Listastevnan fær ongan nýggjan samskipara

Listastevnan í ár skal fyrst haldast, og so skal alt konseptið eftirmetast, áðrenn nakar nýggjur samskipari verður settur fyri Listastevnuna. Tað sigur stjórin Niels Halm, eftir at samskiparin hevur sagt upp

Tað verður fyribils eingin nýggjur leiðari settur fyri Listastevnu Føroya, hóast leiðarin hevur sagt seg úr starvinum og gevst í næsta mánaði.
Tað sigur Niels Halm, sum er stjóri í Norðurlandahúsinum.
? Listastevnan í ár er væl fyrireikað, og vit hava fólk í húsinum, sum kunnu taka sær av uppgávunum í sambandi við stevnuna í ár, og tí fara vit at bíða við at seta ein nýggjan leiðara, til vit hava gjørt eina eftirmeting av Listastevnuni, sigur Niels Halm.
Oddvá Nattested hevur verið samskipari av Listastevnu Føroya, men hon hevur sagt upp.
? Hetta er fimta árið á rað, at skipað verður fyri Listastevnu Føroya, og eg haldi, at eg eri við at ganga aftur í sama spori. Tá man hevur eina slíka kenslu, er tíðin komin at siga til, segði Oddvá Nattestad við Dimmalætting í gjár.
Hon fer úr starvinum um hálvan juni.

Listastevnan skal eftirmetast
Listastevnan í ár er tann fimta í røðini, og nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum heldur, at tíðin er komin at eftirmeta Listastevnuna.
? Tað er púra natúrligt, at slík tiltøk verða eftirmett. Tá ið tiltøkini í ár eru farin aftur um, skulu vit kjakast um Listastevnuna. Vit skulu tosa um, hvønn veg vit skulu fara, um stevnan skal flytast til eina aðra árstíð, og um hon annars skal broytast. Eg haldi, at høvið er gott at gera hetta í sambandi við fimm ára jubileumið.
? Tá ið vit hava gjørt hetta og eru komin til eina niðurstøðu, kunnu vit fara at hugsa um at finna ein møguligan nýggjan samskipara, sigur Niels Halm.

Natúrlig gongd
Stjórin heldur, at fyri tað um initiativið at skipa fyri Listastevnuni var gott fyri fimm árum síðani, skal tað ikki forða fyri, at ein eftirmeting verður gjørd av stevnuni, og tosa verður um hvørjar møguligar broytingar skulu gerast.
Er tað tann nýggi stjórin, sum er farin at rysta í træið?
? Nei, tað er tað ikki. Vit skulu allatíðina eftirmeta okkara tiltøk, og tað skulu vit sjálvsagt eisini gera við Listastevnuni. Vit skulu altíð royna at fáa sum mest burtur úr tí, sum vit skipa fyri. Tí er hetta ikki nakað ruskarí hjá mær, men ein natúrlig gongd, sigur Niels Halm.

Kantinan verður broytt
Herfyri gjørdi stjórin í Norðurlandahúsinum av, at fólkini, sum hava arbeitt í kantinuni skuldu sigast upp. Hetta varð gjørt, tí at kantinan hevur verið rikin við halli, og tað kundi ikki halda fram.
? Vit skulu brúka okkara pengar til mentan og list og ikki til at reka eina kantinu við halli. Tí skulu vit nú finna eina loysn á, hvussu kantinan frameftir verður rikin. Ein møguleiki er at lata onkran uttanífrá taka sær av kantinuni, sigur Niels Halm.