Jógvan Róin er ættaður úr Fuglafirði. Hann er triður í røðini av átta systkjum, elstur er hann av trimum brøðrum, og fimm vóru systrarnar.
Jógvan er sonur Lutheriu og Jákup Frants Róin.
Jógvan gekk barnaárini í skúla í Fuglafirði. Hann fór til Havnar í preliminerskúla og seinni á studentaskúla, sum var rættuliga sjáldsamt tá á døgum. Hann tók studentsprógv í 1946.
Eftir lokið studentsprógv fór Jógvan Róin til Keypmannahavnar at lesa til lækna, og eftir loknan lestur fór hann at starvast sum lækni, fyrst í Keypmannahavn, síðani eitt skifti í Føroyum, 1960-63, og síðani í Odense.
Hann gjørdist serlækni í »internum medisini«, og í 1970 bleiv hann yvirlækni í Lemvig.
Í 1973 flutti Jógvan Róin heim til Føroya, og hann tók við sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, har hann starvaðist til hann legði frá sær fyri aldur.
Men hóast hann nú er farin átta ár framvið pensjónsaldrinum, so hava øll hesi árini verið boð eftir honum. Hann starvaðist eina tíð í Noreg og Svøríki beint eftir, at hann legði frá sær, men síðani hevur hann fleiri ferðir hjálpt til, bæði á Landssjúkrahúsinum og í Klaksvík, eins og hann eisini í fleiri skiftum hevur undirvíst á Sjúkrasystraskúlanum.
Í lestrartíðini í Keypmannahavn hitti Jógvan konuna, Lill. Hon var sjúkrasystir, og giftust tey í 1951. Tey fingu fimm børn, Bjørg, Ásu, Frants, Ruth og Andrass.
Lill doyði í 1986, 59 ára gomul.
Jógvan Róin gjørdist landskendur í Føroyum, tá hann veturin 1960/61 hevði sendingarnar »læknin hevur orðið« í Útvarpi Føroya. Hesa sendingina hevði hann, til hann fór av landinum aftur í 1963, og hann tók táttin uppaftur, tá hann kom aftur í 1973.
Í Danmark gjørdist hann eisini landskendur, tá hann vísti dirvi eftir eina tokvanlukku á Fyn. Samrøður vóru við hann í fleiri bløðum og sjónvarpi, tí hann hevði gjørt so stóran innsats á vanlukkustaðnum.
Um Jógvan má eisini sigast, at hann hevur »grønar fingrar«. Í urtagarðinum í Hoyvík hevur hann bæði epli, blommkál, broccoli o. a. m. Í heimbygdini, Fuglafirði, hevur hann bæði seyð og bát.
Jógvan hevur gjørt nógv fyri sukursjúkusjúklingar í Føroyum, og hann er framvegis aktivur limur í Diabetisfelagnum.
Í 1986 skipaði hann fyri stórari læknaráðstevnu ? við fleiri hundrað luttakarum ? í Føroyum, tá fremstu serfrøðingar úr øllum heiminum hittust til stevnu í Norðurlandahúsinum.
Jógvan býr saman við Malvinu á Dunga í heiminum í Hoyvík.
Føðingardagin heldur hann saman við familjuni.