Kommunusamanlegging
?Fólk vita, hvat tey hava, men tey vita ikki, hvat tey fáa.
Í Hvalvík draga fólk í bæði borð, nú tey skulu taka støðu til at leggja saman við fimm øðrum kommunum í økinum.
Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Hvalvík sigur, at eini 130 fólk høvdu leitað sær á borgarafund týskvøldið og tað er helmingurin av teimum, sum hava valrætt.
Og hann metir, at helvtin av teimum var fyri at leggja samn og hin helvtin var ímóti.
? Men tað var ein góður fundur, har fundarfólkini vóru dúglig at seta spurningar.
?Tað er týðiligt, at fólk eru eitt sindur ivingarsom. Tey vita, at tey hava eina kommunu, sum er hampiliga væl fyri og nú vilja tey hava at vita, hvørjir fyrimunir eru við at leggja saman.
Sjálvur ivast hann ikki í, at tað verður ein stórur fyrimunur at leggja saman.
Ætlanin er at hava fólkaatkvøðu 6. mai, men tað eru summi, sum halda, at tað er ov tíðliga.
? Tað taka vit nú til umhugsunar og eg tori ikki at siga um tað verður broytt. Fyrimunurin við at hava tað tíðliga í mai, er, at tá er summarfrítíðin ikki byrjað. Dregur út, er tað kanska rættast at bíða til í heyst, tá ið summarfrítíðin er av.
Sjálvur ivast Heðin Zachariasen ikki í, at tað er ein fyrimunur at leggaja saman.
?Eitt nú heldur hann, at tá fer tað at bera nógv betri til at samskipa útbygginginar, fyri at sleppa undan at fleiri grannakommunur ikki gera sama slag útbyggingar.
?Ein vansi við samanlegging kann vera, at skattakrónur hjá bygdarfólki í einari bygd, verða brúktir í eini aðrari bygd. Men tað kann eisini virka beint øvugt, at tað ávís ár verða drignir nógv meiri peningur til eina bygd til ymsar útbyggingar, enn tað hevði borið til, bara við skattakrónunum frá bygdarfólkinum.
Ein vansi verður eisini, at umsitingin verður flutt eitt sindur longri burtur frá borgarunum. Men afturfyri verður kommunuskrivstovan opin allan dagin og ikki sum nú, bert nakrar fáar tímar.
Ein annar vansi kann eisini vera, at verður lagt saman, vendst ikki aftur. Men samanlangt heldur hann, at tað verður stórur fyrimunur.
Les eiini aðrar greinar í blaðnum um kommunusamanleggingina í Norðurstreymoy og Norðureysturoy.