður lyndað, hvørki í landsstýri, mentamálaráði, brunaumsjón ella arbeiðseftirliti.
Í 1999 varð útbúgvingarálit skrivað. Á kunnandi fundi í Hoydølum læt ein nevndarlimur okkum vita, "at tað er á miðnámsøkinum, teir stóru pengarnir eru at spara. . ." . So vistu vit tað, men tá varð longu spart inn at beini. Av árligu játtanini fara nøkur og hálvfems prosent til lønir. Tá ið einir tveir mánaðir eru farnir av skúlaárinum, koma boðini: "Nú skal ikki keypast meira í ár". Her er eingin bøn, heldur ikki í lærugreinum, sum krevja amboð til at gera royndir. Í mong ár hevur játtanin til søvn og vanligt viðlíkahald ikki verið nøktandi. Tí forfalla bæði bygningar og søvn. Foreldur hava tað á orði á foreldrafundum.

Skúlavegurin
Av parkeringsplássum eru á hesum stóra arbeiðsplássi bara helvtina so mong, sum brúk er fyri. Tí standa bilar eisini parkeraðir har, sum forboðsskelti av trygdarávum eru sett upp. Omankoyringin til skúlan er ein søga heilt fyri seg. Í fleiri áratíggju hava myndugleikar, almennir og kommunalir, trætst um, hvør hevur ábyrgdina av hesum vegastubba. Tað gera teir enn, og tí verður einki gjørt, hóast ein liðug verkætlan lá á borðinum fyri næstan fjórðingsøld síðani. Seinast ið frættist frá hesum máli, var tað farið í ein arbeiðsbólk í Mentamálaráðnum.

Ófriður um upptøku
Í próvtøkutíðini í vár var sum kunnugt ófriður um skúlan í Hoydølum (og aðrar miðnámsskúlar). Ikki av omanfyri nevndu ávum, men av næmingaupptøkuni til komandi skúlaár. Arbeiðslagið hjá Mentamálaráðnum førdi til, at skikkaðir næmingar í hópatali til miðnámsskúlarnar alt ov leingi vórðu hildnir í óvissu um upptøkuna. Haraftrat vórðu nógvir næmingar avvístir. Eftir at málið varð viðgjørt í fjølmiðlunum og eftir mótmæli bæði frá lærarum og foreldrum ljóðaði frá myndugleikunum, at nú skuldu kortini allir skikkaðir næmingar til studentaskúlar og hf-skeið verða tiknir upp, sum siður hevur verið í mong ár. Tað skuldi Mentamálaráðið síggja til, so ella so.
Í summarfrítíðini var so eitt lítið millumspæl, tá ið vit í útvarpsviðtali hoyrdu rektaran siga frá, at nú hevði hann mist alla vón um bata. Hetta var í sambandi við ætlaða depilin í Marknagili.
Í tí skili byrjaði nýtt skúlaár. Dagin, tá ið byrjað varð, visti leiðslan ikki fyri vist, hvussu nógvir flokkar skuldu vera. Á málsligu deild vóru eftir boðum úr Mentamálaráðnum møttir 76 næmingar, sum fyribils vórðu settir í 3 flokkar við 24, 26 og 26 næmingum. Haraftrat stóðu nakrir næmingar á bíðilista. Mentamálaráðið visti fullvæl, at Yrkisfelagið hevði verið í drúgvum, dýrum og beiskum verkfalli um næmingatalið í flokkunum. Ikki við hølisviðurskiftunum í huga, men av námsfrøðiligum ávum, sum væl og virðiliga er grundgivið fyri í bløðunum. Á náttartíð varð tá niðurfeld ein semja, at næmingatalið í flokkunum skuldi vera í mesta lagi 24. Tó kundi í heilt serligum føri verða vikið frá hesi reglu; hugsað varð t.d. um, at onkur AFS næmingur kanska kundi verða tikin upp í ein fullan flokk. Ella at onkur næmingur flutti heimaftur úr útlondum. Tað líkist ongum, at Menta-málaráðið ikki virðir hesa semju, tí her er als ikki talan um serstakar umstøður. Ráðið visti umsøkjaratalið longu hálvan mars, men tað hevur ligið á boðunum og hevur, hóast eykajáttanir og politiskt trýst, ikki gjørt sítt arbeiðið til lítar.
Tað er beiskt hjá yf-limum at vita sær, at nýggja skúlaárið byrjaði, sum tað farna endaði, við ófriði. Tað er eisini beiskt hjá nýggjum miðnámsskúlanæmingum, og foreldrum, at stríð skal vera um teirra flokk frá fyrsta skúladegi. Skommina eigur Mentamálaráðið einsamalt.