Talið av norðurlendingum, sum verða raktir av krabbameini, fer at økjast týðiliga tey næstu árini. Talan er serliga um bróstkrabba, prostatakrabba, lungnakrabba og húðkrabba . Tað vísa nýggjastu tølini frá Nordcan, ið er ein norðurlendskur hagtalsgrunnur við krabbameinstølum.
- Nordcan hevur krabbameinstøl frá øllum norðurlondunum, sum granskarar síðani arbeiða við. Teir hava gjørt framrokningar, sum vísa, at komandi árini fara vit at síggja fleiri norðurlendingar, ið verða raktir av krabbameini, sigur Jákup N. Olsen. Umframt at vera formaður í føroyska krabbameinsfelagnum er hann eisini formaður í Nordic Cancer Union, sum mánadagin hevði ársfund í Føroyum. Á fundinum umrøddu tey millum annað ræðandi framrokningarnar um krabbameinstilburðir í norðurlondum.
- Sambært framrokningunum fer talið á krabbameinssjúklingum í Danmark at økjast heili 50 prosent komandi 12 árini. Og støðan er tann sama í hinum norðurlondunum, sigur Jákup N. Olsen.
Tí kunnu vit eisini næstu árini vænta at fleiri føroyingar verða raktir av eini krabbameinssjúku.
- Samanbera vit við tølini í Danmark, so síggja vit týðiliga, at gongdin í Føroyum er tann sama. Bara í fjør upplivdu vit nógv fleiri tilfeldi í mun til í 2011, staðfestir Jákup N. Olsen.
Orsøkirnar til negativu gongdina eru fleiri, men fyrst og fremst liva norðurlendingar longur og harafturat er lívsstílurin eisini broyttur.
- Í gomlum døgum vóru tað bara menn, sum royktu, men eftir at kvinnur eisini eru farnar at roykja, síggja vit fleiri konufólk, ið fáa staðfest lungnakrabba. Eisini eru nógv, sum hava brúkt háfjallssól sum ung, og typiskt fáa fleiri teirra staðfest húðkrabba eini 15-20 ár seinni, sigur Jákup N. Olsen
Avbjóðing fyri sjúkrahúsverkið
At alsamt fleiri føroyingar kunnu væntast at fáa eina krabbameinssjúku næstu árini merkir, at sjúkrahúsverkið hevur eina stóra avbjóðing fyri framman. Tað metir Jákup N. Olsen.
- Tað verður ein avbjóðing fyri heilsumyndugleikarnar, tí tølini vísa, at vit fáa fleiri sjúklingar. Vit verða noydd til at hyggja nærri eftir, hvussu vit viðgera krabbameinssjúklingar, og harumframt er neyðugt, at vit verða meira effektiv, sigur Jákup N. Olsen og vísir á, at økta talið av krabbameinsraktum føroyingum ivaleyst krevur ymsar broytingar innan sjúkrahúsverkið.
- Vit mugu hugsa, hvussu mannagongdirnar kunnu gerast annarleiðis, tí tað er neyðugt, tá sjúklingarnir gerast fleiri, sigur Jákup N. Olsen og heldur fram:
- Eitt nú kunnu vit gera meira av at viðgera sjúklingarnar ambulant, vit skulu verða skjótari at finna og staðfesta diagnosuna, og so skal viðgerðin sum heild blíva meira effektiv. Tað skal verða skjótari at koma ígjøgnum sjúkraleguna, soleiðis at vit megna at fáa fleiri fólk í viðgerð, greiðir Jákup N. Olsen frá.
Sambært honum eru hesar broytingarnar og tillagingarnar ikki einans galdandi í Føroyum, men eru felags fyri øll norðurlond.
Samstarvið millum norðurlond
Tískil er eisini týdningarmikið, at norðurlond samstarva í sambandi við viðgerð av krabbameini.
- Vit kunnu samstarva við at hyggja eftir, hvussu tann einstaki sjúklingurin upplivir viðgerðartíðina frá byrjan til enda. Á tann hátt kunnu við so at siga sniðgeva ta skilabestu viðgerðartíðina við at gera tillagingar í núverandi viðgerðarhátti, sigur Jákup N. Olsen.
Longu nú er ein kanning gjørd í Danmark, har krabbameinssjúklingar hava fingið spurnarblað við ymsum spurningum um viðgerðartíðina; heilt frá tí degnum, tey fingu boðini til viðgerðatíðin var av.
- Hini norðurlondini skulu so gera líknandi spurnarkanninga, um tey ikki longu hava gjørt tað. Tað næsta er so, um vit skulu gera eina felagskanning, ella um vit longu nú kunnu gera samanberingar við teimum kanningunum, ið longu eru gjørdar, sigur Jákup N. Olsen, sum heldur, at kanningarnar við spurnarbløðum eru ein góður máti, at gera viðgerðartíðina so góða og effektiva sum gjørligt.
- Endamálið er, at vit á henda hátt kunnu síggja, hvørjar tillagingar skulu gerast í hvørjum einstøkum landi. Til dømis kann úrslitið av eini slíkari kanning við spurnarbløðum vísa, at í Føroyum eru tey sera nøgd við viðgerðina, meðan í Norra, har viðgerðin er tann sama, eru tey ónøgd. Har fer mann so inn og ger tillagingar,greiðir Jákup N. Olsen frá og leggur afturat:
- Vit vita longu nú, at tað eru ávís viðurskifti í viðgerðartíðini, sum vísa seg at rigga væl. Vit meta, at við hesum spurnarkanningunum kunnu vit finna tað besta frá teimum ymsu sjúkrahúsunum, og á tann hátt skapa bestu viðgerðartíðina.
Møguliga gera ræðukampanjur
Ikki einans sjúkrahúsverkini í norðurlondum hava eina stóra avbjóðing fyri framman næstu árini, tá talið av krabbameinssjúklingum fer at vaksa. Eisini krabbameinsfeløgini hava eina stóra uppgávu næstu árini.
- Vit mugu halda fram við at fáa boðskapin um fyribyrging av krabbameini út til fólk. Eg meti, at fyribyrging er nakað, sum avgjørt fer at hjálpa. Tað verður tosað um at spara, men í hesum føri haldi eg, at mann er noyddur at hyggja longur fram og brúka fleiri pengar upp á fyribyrging, sigur Jákup N. Olsen.
Hann vísir á, at dentur eigur at verða lagdur á fyribyrging av øllum sløgum av krabbameini.
- Fleiri faktorar kunnu vera við til at fyribyrgja, og øll mugu gera nakað. Klára vit at ávirka hvønn annan, til dømis við ikki at roykja og ikki fara í háfjallssól, ivist eg ikki í, at tað fer at hjálpa, sigur Jákup N. Olsen.
Størsta avbjóðingin hjá Krabbameinsfelagnum komandi tíðina er at fáa boðskapin fram, og tað er ikki heilt lætt.
- Fólk eru í ein ávísan mun blivin immun fyri øllum teimum ávaringunum og fyribyrgjandi boðskapunum, sum tey dagliga fáa, sigur Jákup N. Olsen og vísir á, at tað ikki er óhugsandi, at Krabbameinsfelagið fer at tillaga mátan, tey upplýsa fólk um krabbamein.
- Í Australia hava tey brúkt ræðukampanjur, og tær hava víst seg at riggað. Møguliga er tað tann vegin, vit eisini skulu fara í Føroyum í sambandi við upplýsandi átøkini, sum vit í Krabbameinsfelagnum gera. Ikki tí, bara tí tað riggar í Australia, er als ikki víst, at tað hevur somu ávirkan í Føroyum, og tískil er talan kanska meira um at gera tillagingar heldur enn at kopiera, sigur Jákup N. Olsen, sum dugir at síggja eina positiva gongd hvat hugburði til krabbamein viðvíkur.
- Eg haldi, at yngra ættarliðið er meira tilvitað um teir faktorarnar, ið kunnu elva til eina krabbameinssjúku. Og tað er ein positiv gongd, sum vit sjálvandi fegnast um.