Olsen. Orsøkirnar til negativu gongdina eru fleiri, men fyrst og fremst liva norðurlendingar longur og harafturat er lívsstílurin eisini broyttur. - Í gomlum døgum vóru tað bara menn, sum royktu, men eftir [...] fleiri, sigur Jákup N. Olsen og heldur fram: - Eitt nú kunnu vit gera meira av at viðgera sjúklingarnar ambulant, vit skulu verða skjótari at finna og staðfesta diagnosuna, og so skal viðgerðin sum heild [...] boðskapin fram, og tað er ikki heilt lætt. - Fólk eru í ein ávísan mun blivin immun fyri øllum teimum ávaringunum og fyribyrgjandi boðskapunum, sum tey dagliga fáa, sigur Jákup N. Olsen og vísir á, at tað
nógv. - SÍ hevur eitt ógvuliga gott lið. Teir hava eina javnari breidd enn vit, og útlendsku leikararnir hjá teimum eru sera sterkir. Vit hava ikki so stórar vónir, men mugu bara fyrst og fremst taka tað [...] Í fimta og seinasta settinum kom Fleyr betur frá byrjan og legði seg á odda 4-1, men ÍF kom uppá 4-4 og seinni eisini 6-6. Tá so liðið úr Fuglafirði vann seg uppá 10-6, gekk tað bara ein veg, og settið [...] av liðnum eftir lokna kapping, og liðið, sum byrjaði hetta kappingarárið, var nógv broytt frá tí, sum vann gull í 2001. Og úrslitini vóru eisini hareftir: Átta dystir og átta ósigrar í grundspælinum. Tí
á hesum síðani at loyva okkum at staðfesta, at landsliðið hevur fingið eina lítla uppreisn. - Fyrst og fremst er tað deiligt, at vit hava slettað hatta nullið. Tað kunnu vit verða samd um. Men so haldi [...] vunnið í tvey ár og fýra mánaðir. Hetta er fyrsta stigið í hesi undankappingini, og hetta er fyrsta stigið, sum Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur vunnið Føroyum. - Eg eri vónbrotin, og eg kenni tað heilt [...] allarbesta – og so eitt sindur betri aftrat. Tað var ikki støðan fríggjakvøldið. Fríggjakvøldið spældu fleiri væl, onkrir skaraðu framúr meðan aðrir vóru so at siga ósjónligir. Og tí fingu vit eitt stig og ikki
skeiðluttakarunum, og hon sigur seg hava fingið nógv burturúr. - Mær dámar sera væl og havi eisini fingið nógv burturúr skeiðnum. Eg havi longu fingið betri sjálvsálit, og tað er gott, sigur Berit. - Eg tori eisini [...] partur av skeiðnum, men tað er tó fyrst og fremst fyri tey menningartarnaðu. Skeiðleiðararnir leggja dent á at læra tey menningartarnaðu at taka ábyrgd fyri egnum viðurskiftum og fáa ávirkan á teirra lív. Tey [...] hetta evnið verður tikið upp hjá bæði menningartarnaðum og teirra stuðlum. Tí er hetta skeiðið eisini fyri hjálparfólk, sum dagliga arbeiða við og taka sær av menningartarnaðum. Tey skulu eisini læra at
oljumálningar á framsýningini. Hesir eru ymiskir til støddar og eru allir málaðir seinast í 2003 og nú í 2004. - Øll motivini eru úr okkara náttúru og landslagi. Hetta eru ikki heilt náttúralistiskir málningar; [...] skiftandi ljósið og litirnir, sum geva honum íblásturin. Málningarnir eru trídimensjonalir, har bygdin oftast liggur fremst á myndini, síðan fjallið og at enda luftin í bakgrundini. - Mær dámar væl at [...] 1989 uppá at tekna meg til máling og list hjá Jóannesi S. Hansen. Har gekk eg fyrst í ein vetur og gjørdist bitin av listini. Næstu tveir vetrarnar gekk eg í FuglafirðI ? og tá fekk eg rættiligt "blóð á tonna"
formann. - Tað hjálpir ikki at sita í sofuni og grenja, vil tú hava broytingar. Eg vildi gera mína ávirkan galdandi, og eg frøist um, at ungmannafeløgini aftur hoyrast og síggjast. Tú ert 25 ára gamal og formaður [...] rúminum. Tað vant meira og meira upp á seg, og fyri gott og væl einum ári síðan setti hann seg í samband við Unga Sambandi. Hann var á aðalfundinum, sum ikki hevði stórvegis undirtøku, og skjótt fekk hann nýtt [...] er rætt, eins og vit eisini gera. Politikaran, hann hevur størst virðing fyri: - Helgi Abrahamsen er mín føroyska politiska fyrimynd. Hann er sera nærlagdur og ágrýtin í sínum arbeiði og leggur nógv fyri
formann. - Tað hjálpir ikki at sita í sofuni og grenja, vil tú hava broytingar. Eg vildi gera mína ávirkan galdandi, og eg frøist um, at ungmannafeløgini aftur hoyrast og síggjast. Tú ert 25 ára gamal og formaður [...] Johannesen uni@sosialurin.fo -------- Arne Debes Winthereig setur seg afturá, krossar armarnar og hyggur sannførdur fram fyri seg. - Never change a winning team, sigur hann argandi og flennir. Formaðurin í [...] rúminum. Tað vant meira og meira upp á seg, og fyri gott og væl einum ári síðan setti hann seg í samband við Unga Sambandi. Hann var á aðalfundinum, sum ikki hevði stórvegis undirtøku, og skjótt fekk hann nýtt
við partapolitiskum spæli. - Tað snýr seg ikki um samband og fullveldi, og ringt er eisini at síggja nakað hugmyndaligt stríð millum vinstra og høgra í hesum máli. - Málið snýr seg um at viðurkenna allar [...] m.a. í sambandi við sjúkrahúsverkið og ymiskar almennar tænastur, eitt nú av mentanarligum slag. - Í roynd og veru eru gjøldini, sum eru løgd á Oyggjaleiðirnar og undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund [...] at okkurt grundleggjandi verður gjørt við sjálva skipanina. - Prísskipanin er ikki til at fáa greiði á, og tað greiðasta og mest sømiliga og harafturat umsitingarliga sæð bíligasta er at taka av allan
at vinna á sjúkuni og koma so væl fyri seg aftur. - Drívmegin var fyrst og fremst, at eg vildi sleppa at vera mamma longri enn eg hevði verið. Eg vildi ikki fara frá mínum synum og teimum, ið eru rundanum [...] Noomi Oddmarsdóttir Gregersen og leggur afturat. - Eg hevði tað gott. Eg var 35 ára gomul, hevði ferðast, hevði eina útbúgving, hevði búð uttanlands og hevði fingið mann og trý børn. Eg fór kanska at doyggja [...] vita, at hetta var tann einasti møguleikin, og at fleiri læknar høgdu hugd eftir hennara støðu og vóru samdir. Hon slapp tó at fara heim og hugsa um støðuna. - Eg kom til ta niðurstøðu, at beinið ikki hevði
tann ferðafólkamálbólkurin, vit fyrst og fremst skulu hava hendavegin. - Tað er ein sannroynd, at jú nærri fólk búgva við Føroyar, jú størri vitan hava tey um okkara mentan, og fyri hesi fólkini hevur grindadráp [...] Danmark og í Svøríki. Føroyar hava fleiri avbjóðingar sum ferðamannaland, eitt nú ferðaseðlaprísir og tað, at vinnan ikki altíð verður rikin á nóg høgum støði. - Tað er dýrt at ferðast til Føroya, og tí skulu [...] verða lýstir sum eitt kalt og kyniskt fólkaslag. Sambært henni eru Føroyar frálíkar sum ferðamannamál av fleiri orsøkum. - Føroyar eru nakað heilt serligt, vit hava framúr vakra og sermerkta náttúru, menniskjuni