Richard Schwartson 50 ár

Í dag, týsdagin 16. august, verður Richard Schwartson í Havnini 50 ár. Hann er farmaseutur, og hann hevur tey seinastu árini arbeitt hjá landsapotekaranum.

Richard er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Foreldrini eru Noomi og Schwartz Jacobsen. Hon er av Heygum í Klaksvík, og hann úr Norðragøtu. Noomi og Schwartz bygdu miðskeiðis í fimti árunum á Gerðareiði, har tey búðu, inntil tey mitt í sjeyti árunum fluttu til Norðragøtu at búgva. Tey eiga tríggjar synir - Richard, Amaliel, sum býr í Norðragøtu og Súni, sum býr á Argjum.
Richard tók studentsprógv í Hoydølum í 1975. Í 1984 leyk hann prógv frá Farmaseutháskúlanum í Keypmannahavn, og tá flutti familjan til Havnar, har tey bygdu húsini í Lambagerði, sum framvegis eru karmur um gott familjlív og hugnaligt heim við stórum gestablídni.
Richard starvaðist á Tjaldurs Apoteki fram til 1995. Tá fluttu tey til Onglands, og har vóru tey í knappliga tvey ár. Richard arbeiddi sum farmaseutur samstundis, sum hann tók master útbúgving í IT á lærdum háskúla í Milton Keynes, nevndur De Montfond Milton Keynes University.
Í 1998 og 1999 arbeiddi Richard á Heilsumálaráðnum, og síðani í 2000 hevur hann verið hjá Landsapotekaranum .
Richard var í mong ár limur í Vísinda siðsemisnevndini, hann hevur verið limur í KT foruminum, sum veitir vinnumálaráðnum ráð, og hann er limur í Granskingarráðnum.
Richard hevur umsett Fyrstu hjálpar handbókina og eina Smábarnabíbliu, og hann stuðlar konuni væl í bókahandlinum LOGOS í J. Nolsøesgøtu, sum hon eigur og rekur. Árini í Keypmannahavn var Richard nógv í Kristnastovu, og síðani tey fluttu til Havnar, hevur hann havt sína dagligu gongd í Ebenezer, har hann eitt nú hevur verið uppi í barna- og ungdómsarbeiði. Hann er væl belestur, og hann hevur serligan áhuga fyri teimum fundamentalu spurningunum, eitt nú um skapan og menningarlæru. Fleiri ferðir hevur hann luttikið í almenna orðaskiftinum um tílíkar spurningar.
Í barna- og ungdómsárunum hevði Richard góðan hug og gott hegni til ítrótt. Hann spældi við KÍ, og í 1975 var hann á landsliðnum, sum spældi í Íslandi.
Richard giftist í 1977 við Onnu, fødd Kjærbo og ættað úr Havnini. Tey eiga tríggjar døtrar - Noomi fødd 1982, Judith fødd 1984 og Maria fødd 1988. Í 1978 fingu Anna og Richard ein son, sum æt Osbjørn. Hann livdi í trettan mánaðir, áðrenn hann doyði av sjúku.
50 ára føðingardagurin verður hildin í Róðrarneystinum á Argjum, har tað í annað kvøld - mikukvøldið 17. august - verður opið hús frá klokkan 18.