Nýggjárskonsertin er eitt siðbundið tiltak. Konsertin er á hvørjum ári, og tað er ongin ivi um, at áhugin er stórur millum fólk.
Í fleiri ár hevur ein eykakonsert verið og okkurt árið enntá tvær eykakonsertir. Í ár vóru so tvær konsertir, ein klokkan 16 og ein klokkan 19.30. Tað vil siga, at tilsamans 600 fólk fingu høvi at sita í Norðurlandahúsinum og njóta konsertina og tann góða stemningin, sum altíð er har.
Men allir føroyingar í Føroyum kunnu hoyra ella síggja konsertina, hóast bert 600 fáa pláss í Norðurlandahúsinum. Konsertin verður altíð varpað beinleiðis út í sjónvarpinum og útvarpinum.
Nýggjárskonsertin kann tí sigast at vera eitt gott úrslit av einum samstarvi millum fýra partar. Norðurlandahúsið, SvF, Úf og Føroya Symfoniorkestur.
Ongin ivi man vera um, at Norðurlandahúsið man vera tað hølið í Havn, sum egnar seg best til nýggjárskonsertina. Við tað at sjónvarp og útvarp taka konsertina upp, mugu tøkniligu viðurskiftini vera av teimum bestu. Og tað eru tey í Norðurlandahúsinum.
Gravgangurin eftir atgongumerkjum til nýggjárskonsertina er altíð stórur. Og í ár var onki undantak. Rættiliga tíðliga vóru øll 600 atgongumerkini til tær báðar konsertirnar vekk.
Sosialurin kemur við einum ummæli av konsertini í leygardagsblaðnum.