Geva reiðarunum frið í eitt ár afturat

Hvørki Skipara- og Navigatørfelagið ella Maskinmeistarafelagið fara at siga sáttmálan við Reiðarafelagið upp hesuferð

- Vit halda ikki, at hetta er rætta tíðin til at sera fiskiflotanum krøv um eykaútreiðslur.

Tað eru Páll Hansen og Eyðstein Djurhuus, samdir um.

Teir báðir eru formenn í ávikavist Maskinmeistarafelagnum og Skipara- og Navigatørfelag.

Allir sáttmálarnir ímillum Reiðarafeløgini og tey trý manningarfeløgini ganga út nú ímóti ársenda og sum vit fortaldu í Sosialinum herfyri, hevur Føroya Fiskimannafelag longu gjørt av at siga sín sáttmála upp við kravi um betri løn og meiri frítíð.


Ikki rætta tíðin

Men Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið ætla ikki at ganga í fótasporunum á Fiskimannafelagnum.

- Vit hava gjørt av, at vit fara ikki at siga sáttmálan upp, staðfesta formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum og Maskinmeistarafelagnum fyri Sosialinum.

Bæði feløgini hava havt nevndarfund nú í vikuni og har var niðurstøðan, at hetta er ikki rætta løtan at siga sáttmálan upp.

Samstundis vátta teir báðir fakfelagsformenninir, at Reiðarafelagið hevur heldur ikki sagt sáttmálan upp.

Og tá ið hvørgin parturin sigur sáttmálan upp, verða teir automatiskt framlongdir í eitt ár afturat, fram til 31. desember 2010


Ikki rætta løtan

- Vit halda ikki, at vit hava so mikið álvarsligar trupulleikar í sáttmálanum, at vit halda, at vit eiga at siga hann upp nú, sigur Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Kortini ivast hann ikki í, at reiðararnir verða til at tosa við, skuldu teir komu eftir, at onkrar smávegis dagføringar eru ynskiligar.

Hann er væl kunnugur við, at støðan hjá fiskiflotanum er vánalig og hann heldur ikki, at hetta er rætta stundin til at seta reiðarunum krøv um størri útreiðslur.

- Vit hava hugsað um støðuna í fiskivinnuni. Vit hava víst samfelagssinni og vit halda, at tað hevur sera stóran týdning, at tað er friður á økinum, leggur Páll Hansen afturat.

Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, er samdur.

- Sum gongdin í vinnuni er í løtuni, vænta vit ikki at fáa so mikið av ábótum á sáttmálan, at tað er rætt at siga hann upp, leggur hann afturat.

Men hann skoytir kortini upp í, at hetta merkir ikki, at Skipararnir eru fullvæl nøgdir við sáttmálan, tí onkrar broytingar eru, sum vit vilja hava.

Men tað verður so at bíða til eina aðru ferð