Fótbóltsdansur á Kambsdali

Í kvøld verður Ítróttarhøllin á Kambsdali karmur um stórt dansitiltak, sum Ítróttarfelag Fuglafjaðrar skipar fyri

 

Tað er ikki uttan orsøk, at heiti á tiltakinum er fótbóltsdansur. Tað er nevnliga í dag at seinastu, av mongu, fótbóltsleikarum í Føroyum leika sín seinasta landskappingardyst. Og fyrireikararnir halda, at hetta skal enda við einum braki av einum dansitiltaki, har Moonshots og Ársins DJ-Show undirhalda.

Vælumtókti dansubólkurin Moonshot, sum næstan hvørt vikuskiftið spælir í onkrum av dansihølunum kring landið, eru kendir fyri at spæla góðan og kendan dansitónleik til allar aldursbólkar. Teir spæla bert løg hjá øðrum føroyskum og útlendskum bólkum. Og tað eru teir góðir til!

Til yngra ættarliði undirheldur Ársins DJ-Show, við nýggjastu og "hottastu" disko- og dansitónleiki, og stórum ljós- og roykshowið. Ársins DJ-Show hevur undirhildið fyri fullum húsum kring alt landið, tó serliga í Havnini, har teir eru sera væl umtóktir.

Vanliga eru mong í dansikvøldið, tá landskappingin í fótbólti endar.

Og fyrireikararnir vóna, at í kvøld ikki verður nakað undantak. Fótbóltsdansurin í Ítróttarhøllini á Kambsdali er ætlaður øðrum enn bert fótbóltsleikarum, og fyrireikararnir bjóða øllum vælkomnum.

Í samband við dansitiltaki á Kambsdali í kvøld koyra bussar frá Bygdahúsinum á Strondum og keiini á Toftum kl. 23.30, og út aftur eftir dansin. Dansitiltaki á Kambsdali byrjar kl. 23.00.