starvinum og gevst í næsta mánaði. Tað sigur Niels Halm, sum er stjóri í Norðurlandahúsinum. ? Listastevnan í ár er væl fyrireikað, og vit hava fólk í húsinum, sum kunnu taka sær av uppgávunum í sambandi við [...] við stevnuna í ár, og tí fara vit at bíða við at seta ein nýggjan leiðara, til vit hava gjørt eina eftirmeting av Listastevnuni, sigur Niels Halm. Oddvá Nattested hevur verið samskipari av Listastevnu Føroya [...] Listastevnan skal eftirmetast Listastevnan í ár er tann fimta í røðini, og nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum heldur, at tíðin er komin at eftirmeta Listastevnuna. ? Tað er púra natúrligt, at slík tiltøk
ein kreppa í bústaðarmarknaðinum í USA, sum í síðstu viku førdi til eitt álvarsligt fall í partabrævakursunum á marknaðunum í Íslandi og Keypmannnahavn. - Hetta er nakað, sum hevur ulmað í eina tíð, og [...] nýggjur táttur í Føroyum, so fylgja fólk væl við. - Tað er rætt, at fleiri hava tann hugburð, at tá partabrævakursirnir hava verið hækkandi seinastu trý árini, so halda teir fram at hækka. Í so máta trúgvi [...] størri enn hildið, ella um feløg ikki hava ta inntjening, sum væntað, so fer hetta at hava ávirkan á marknaðin skeiva vegin. Men ein góð ábending um hetta fæst nú í vikuni, tí tá fara lyklapersónar á økinum
kjarnorkuvápnum í Danmark, og at hon ikki vildi loyva miðberandi kjarnorkuvápnum í Danmark og í Grønlandi, góvu í veruleikanum amerikumonnum loyvið at seta øll onnur sløg av kjarnorkuvápnum upp í Grønlandi! [...] leiktjøldini var teksturin ein annar. Nú tríati ár seinni vísa skjøl, sum hava ligið goymd í Armerika, at danski kjarnorkupolitikkurin ikki umfataði Grønland. Í hesum skjølum, sum eru avrit av samrøðum millum [...] Søgan um tað sum fór fram er í stuttum tann, at H. C. Hansen á einum ráðharrafundi í Nato í desember 1957 gjørdi vart við, at danir undir verandi umstøðum ikki vildu hava kjarnorkuvápn á danskari jørð
inum hava seinastu tíðina varpað ljós á at stytta arbeiðsvikuna úr umleið 40 tímum og niður í 37 tímar. Nakrir politiskir flokkar hava víst hesum áhuga, meðan nakrir flokkar eru meira ivasamir. Í Íslandi [...] hetta fer at kosta tí almenna hundraðtals milliónir og at tað fer at hava við sær stóran mangul upp á arbeiðsmegi. Fakfeløgini hava í hesum sambandi gjørt eitt áhugavert greiningararbeiði um endamál, a [...] eisini at verða viðgjørdur, soleiðis at vit ikki aftur skulu bíða í 30-40 ár til hetta hendir. Kanningar vísa nevnliga, at 35 tíma arbeiðsvika er tann optimala arbeiðsvikan og avleiddu lønarútreiðslurnar ikki
Studentafelagsins gav ta fyrru út í 1987, og Norðurlandahúsið gav ta seinnu út í 1997. Í báðum førunum skrivaði Jógvan Isaksen tekstin. Framsýningarnar hava verið óteljandi - bæði í Føroyum og aðra staðni - og [...] lærdi til sjúkrasystir og nýtti í nógv ár útbúgvingina. Men nú eru nøkur ár síðani, at hon gavst við tí og fór undir at reka Gallerí Focus í Gríms Kambansgøtu í Havnini. Amariel er sera fryntligur og fyrikomandi [...] Føðingardagin heldur hann í dag, tá ið tað fyrst verður opið hús heima í Lambagerði 1 frá klokkan 10 til 14 og síðani, tá ið hann letur framsýning upp í Gallerí Focus í Gríms Kambansgøtu. Har verður opið
Hinvegin hava flestu mánaðir í ár givið eina hægri álíkning enn somu mánaðir í fjør. - Álíkningin, sum er persónsskatturin, var út við 600.000 krónur meira í juni í ár samanborið við sama mánaða í fjør. So [...] stað. Soleiðis er eisini í Vestmanna. Karl heldur kortini, at talið av barnsburðum higartil í ár hevur verið rímiliga stórt í kommununi, og hetta saman við deyðstíttleikanum í eldra endanum hevur verið avgerandi [...] nýggj sethús eru bygd í Vestmanna seinastu árini, og í løtuni eru fleiri hús í gerð. - Kommunan eigur alt økið Uppi í Vestri, sum vit rópa. Hetta er ein forleinging av Miðalsbrekku, og í verandi útstykking
vit eru bara heldigir, at vit hava eitt arbeiði. Smokie hava spælt saman í nógv ár, so teir eru allir góðir vinmenn og hava tað gott við hvørjum øðrum. Teir trívast væl í tí, teir gera. - Fólk spyrja okkum [...] Mike Craft, sangari í Smokie, gleðir seg nógv til at spæla fyri føroyingum í kvøld. Smokie hava spælt í Føroyum fleiri ferðir, og tað er líka stuttligt at koma til Føroya hvørja ferð. - Vit gleða okkum [...] vanligt hjá teimum at koma til Føroya at spæla. Teir komu úr Danmark í morgun og spældu í Svøríki í gjár. So teir vóru tíðliga uppi í morgun fyri at ferðast til Føroya. Hann fortelir, at sum tónleikari
verða teir automatiskt framlongdir í eitt ár afturat, fram til 31. desember 2010 Ikki rætta løtan - Vit halda ikki, at vit hava so mikið álvarsligar trupulleikar í sáttmálanum, at vit halda, at vit eiga [...] Skipara- og Navigatørfelagið ætla ikki at ganga í fótasporunum á Fiskimannafelagnum. - Vit hava gjørt av, at vit fara ikki at siga sáttmálan upp, staðfesta formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum og Maskin [...] hetta er rætta stundin til at seta reiðarunum krøv um størri útreiðslur. - Vit hava hugsað um støðuna í fiskivinnuni. Vit hava víst samfelagssinni og vit halda, at tað hevur sera stóran týdning, at tað er
skaða í fótin, tá ið hann sunnudagin varð skiftur út í Gøtu. Hann hevur ikki vant í hesi vikuni, og tí verður hann ikki millum teir fyrstu ellivu í morgin. Jan Andreasen varð skiftur inná vongverjan í Gøtu [...] Klaksvík, har teir í vikuni fingu boð um, at teir ikki sleppa at halda fram í steypakappingini. Venjarin og spælarnir hava gjørt nógv fyri at hetta ikki skal órógva fokusið, sum teir hava á stóru uppgávuna [...] at loyvini fóru at koma í rættlag undan vikuskiftinum, men samstundis halda teir seg hava orsøk at vóna, at viðurskiftini fara at koma upp á pláss í næstu viku. Skálamenn hava somu manning sum seinast
hvat tey hava, men tey vita ikki, hvat tey fáa. Í Hvalvík draga fólk í bæði borð, nú tey skulu taka støðu til at leggja saman við fimm øðrum kommunum í økinum. Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Hvalvík [...] ivingarsom. Tey vita, at tey hava eina kommunu, sum er hampiliga væl fyri og nú vilja tey hava at vita, hvørjir fyrimunir eru við at leggja saman. Sjálvur ivast hann ikki í, at tað verður ein stórur fyrimunur [...] at hava fólkaatkvøðu 6. mai, men tað eru summi, sum halda, at tað er ov tíðliga. ? Tað taka vit nú til umhugsunar og eg tori ikki at siga um tað verður broytt. Fyrimunurin við at hava tað tíðliga í mai