Ein kundi, sum ætlaði at varðveita sína ábyrgdartrygging upp á bilin í Tryggingafelagnum Føroyum, fekk greið boð um, at tað gekk ikki.
- Vit síggja, at tygum eru farin til Trygd við øllum øðrum tryggingum hjá tygum, tí ynskja vit ikki at tryggja akfar tykkara, stendur í svarinum, sum kundin fekk, tá hon ætlaði at tryggja bilin.
Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, váttar, at tað er politikkurin hjá Tryggingarfelagnum.
- Vit skulu hugsa um at fáa vinning burturúr, tí vilja vit ikki bara hava "high-risk" tryggingar eftir, sigur Gunnar í Liða.
Í hesum førinum var talan um eina ábyrgdartrygging til ein bil. Gunnar í Liða heldur, at støðan kanska hevði verið øðrvísi um, bilurin eisini skuldi skrokk-tryggjast.
Grundgevingin í svarinum til kundan er, at kundin hevði skift felag. Grundgevingin er ikki, at talan var um eina trygging, sum kundi geva undirskot.
- Um vit føla at kundar bara ætla at leggja ávísar tryggingar hjá okkum, so siga vit nei, sigur Gunnar í Liða.
- Tankin er tann, at er kundin farin og ætlar bara at hava eina ábyrgdartrygging eftir, tá mugu vit hugsa um okkra forrætning, sigur stjórin í Tryggingarfelagnum.