Opið bræv til Hans Paula Strøm, landsstýrismann

Maria Jacobsen
?????
Í grein við heitinum »Sosiala deild undir sjóneykuna« í Sosialinum hin 5. juni 2004 úttalar Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, seg viðv. ávísum barnaverndarmáli, ið varð nógv umtalað í fjølmiðlunum í fjør. Úrslitið av málinum gjørdist sum kunnugt, at tvær systrar vórðu verandi í Føroyum, meðan beiggin hin 16. aug. 2004 varð fluttur til Danmarkar á samdøgursstovn.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, sigur í samrøðuni, at hann »gjarna vil kanna, um Tórshavnar býráð hevur lýst málið nóg væl, og um Karup kommuna hevur fingið alt at vita í málinum, og tí er ein kanning sett í verk«.
Víðari sigur landsstýrismaðurin, at hann ikki veit, nær hann fer at fáa frágreiðingina um samskiftið millum Tórshavnar býráð og Karup kommunu.
Mær kunnugt hevur einki verið at frætt aftur frá hesi kanning, og loyvi eg mær tí at seta landsstýrismanninum hesar spurningar:
1.Hvør varð settur at kanna oman fyri nevnda mál?
2.Hevur landsstýrismaðurin fingið endaligu frágreiðingina?
3.Hvør var niður-støðan í frágreiðingini?
4.Um frágreiðingin ikki er komin, nær kann hon so væntast?

Gott hevði verið, um Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, hevði viljað svarað mær hesum spurningum í fjølmiðlunum.
Takk fyri.