Høgni Hoydal: Stjórn heldur enn landsstýri

Høgni Hoydal metir, at vit heldur eiga at brúka orðið stjórn enn landsstýri, og at møguleiki fyri einum forsetaembæti skal vera nevnt í stjórnarskipanarlógini

POLITIKKUR
 
 
 


Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum og nevndarlimur í stjórnarskipanarnevndini, skrivar í sínum minnilutaáliti í Jólaálitinum, at ein stjórnardepil átti at verið settur á stovn, “ið kann<?xml:namespace prefix = o ns = ""urn:schemas-microsoft-com:office:office"" /><o:p></o:p>



tryggja, at hetta arbeiðið ikki endar eins og vit hava sæð fyrr við stýriskipanarlógini,<o:p></o:p>



at partapolitikkur og samgongu/andstøðuspurningar taka yvir”.<o:p></o:p>



Høgni Hoydal sigur seg taka undir við at broyta tey hugtøk, ið hava verið nýtt um tey ymisku vøldini hjá tí føroyska heimastýrinum.<o:p></o:p>



“Eg undrist á, at hugtakið „landsstýri“ framvegis gongur aftur í uppskotinum,<o:p></o:p>



vit hava fingið sendandi. Tað var ikki tað, ið stóð, tá undirnevndin hevði sín<o:p></o:p>



síðsta fund.<o:p></o:p>



Tá nýttu vit hugtakið „stjórn“, ið eisini samsvarar við hugtøkini annars (stjórnarstovnar<o:p></o:p>



o.a.). Fari at mæla til, at nýta tað, sum lá á borðinum, tá undirnevndin<o:p></o:p>



endaði. Alt annað vildi verið skeivt”, skrivar Høgni Hoydal, sum eisini kundi hugsað sær, at tað stóð bæði í formælinum og í grein 1 tí nýggju stjórnarskipanarlógini, at “føroyska fólkið hevur evsta valdið í Føroyum”.<o:p></o:p>



Høgni Hoydal metir, at fólkavalt forsetaembætið skal vera møguligt sambært stjórnarskipanarlógini. Tó heldur formaður Tjóðveldisfloksins, at møguleikin í stjórnarskipanarlógini fyri, at løgmaður kann seta landið í undantaksstøðu, avgjørt eigur at strikast.<o:p></o:p>