VB riggar til

Hondbóltskvinnurnar í Vági ætla eftir øllum at døma framhaldandi at hava ein leiklut í oddinum

 

Hondbóltur


Hondbóltskvinnurnar úr Vági hava seinnu árini ota seg alsamt nærri føroysku hondbóltstindunum, men enn hava tær ikki rokkið heilt fram í oddin. Tvær taptar steypafinalur og eitt bronsumerki hevur verið úrslitið tey bæði seinastu árini, men hetta tykist á ongan hátt at hava tikið mótið frá teimum.


Ungverskur venjari

Hesi bæði árini hevur VB-liðið verið styrkt við Reginu Radó úr Ungarn, umframt at landskvinna hennara, Andrea Lütz, sum varð kosin ársins álopsleikari, spældi við seinasta vetur.

Úr Vági frættist, at Andrea nú er sloppin á ítróttarskúla í Budapest, og at hon tískil ikki verður við VB í vetur. Hinvegin kemur Regina aftur, og umframt hana er líkt til, at VB í øllum førum fær eina ungverska kvinnu afturat.

VB hevur nevnliga gjørt avtalu við ein ungverskan venjara, og ætlanin er so, at kona hansara, sum eisini kemur til Føroya, skal spæla við besta kvinnuliðnum. Møguliga verður talan eisini um ein triðja útlendskan leikara, men hetta er so ikki endaliga greitt enn, skilst úr Vági.


Sterkari hópur

Sostatt er líkt til, at VB í øllum førum heldur fast um tilfeingið, sum liðið hevði í fjør, og ivaleyst verður hópurin eisini sterkari. VB var nevnliga sera óheppið við skaðum seinasta kappingarár. Sólrun Krosslá misti at kalla alt kappingarárið við einum brotnum armi, meðan Rannvá eisini misti stóran part við brákaðum handliðið. Arnelyg Krosslá hevði burðarfarloyvi, meðan Christina Holm spældi við Kyndli fyrru kappingarhálvu.

Verða allar hesar tøkar frá kappingarbyrjan, umframt at hópurin annars verður varðveittur, er einki at ivast í, at VB komandi árið fer at teljast millum mest uppløgdu kappingarneytarnar hjá VÍF í stríðnum um FM-gullkrónurnar.