Týskvøldið stóð føroyska fótbóltslandsliðið fyri einum av sínum allar størstu avbjóðingum nakran tíð. Gaman í var talan bara um venjingardyst, men við hollendsku mega-stjørnunum hinumegin miðlinjuna, er einki at taka seg aftur í, um onkur av føroysku leikarunum hevði hug at hveppast eitt sindur. Kluivert, van Nistelrooy, Davids og Cocu fyri bert at nevna nakrar, teljast allir millum virðismiklastu leikararnar í okkara heimsparti, og tá so føroyska liðið enntá var skert við avboðum frá millum øðrum báðum miðvallarmotorunum, vóru tað fleiri, sum høvdu alt annað enn góðar vónir undan dystinum.
Óttin er burtur
Í so máta mundi dysturin týskvøldið geva eitt greitt tekin um, hvussu langt føroyskur landsliðsfótbóltur í veruleikanum hevur flutt seg. Eftir at fleiri av leikarunum mugu sigast at hava heilt drúgvar royndir á altjóða pallinum, eins og yngru menninir meira ella minni eru uppvaksnir við at spæla móti komandi stór.
Sjálvandi er virðingin fyri mótstøðuni til staðar ? tað skuldi bara mangla. Men hon er ikki so ovurhonds stór, sum hon onkra tíð fyrr hevur verið, og kanska er tað einamest á áskoðarasíðuni, at hesin óttin fyri stórtapum og eyðmýkingum framvegis livir. Spælararnir hava í øllum førum ferð eftir ferð prógvað, at teir eru sína uppgávu vaksnir, og sum bæði nú- og fyrrverandi venjarin so ofta hava sagt, so kemur sensatiónin fyrr ella seinni.
Hollendskt bóltflytarí
Men fyri at koma aftur til dystin, so var tað ikki so ofta sjónligt, at hetta vóru nakrir av heimsins bestu leikarum, sum okkara vóru uppi ímóti.
Fyrsta korterið ella har á leið tóktust okkara vera undir stórum trýsti, men tað er nú ikki so nógv meira enn tað, sum vit eru von við. Hesaferð kundi tó gingið galið, um ikki ein vinarligur sveisiskur linjuveri hevði vinkað van der Vaart rangstaddan, ella um Jákup Mikkelsen ikki hevði refleksbjargað royndini frá Cocu.
Men nullið helt sær á talvuni, og so líðandi byrjaði ferðin á hollendska spælinum at falla. Ein av orsøkunum til hetta mundi eisini vera, at føroyska liðið í nógvar mátar var sera væl skipað. Zonu-spælið í bæði verju og álopi riggaði nærum perfekt, soleiðis at okkara í stóran mun stóðu rætt, heldur enn at skula renna eftir mótstøðuni, og tí gjørdist talan í longum løtum um hollendskt bóltflytarí, sum sjáldan gjørdist veruliga vandamikið. Teir megnaðu nakrar ferðir at koma út á kantarnir, soleiðis at innlegg spurdust burturúr, men har sýndu Óli og Poul, at teir eins væl og Kluivert og van Nistelrooy kundu nýta ytru síðuna av høvdinum, og so spurdist ikki stórt meira burturúr.
Soleiðis sum spælið nú lagaði seg, so tóktist tað greitt, at onkur góð detalja skuldi til, fyri at opna føroysku verjuna, og hesari stóð ungi van der Vaart fyri á hálva tímanum. Súni Olsen fekk ikki tacklað nóg væl, tá ungi Ajax-leikarin tók ímóti við rygginum móti málinum, og eftir at hava snarað gøtumannin av sær, langaði hann til, og tó at Jákup var nær við, so fekk hann ikki vart fyri stiklandi bóltinum.
Stjørnusett B-lið
Seinasta korterið av hálvleikinum gekk aftur meira ella minni í tómgongd. Hollendingarnir tóktust framvegis hava hug at fáa eyðkenda passing-spælið at koyra, men partvíst var ferðin ov lág til, at hetta skuldi opna føroyska liðið, og partvíst lupu okkara ongantíð framav, soleiðis at liðið kundi yvirspælast uppi á vøllinum.
Til seinna hálvleik vóru stórar broytingar at síggja á hollendska liðnum. Broytingar av tí slagnum, sum ofta verða skuldsettar fyri at oyðileggja venjingardystir.
Dick Advocaat skifti nevnliga tíggju av ellivu leikarum út í steðginum, og einasti av teimum yvirlivandi ? Michael Reiziger ? var eisini skiftur út eftir góðum korteri, soleiðis at Holland eftir steðgin mest av øllum spældi við tí, sum má rópast eitt B-lið.
B-lið ella ikki, so gjørdi hetta ikki føroysku uppgávuna lættari á nakran hátt. Og tað sigur eisini nakað um hollendsku styrkina, at menn sum Seedorf, Overmars, Zenden og Makaay vóru at finna á sonevndu B-liðnum.
Ikki minst tóktist tað skapa nakað væl meira av ferð, at Seedorf nú var tann, sum skipaði hollendska spælið. Hann er kanska ikki ein eins eyðsýndur einstaklingur sum van der Vaart er tað, men hinvegin megnaði hann í nógv størri mun at seta ferð á bóltflytingarnar, og fleiri ferðir vóru okkara um ein háls, tá Milan leikarin tagaði føroysku verjuna upp við neyvu sendingum sínum.
Andrew kundi selt seg
Og tað gav eisini at bíta seks minuttir eftir steðgin, tá Seedorf sendi Overmars avstað, soleiðis at hesin kundi leggja flatt til Makaay, men undan hesum hevði Andrew av Fløtum givið stjørnunum ein ordans skelk.
Føroyar høvdu valla havt tað, sum líktist einum veruliga gjøgnumspældum álopi allan dystin, og sum so var heldur ikki talan um nakran møguleika, tá Andrew fekk bóltin eftir fýra minuttum. Bouma mundi heldur ikki varnast vandan, tá hann bara skermaði einsamalla álopsmannin inn eftir vøllinum, men hann fekk annað at síggja. Onkra staðni millum 25 og 30 metrar úr málinum høgdi havnarmaðurin til, og sat skotið bara ein hálvan sentimetur lægri, so høvdu Føroyar javna. Ístaðin kundi ein spraklandi Waterraus í hollendska málinum gleðiliga staðfesta, at bólturin brast niður í svørðin fáar sentimetrar uttan fyri strikuna, og so slapp Holland undan ringastu eyðmýkingini. Veruliga eitt skot av tí slagnum, sum kann selja ein leikara, og so er spurningurin, hvørt onnur og størri feløg enn Fremad Amager fáa hug at síggja skotstyrkina hjá Andrew eftir hetta.
Fáar minuttir eftir hevði Makaay sum sagt økt um leiðsluna, og tá Overmars so við eitt sindur av hepni fekk eitt avrættað skot í føroysku meskarnar, var sigurin av álvara staðfestur.
Sokallaða B-ketan spældi seg eisini til fleiri aðrar møguleikar, og serliga Seedorf mundi ynskja Jens Martin langt burtur, men málverjin, sum nú aftur hevur topphúgvuna á høvdinum, gav fleiri dømi um, at hann framvegis er maður fyri at verja málið, tá altjóða uppgávurnar standa á skránni.
Týdningarmiklar royndir
Og sum dysturin leið, so fekk seinni hálvleikurin eisini skapið av tí fyrra, tá talan í stóran mun gjørdist um bóltflytarí.
Hetta gav eisini føroysku venjarunum høvi til at seta nakrar ungar leikarar við fáum royndum inn á vøllin. Her kundi tað kanska tykjast heldur keðiligt, at Vagnur og Pauli ikki fingu meira tíð enn tað sama á vøllinum, men hinvegin var hetta eisini skilligt. Bæði tí venjararnir helst vildu halda John sum bindingarlið inni á vøllinum í dystinum longst gjørligt, og tí tað ikki varð hildið ráðiligt at gera nakrar broytingar í verjupartinum, har tað var mest upplagt at seta Vagn inn. Saman við Kára fingu teir báðir tó sín fyrsta landsdyst, og bara tað at vera við í hesum gevur so í øllum førum nakrar royndir, sum teir vónandi fáa gagn av seinni. Í øllum førum vita teir, at tú doyrt ikki, fyri tað um mega-stjørnur eru á mótstøðuliðnum, og bara vissan um hetta kann vera við at taka ringastu nervarnar burtur, tá teir næstu ferð skulu í altjóða eldin, og tað kanska standa týdningarmikil stig á skránni.
Samanlagt vóru teir í øllum førum við til at vinna føroyingum eitt úrslit, sum vit kanska ikki skulu vera beinleiðis errin av, men sum vit í øllum førum onga orsøk hava at skammast um. So tykist spurningurin bara vera, hvørt hollendsku miðlarnir fara at vera eins blíðir við sínar leikarar, tá avrikið skal vigast. Tað er í øllum førum einki at ivast í, at ætlanin var at fáa ein trivaligan sigur burturúr dystinum, og gjarna við bæði Kluivert og van Nistelrooy millum málskjúttarnar, men hesir dreymarnir vórðu so kortini av ongum.











