skuldi yvirhálað í mótgangandi rætning var rendur frontalt inn í teirra bil í tí síðuni, har mamman sat, so hon doyði á staðnum. Tann 63 ára gamli, sum var orsøk til vanlukkuna, doyði eisini. Knappliga [...] perspektiv fyri okkum, enn yvirskriftirnar í bløðunum um vanlukkur vanliga hava. Deyði hennara setir djúp spor í lívið hjá øllum rundanum hana út í fleiri lið ? sum ringar í vatninum. Hendingin gerst enn meira [...] fínt frá loft til kjallara. Alt var júst komið uppá pláss. Tey høvdu lagt flisar og hita í gólvini í baðirúmunum. Í garðinum høvdu tey gestahús, havapavillion, ein lítlan svimjihyl, verkstað og fjós. Á stykkinum
undran ella høpisloysi. T.d. er lítið veiggj í orðunum hjá Henry Ford. Bilkongurin hevði sett heimin á hjól og doyði í 1946 sum ein av heimsins mest múgvandi monnum. Í deyðastundini vildi hann tó hava at vita [...] nevniliga í romantikkinum í 1800-talinum. Romantikkurin hálovaði deyðanum, næstan við longsli, og ynskiligt var stutta lívið við stórum kenslum og ikki náddum dreymum. Og til ynskideyðan hoyrdi, at ein í stillum [...] dagin í dag, nú vónirnar meira tykjast horva móti einum skjótum deyða. Tá eru ikki stundir til vøkur orð. Deyðastundin hevur verið hildin at verið sannleikans stund. Tann doyggjandi var í miðjuni í alheiminum
nýrað óvirkið eftir eitt hálvt ár, og babba doyði í 2003. Í 2004 rakti so sama sjúka teg, góði Olaf og um somu tíð misti tú konu tína, Randi. Tit høvdu verið gift í 34 ár. Hvør ein missur, hvør ein sorg! Babba [...] nakað annað.” Og so flentu vit saman. Men hevði eg spurt hann sama spurning í 1996, tá ið bæði nýruni vóru sjúk og babba mátti í dialysu, tá hevði svarið verið eitt rungandi JA! Tað er gott at hava ein [...] Tú komst heim til okkara og hevði áhuga í okkum. Eitt skifti arbeiddi eg á skrivstovuni á Bryggjubakka nakrar tímar um vikuna. Setti mynstringarseðlar inn í mappur og annað, sum tú ikki vildi nýta orku
Tá ið Jørgen-Frantz Jacobsen doyði í mars 1938, bara 37 áragamal, læt hann eft-ir seg handritið til hesa bókina. Undan hesum er Jørgen-Frantz stigin fram fyri danska almenningin sum rithøvundur, skrivaði [...] ferð, so at hann versnaði aftur og legðist í seingina. Urgan er sterk, var hann vanur at siga, men kirkjan tolir hana ikki. Og so hvørt sum hann kom upp í árini, var kirkjan alt verri farin, men urgan [...] hann lógu poetisk brøv og frásagnir í hundraðtali, ofta sum framúrskarandi náttúru- og ferðafrásagnir ella sum livsminni. Skaldsøguna Barbu og harra Pál fór hann undir í 1934. Tá var sjúkan longu komin á
hann var í Gøtu til hann var um 12 ár. Sum eldri greiddi hann frá sínum lívi í sjónvarpinum. “Eg var so heppin,” segði hann, “at eg áttu tríggjar mammur. Eina í Gøtu, eina í Rituvík og eina í Danmark” [...] vanlukkuliga, at Sámal gekk burtur við Verdandi í 1944 og Simona við døtrunum flutti aftur til Gøtu. Simona doyði 90 ára gomul í fjør. Hon varð umrødd í røðini um Tórhall Andreassen, sum var tann seinasti [...] sum lýsir liviumstøðurnar hjá fólki í Føroyum. Pápi Eddu, Edvard Joensen, var av Toftum. Hann giftist fyrst við Elsebeth Mariu. Tey fingu Eddu, men mamman doyði í barsilssong. Edda fór til Gøtu at vera
starvast sum lækni, fyrst í Keypmannahavn, síðani eitt skifti í Føroyum, 1960-63, og síðani í Odense. Hann gjørdist serlækni í »internum medisini«, og í 1970 bleiv hann yvirlækni í Lemvig. Í 1973 flutti Jógvan [...] Sjúkrasystraskúlanum. Í lestrartíðini í Keypmannahavn hitti Jógvan konuna, Lill. Hon var sjúkrasystir, og giftust tey í 1951. Tey fingu fimm børn, Bjørg, Ásu, Frants, Ruth og Andrass. Lill doyði í 1986, 59 ára [...] fingrar«. Í urtagarðinum í Hoyvík hevur hann bæði epli, blommkál, broccoli o. a. m. Í heimbygdini, Fuglafirði, hevur hann bæði seyð og bát. Jógvan hevur gjørt nógv fyri sukursjúkusjúklingar í Føroyum, og
Atli føddur í 1956 búgva í Havnini, Ragnar føddur í 1961 býr í Esbjerg, Elisabeth fødd í 1963 býr í Hoyvík, og Sóley fødd í 1966 býr í Noregi. Abbabørnini eru tólv og langabbabørnini tvey. [...] Hennelina, sum býr í Svínoy, Jóan Jakku, sum býr í Havnini, Jóhannes Alfred og Hans Jacob, sum búgva í Klaksvík, og Anna, sum búði í Norðdepli. Hon doyði fyri nøkrum árum síðani. Elisias bygdi í Lágbø. Men Anna [...] num. Tey í Ovasta húsi vóru musikalsk. Dreingirnir spældu eitt nú á harmoniku, og Jóan Jakku var í mong ár í sangkórinum í Ebenezer. Anna Helena og Jóan Jakku eiga fimm børn - Helgi føddur í 1954 og Atli
tey mitt í sjeyti árunum fluttu til Norðragøtu at búgva. Tey eiga tríggjar synir - Richard, Amaliel, sum býr í Norðragøtu og Súni, sum býr á Argjum. Richard tók studentsprógv í Hoydølum í 1975. Í 1984 leyk [...] síðani í 2000 hevur hann verið hjá Landsapotekaranum . Richard var í mong ár limur í Vísinda siðsemisnevndini, hann hevur verið limur í KT foruminum, sum veitir vinnumálaráðnum ráð, og hann er limur í Gra [...] konuni væl í bókahandlinum LOGOS í J. Nolsøesgøtu, sum hon eigur og rekur. Árini í Keypmannahavn var Richard nógv í Kristnastovu, og síðani tey fluttu til Havnar, hevur hann havt sína dagligu gongd í Ebenezer
50 ár. Tvillingarnir í Hornabø, sum teir eisini vórðu nevndir, búgva báðir uttanlands, Niels Jacob býr í Danmark, meðan Poul býr í Fraklandi. Teir eru bornir í heim 9. august 1956 í Hornabø. Foreldrini [...] Venjingarskúlanum í 1973. Eftir skúlan fóru teir báðir í læru, Niels Jacob fór í læru sum maskinsmiður á Tórshavnar Skipasmiðju, meðan Poul fór í skrivstovulæru hjá P/F Poul Hansen. Í 1978 vórðu teir báðir [...] fekk starv á Føroya Fiskasølu og í 1993 fór hann til Fiskavirking. Í 2000 fór hann til Boulogne í Fraklandi at arbeiða hjá Fiskasøluni. Hann er framvegis í hesum starvi í Fraklandi, men nú arbeiðir hann
avn, har hann doyði miðskeiðis í áttati árunum. Systkini hjá Óla Hans eru Palli (1957) í Skálavík, Katrin (1958) í Skopun, Sunneva (1963) í Kollafirði og Jóan Petur (1967) í Skálavík. Eftir at hann sum [...] Skattstovu Føroya. Á sumri í 2004 og aftur á sumri í 2005 var hann í nakrar mánaðir í Thule og arbeiddi. Óla Hans giftist í 1991 við Charlottu á Váli, sum er ættað úr Klaksvík. Tey búgva í Svanga, har tey eiga [...] búðu fyrst í Æðuvík og seinni í eysturbýnum í Havn. Á faðir síðuni vóru omman og abbin Jóhanna og Palli Olsen ella Palli á Lava, sum hann varð nevndur. Pápin búði nógvu tey seinastu árini í Keypmannahavn