Jacobsen ????? Í grein við heitinum »Sosiala deild undir sjóneykuna« í Sosialinum hin 5. juni 2004 úttalar Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, seg viðv. ávísum barnaverndarmáli, ið varð nógv umtalað í fjølmiðlunum [...] fjølmiðlunum í fjør. Úrslitið av málinum gjørdist sum kunnugt, at tvær systrar vórðu verandi í Føroyum, meðan beiggin hin 16. aug. 2004 varð fluttur til Danmarkar á samdøgursstovn. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður [...] landsstýrismaður, sigur í samrøðuni, at hann »gjarna vil kanna, um Tórshavnar býráð hevur lýst málið nóg væl, og um Karup kommuna hevur fingið alt at vita í málinum, og tí er ein kanning sett í verk«. Víðari sigur
POLITIKKUR Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum og nevndarlimur í stjórnarskipanarnevndini, skrivar í sínum minnilutaáliti í Jólaálitinum, at ein stjórnardepil átti at verið settur á stovn, “ið [...] sum eisini kundi hugsað sær, at tað stóð bæði í formælinum og í grein 1 tí nýggju stjórnarskipanarlógini, at “føroyska fólkið hevur evsta valdið í Føroyum”. Høgni Hoydal metir, at fólkavalt forsetaembætið [...] stjórnarskipanarlógini. Tó heldur formaður Tjóðveldisfloksins, at møguleikin í stjórnarskipanarlógini fyri, at løgmaður kann seta landið í undantaksstøðu, avgjørt eigur at strikast.
teg, mín kongur hin sæli« í sálmabókini (nr. 176 ) og í songum hansara í Song Bók Føroya Fólks. Hetta sæst eisini á brævskrivingini millum pápan og unga Jóannes, tá ið hann var í Noreg og fekk sær útbúgving [...] men Jóannes legði hóast alt eina rúgvu eftir seg, bæði í arbeiði og í mentanarlívi føroyinga. Hann stendur fyri nógvum av okkum, sum ein fyrimynd í dagliga arbeiðinum her á klettunum, og tað skal eingin [...] skal dragast upp í føðingardag Sambandsfloksins upp á henda mátan er eisini óskiljandi. Hann livdi frá 1866 til 1946 og hoyrdi samtíðini til, sum tá var. Tað ber ikki til at draga hann inn í dagsins tjak,
ari verður í næstbestu donsku fótbóltsdeildini eftir summarsteðgin. Jón Rói Jacobsen skrivaði nevnliga fyrr í vikuni undir sáttmála við Frem BK, sum í farna kappingarári endaði næstaftast í suparligaini [...] og harvið rykti niður í 1. deild. Gunnar eisini nýggjan sáttmála Venjarin hjá Frem, Ebbe Skovdahl, var herfyri í Føroyum eitt vikuskifti og hugdi eftir dystinum millum HB og KÍ í Havn, og tá hava Skovdahl [...] liðnum hjá Frem. Gunnar Nielsen hevur annars verið til royndarvenjingar í Liverpool, og nógv bendi á, at enska stórfelagið var áhugað í at fáa hann til felagið, men enn er so einki spurt burtur úr tí.
høvi at sita í Norðurlandahúsinum og njóta konsertina og tann góða stemningin, sum altíð er har. Men allir føroyingar í Føroyum kunnu hoyra ella síggja konsertina, hóast bert 600 fáa pláss í Norðurlandahúsinum [...] ári, og tað er ongin ivi um, at áhugin er stórur millum fólk. Í fleiri ár hevur ein eykakonsert verið og okkurt árið enntá tvær eykakonsertir. Í ár vóru so tvær konsertir, ein klokkan 16 og ein klokkan 19 [...] vera tað hølið í Havn, sum egnar seg best til nýggjárskonsertina. Við tað at sjónvarp og útvarp taka konsertina upp, mugu tøkniligu viðurskiftini vera av teimum bestu. Og tað eru tey í Norðurlandahúsinum
at Blue Foundation er fyrsta almenna útlendska navnið á G! Festivalinum í ár. Bólkurin er ikki so kendur í Føroyum enn. Men í Danmark er bólkurin veruliga farin at gera um seg. Blue Foundation eru tríggir [...] tónlistarligar heimar. Tey ferðast í jassi, hip hop og elektroniskum tónleiki, og sameina alt í sínum egna ljóði. Bólkurin hevur givið tvær fløgur út, og er í løtuni í upptøkuhøli og tekur enn eina fløgu [...] top 100 sølulistanum í Danmark í longur enn eitt ár, og fyri stuttum fekk bólkurin eina gullfløgu fyri søluna. Stóra hittið er lagið »As I move on« sum hevur verið nógv at hoyrt í donskum útvarpi. Bólkurin
Gunnar í Liða. Í hesum førinum var talan um eina ábyrgdartrygging til ein bil. Gunnar í Liða heldur, at støðan kanska hevði verið øðrvísi um, bilurin eisini skuldi skrokk-tryggjast. Grundgevingin í svarinum [...] tygum, tí ynskja vit ikki at tryggja akfar tykkara, stendur í svarinum, sum kundin fekk, tá hon ætlaði at tryggja bilin. Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, váttar, at tað er politikkurin [...] Ein kundi, sum ætlaði at varðveita sína ábyrgdartrygging upp á bilin í Tryggingafelagnum Føroyum, fekk greið boð um, at tað gekk ikki. - Vit síggja, at tygum eru farin til Trygd við øllum øðrum tryggingum
Peningagávur Losjan, Odd Fellow Ambolturin, fylti í farna mánaða 15 ár. Tað vil siga, at tað eru 15 ár síðani virksemið hjá losjuni byrjaði í Føroyum. Losjan er burturav ein hjálpifelagsskapur, ið hevur [...] sjúkrahúsini og Sámal Petur í Grund stødd í húsunum hjá Amboltinum uppi á Grønlandsvegnum. Eisini vóru fólk frá vinarlosjuni úr Íslandi til staðar, umframt umboð fyri stórlosjuna í Danmark. Gávurnar vórðu [...] ein elligamal felagsskapur, sum upprunaliga er ein gamal frímúrarafelagsskapur, og í dag eru losjur hjá Odd Fellow runt í øllum heiminum. Felagsskapurin er ikki knýttur at nøkrum átrúnaði og er hann eisini
serliga í Havnini, har teir eru sera væl umtóktir. Vanliga eru mong í dansikvøldið, tá landskappingin í fótbólti endar. Og fyrireikararnir vóna, at í kvøld ikki verður nakað undantak. Fótbóltsdansurin í Ít [...] ikki uttan orsøk, at heiti á tiltakinum er fótbóltsdansur. Tað er nevnliga í dag at seinastu, av mongu, fótbóltsleikarum í Føroyum leika sín seinasta landskappingardyst. Og fyrireikararnir halda, at hetta [...] ætlaður øðrum enn bert fótbóltsleikarum, og fyrireikararnir bjóða øllum vælkomnum. Í samband við dansitiltaki á Kambsdali í kvøld koyra bussar frá Bygdahúsinum á Strondum og keiini á Toftum kl. 23.30, og
miðvallarleikari, og higartil hevur roynt seg í næst bestu jugoslavisku deildini. Í leikskránni til dystin móti B36 stóð eisini skrivað, at felagið í løtuni er í samráðingum við ein jugoslaviskan álopsleikara [...] fimm útlendskar leikarar í hópinum komandi kappingárið. Framman undan er nevnliga greitt, at Robert Cieslwicz og Predrag Zivkovic allir halda fram í felagnum, meðan vágbingar í løtuni arbeiða við at leingja [...] liðnum, men Marek er tó ikki umfataður av hesum. Hann hevur nevnliga verið somikið leingi í Føroyum, at hann í fótbóltshøpi verður roknaður sum føroyingur.