Flogbóltur
Gjøgnum árini eru tey nógv, sum hava verið noydd at ásanna, at tað gongur upp og niður í ítrótti. Eitt gott dømi um hetta er mansliðið hjá ÍF. Teir blivu føroyameistarar í fjør, men aftaná tað einki serligt við mansflogbóltinum í Fuglafirði. Fleiri av leikarunum fóru av liðnum eftir lokna kapping, og liðið, sum byrjaði hetta kappingarárið, var nógv broytt frá tí, sum vann gull í 2001.
Og úrslitini vóru eisini hareftir: Átta dystir og átta ósigrar í grundspælinum. Tí var tað eisini sera óvæntað, at ÍF í fyrsta dystinum í endaspælinum beint fyri jól vann móti Fleyr, sum annars hevði havt nógv viðrák.
Eingin hevnd
Sunnudagin fekk Fleyr so møguleika fyri at hevna hetta, tá liðini møttust aftur í sjálvari finaluni í Mjølnir-kappingini í Klaksvík.
Og tað stóð nógv uppá spæl. Umframt heiðurin at vinna Mjølnir-kappingina sleppur vinnarin eisini í sjálva steypafinaluna, sum verður í februar.
Fleyr hevði víst gott spæl í innleiðandi dystunum leygardagin, meðan ÍF hevði verið meira svingandi. Millum annað høvdu fuglfirðingar fingið ein ordiligan avsmurning frá Mjølni.
Men Fleyr fekk ikki hevnd. ÍF vann nevniliga finaluna 3-2, og tað var uppiborið. Teir vóru betra liðið, og tað sæst eisini aftur í settúrslitunum, tí meðan ÍF vann síni trý sett rættiliga stórt, endaði bæði settini, sum Fleyr vann, 26-24.
Eins og dysturin millum hesi bæði liðini beint áðrenn jól, so vísti hesin eisini, at liðini í kappingini eru somikið jøvn, at alt kann henda.
Líkist meira gamla liðnum
Ein av orsøkunum til »endurreisnina« hjá ÍF er, at hevarin og veteranurin Odd Eliasen er komin aftur á besta liðið. Hetta kappingarárið hevur hann annars fyri tað mesta spælt við 1. deild, men tað hevur gjørt mun, at hinir hava fingið lokkað hann at flyta upp aftur á besta liðið.
- Eg haldi ikki, at tað beinleiðis er tað, at eg eri komin við aftur, sum hevur gjørt liðið so nógv betri. Men tað hevur gjørt, at fleiri av hinum eru farnir aftur á tey plássini, har teir eru best, sigur Odd Eliasen.
- Bartal hevur spælt hevari fyri meg, men nú er hann aftur á sínum gamla plássi, og tað hjálpir, tí hann er nokk ein av bestu kantsmasjarum í landinum. Og Kenneth, sum hevur spælt á plássinum hjá Bartal, er nú blivin diagonalhevari. Og liðið verður sjálvandi betri av, at leikararnir spæla á teimum plássunum, har teir eru best, sigur hann.
So sjálvt um nøvnini á liðnum ikki eru so nógv broytt hesar seinastu vikurnar, so líkist uppstillingin hjá ÍF nú meira teirri, sum vann føroyameistaraheitið í fjør.
Odd heldur, at Fleyr var klárt tað besta liðið leygardagin, men at tað kanska hevur kostað teimum ov nógv til finaluna dagin eftir. Men tað er møðandi hjá øllum liðunum at spæla so nógvar dystir uppá so stutta tíð.Sjálvt um tað í finaluni sunnudagin bleiv brúk fyri øllum fimm settunum fyri at finna ein vinnara, so var tað kortini munur á. Sum nevnt vann Fleyr síni sett tepurt, meðan ÍF var meira sannførandi í settunum, sum teir vunnu.
Í fimta og seinasta settinum kom Fleyr betur frá byrjan og legði seg á odda 4-1, men ÍF kom uppá 4-4 og seinni eisini 6-6. Tá so liðið úr Fuglafirði vann seg uppá 10-6, gekk tað bara ein veg, og settið endaði 15-7.