Tað var ein kreppa í bústaðarmarknaðinum í USA, sum í síðstu viku førdi til eitt álvarsligt fall í partabrævakursunum á marknaðunum í Íslandi og Keypmannnahavn.
- Hetta er nakað, sum hevur ulmað í eina tíð, og mann hevur vitað í nakrar mánaðir, at kreppan fór at koma, sigur Jan Jakobsen, íløgustjóri í Føroya Banka.
Nakrir lánveitarar traðka á bremsuna, og tað førir so við sær, at marknaðurin reagerar rímiliga ógvusliga.
- Støðan gerst ótrygg, og tá so nakrir lánveitarar ikki vilja lána til aðrar peningastovnar fyrr enn støðan aftur er trygg, so sendir tað eina sjokkbylgju gjøgnum marknaðin. Hetta smittar so av á partabrævamarknaðin, og tað setur so aftur eina domino-effekt í gongd, sigur Jan Jakobsen.
Tá so partabrøvini falla, kenna summi seg tvungin at selja, sjálvt um amerikanski tjóðbankin, FED, royndi at forða fallinum við at lækka rentuna hálvt prosentstig. Við tí sendu teir út eitt signal um, at teir eru til reiðar at taka neyðug stig til tess at stabilisera marknaðin.
Meiri ansin
Hetta tóktist at taka broddin av sveigginum á marknaðinum, og upp á styttri sikt sær út til, at marknaðurin fyribils hevur stabiliserað seg.
- Generelt kann sigast, at størri umsetningurin er, meiri er tað við til at stabilisera marknaðin. Er útboðið stórt, ávirkar tað prísin niðureftir, og hinvegin fer prísurin upp, tá eftirspurningurin er stórur. Men fleiri partabrøv, sum eru í útboði, vil tað alt annað líka verða ein fyrimunur, sigur Jan Jakobsen.
Føroya Banki hevur annars ein »marketsmaking«-orðning við Svenska Handilsbankan sum ger, at um eingin stillar kursin, so fara teir inn og gera tað.
Annars vísti gongdin í farnu viku, at kursurin á partabrøvunum í Føroya Banka ikki fullu so nógv, sum tey gjørdu hjá hinum báðum føroysku fyritøkunum á børsinum. Hví so er, kann vera trupult at meta um.
- Hálvársroknskapirnir eru júst kunngjørdir, og teir hava verið OK, mugu vit siga. Eg rokni við, at íleggjarar hyggja eftir, um íløgurnar svara til tað váðafýsni, sum roknað var við, sigur Jan Jakobsen.
Hann roknar við, at fólk í fleiri førum velja at selja tey partabrøv, sum eru ótrygg, og so antin seta peningin í lánsbrøv ella bara lata hann standa á vanligari konto – ella keypa meiri trygg partabrøv.
Lyklatøl í vikuni
Men tað er greitt, at um tað fer at vísa seg, at kreppan er størri enn hildið, ella um feløg ikki hava ta inntjening, sum væntað, so fer hetta at hava ávirkan á marknaðin skeiva vegin.
Men ein góð ábending um hetta fæst nú í vikuni, tí tá fara lyklapersónar á økinum at koma við tølum úr Týskalandi. Hesi tøl verða avgerandi, um marknaðurin verður ávirkaður negativt ella positivt, tí her er talan um framrættað tøl.
Jan Jakobsen heldur, at hóast keyp og søla av partabrøvum er nýggjur táttur í Føroyum, so fylgja fólk væl við.
- Tað er rætt, at fleiri hava tann hugburð, at tá partabrævakursirnir hava verið hækkandi seinastu trý árini, so halda teir fram at hækka. Í so máta trúgvi eg, at slík sveiggj hava fingið fólk at vakna við kaldan dreym, og at tey verða meiri tilvitað um tað, tá slíkt hendir, sigur Jan Jakobsen.
Her er sostatt talan um ein lærupening fyri íleggjarar á einum partabrævamarknað, sum tykist hava stabiliserað seg aftur eftir stóru sveiggini í síðstu viku.










