Tað tykist, sum er hetta við kendum orðum á deyðastrá, eitt sera ivasamt tekstaslag. Longu við Jesusi á krossinum hoyra vit kend orð á deyðastund: Guð mín, hví fórt tú frá mær?.
Tó vísir tað seg, at dømini eru mong, sum benda á, at ein ikki altíð skal gloypa teim mongu søgunum beinanvegin um klók og kend orð á deyðastrá.
Augustus keisari segði sína síðstu stund: Havi eg leikt mín leiklut væl, klappið so, nú skemtileikurin er komin at enda. Og keisarligi starvfelagi hansara segði: Et tu, Brute. Eisini tú, sonur mín Brutus. Hetta hendi, tá hann datt um á senatstrappunum eftir álop á hann. Hesi síðstu orðini eru røtt ? á pappírinum - tí tey eru sett saman av Shakespeare til leikin Julius Cæsar.
Ynskideyðin
Rómversku keisararnir gingu á jørð fyri 2000 árum síðani, men "kend orð á deyðastrá" eru sum tekstaslag íkomin nógv seinni, nevniliga í romantikkinum í 1800-talinum.
Romantikkurin hálovaði deyðanum, næstan við longsli, og ynskiligt var stutta lívið við stórum kenslum og ikki náddum dreymum. Og til ynskideyðan hoyrdi, at ein í stillum sinni segði lívinum farvæl við røttu orðunum.
Ein av kendu persónunum, ið kom undir tey ungu deyðu, var høvundin John Keats (1795-1821). Hann gjørdist í deyðastund ein myta. Hann lá á sjúkrasong, púra róligur og klárur, eitt ljós, sum slóknaði, uttan at hava virkað fult út og uttan at hava nátt allar dreymar. Sum tað ljós, sum mátti slókna í vindinum, sum tað ljós, sum stóð so fyri, at tað var útsett fyri nógv. Júst so sá romantikkurin lívið.
Vinurin og málarin Joseph Severn málaði Keats á deyðastrá og Keats segði við hann: Tú skal ikki vera bangin.
Myta ella ikki. Hann royndi at troysta vinmannin. Orðini hoyra til í vakrasta endanum av orðum, søgd eru á deyðastrá. Ketas doyði av tuberklum, ofta ein sjúka, ið tók langa tíð og sum møddi hin sjúka til tað síðsta. Upplagt hjá romantikkinum at taka til sín. Hin bleiki og møddi, sum fattur sigur røttu orðini, tá stundin er komin.
Gev mær ein stiga
Romantikkurin hóskar ikki til dagin í dag, nú vónirnar meira tykjast horva móti einum skjótum deyða. Tá eru ikki stundir til vøkur orð.
Deyðastundin hevur verið hildin at verið sannleikans stund. Tann doyggjandi var í miðjuni í alheiminum, alt klárnaði eina skamma stund. Hóast hetta bera mangir setningar, sagdir við deyða, brá av undran ella høpisloysi.
T.d. er lítið veiggj í orðunum hjá Henry Ford. Bilkongurin hevði sett heimin á hjól og doyði í 1946 sum ein av heimsins mest múgvandi monnum. Í deyðastundini vildi hann tó hava at vita prísin á garðinum.
Mong eru dømini. Høvundin Gogol rópti. Skjótt, gev mær ein stiga. U. Grant, generalur fyri norðstatirnar í amerikanska borgarastríðnum, sigst hava sagt: Eg eri eitt sagnorð, ikki eitt persónfornavn. Eitt sagnorð er tað, ið sigur nakað um at vera, at gera ella líða. Tað hóvar mær.
Hóskandi ella ikki, kanska eru orðini søgd. Uppaftur onnur orð hóska næstan ov væl, so ein kann fara at ivast. Deyva tónaskaldið Beethoven skal hava sagt: Í Himni fari eg at hoyra.
Matematikarin Archimedes skal hava sagt: Órógvið ikki mínar sirklar.
Montgomery sigst hava biðið um sum skjótast at fáa fund við Guð, fyri at fáa greiði á, hví slagið við El Alamein kravdi so mong mannalív.
Tapetið ella eg
Tað er oftast so sum so við keldutilfarinum, tá um síðstu orðini ræður. Oftast enda vit í óvissu viðvíkjandi keldunum.
Skjótt gerast søgurnar mytur, søgur, ið ganga frá munni til muns. Ofta er tað so, at tann doyggjandi kundi havt sagt orðini. Og kanska hann hevur sagt tey, men kanska bara ikki á deyðastrá.
Høvundin Oscar Wilde er upphav til mong floygd orð og hann fyllir væl í søvnunum við floygdum orðum.
Hann verður eisini sagdur at hava havt viðmerking um tapetið á gistingarhúskamarinum, har hann andaðist. Honum dámdi ikki tapetið: Eg berjist ein bardaga til deyðan við tapetið. Ein okkara má burtur, tað verður óivað eg.
Her sigst vissa vera fyri, at Wilde hevur sagt orðini, men tó ikki við deyða sín. Men søgurnar fingu vald og fingu síðsa orðið.
At enda talar kvirran
Gertude Stein, høvundi, hevði kring seg bæði Hemingway og Joyce í 1920unum og 1939unum í París.
Hon gjørdist kend fyri orðingina: Glataða ættarliðið. Hon umboðar tey ráðaleysu doyggjandi, men kundi svara fyri seg, tá tað kravdist.
Hvat er svarið, skal hon hava spurt. Tá eingin kundi svara, ljóðaði frá sjúkrasongini: Hvat er so spurningurin?
Kanska eru orðini søgd, men tað verður ikki hildið at vera so. Og um tað var so, at tað enn á døgum var móti at savna saman orð hjá doyggjandi, so høvdu óivað mong fingið orð hongd á seg, sum tey søgdu fyrr í lívinum. Orð, ið hóskaðu til tey.
Franski De Gaulle hevði óivað verið sagdur at hava sagt: Frakland, tað eri eg.
Og Nixon, sum fór frá sum amerikanskur forseti, hevði verið minstur fyri ódeyðilgu orðini: I am not a croock! Eg er ikki nakað bølmenni.
Skal ein leita eftir orðum, sum við vissu eru søgd við endan á lívsleiðini, so er at leita í skaldskapin. Ein doyr ikki í 5. leikparti, letur Ipsen Peer Gynt siga. Kendastu útgangsorðini eru tó orðini, ið Shakespeare leggur Hamlet í munnin: The rest is silence ? at enda talar kvirran.
Og tó fáa søgurnar ofta síðsta orðið.
Kelda: Samvirke,dec 02










