Tvíburar fylla fimmti

Mikudagin 9. august fylla tvíburabrøðurnir Niels Jacob og Poul Klein 50 ár.
Tvillingarnir í Hornabø, sum teir eisini vórðu nevnd­ir, búgva báðir uttan­lands, Niels Jacob býr í Danmark, meðan Poul býr í Fraklandi.
Teir eru bornir í heim 9. august 1956 í Hornabø. Foreldrini eru: Ebba, f. Olsen, av Argjaboga, og Aksel Klein, av Fløtunum á Strondum. Pápin doyði 19. mai 1990, 69 ára gamal, og mamman er í dag 81 ára gomul. Niels Jacob og Poul eiga eina eldri systir, Kathrina, sum býr á Argjum.
Niels Jacob og Poul gingu í barnaskúla í Havn og tóku realprógv á Venj­ingarskúlanum í 1973. Eftir skúlan fóru teir báðir í læru, Niels Jacob fór í læru sum maskinsmiður á Tórshavnar Skipasmiðju, meðan Poul fór í skrivstovulæru hjá P/F Poul Hansen. Í 1978 vórðu teir báðir útlærdir.
Niels Jacob tók maskin­­meistaraprógv á Før­oya Maskin­­skúla í 1980, sigldi síðan hjá Mærsk og tók víðk­aða maskinmeistaraprógvið (sum tað æt tá) í
Keypmannahavn 1984. Eftir tað sigldi hann aftur í nøkur ár. Hann hevur eisini starvast á Amagerværftinum og í Føroyum hjá SEV. Í dag arbeiðir hann inn­an serviceøkið á sjúkra­húsinum í Hillerød.
Eftir at Poul varð útlærdur sum skrivstovumaður, fór hann niður á Niel Brock handilskúlan at lesa og kom síðan heim aftur. Hann arbeiddi á skrivstovuni hjá E. Phil & Søn frá 1984 til 1991, tá hann fekk starv á Føroya Fiskasølu og í 1993 fór hann til Fiskavirking. Í 2000 fór hann til Boulogne í Fraklandi at arbeiða hjá Fiskasøluni. Hann er fram­vegis í hesum starvi í Fraklandi, men nú arbeið­ir hann hjá Føroya Fiska­virking.
Niels Jacob er búsitandi í Hundested. Hann er giftur við Marianne, sum er frá Hundested, og tey eiga døturnar Louise 19 ár og Kristina 16 ár. Poul býr í Boulogne í Fraklandi saman við Sylvie, sum er frá Boulogne, og eiga tey dóttrina Rosu, ið er knapt 3 mánáðar gomul.
Niels Jacob og Poul eru báðir sera ítróttaráhugaðir og fylgja væl við í før­oyskum ítrótti, teir halda við HB og fylgja eisini væl við í kappróðri. Niels Jacob róði fleiri ár í 70-unum við Havnarbátinum.
Hóast teir búgva í hvør sínum landi, eru tað ikki nógvir dagar um árið, teir ikki tosa saman. Eisini eru teir sera raskir at vitja heim.
Tykkum verður ynskt hjarta­liga tillukku við deg­num
·········
v.h.

Kathrina