Koyrið við skynsemi!

»Mor døde for øjnene af tre børn« stóð at lesa á forsíðuni á Ekstra Bladet leygardagin tann 20. januar, eitt blóðugt vikuskifti, har heili átta fólk lótu lív í ferðsluni her á flatlondum. c

 

klumma

Elin Heinesen

Tað fer ein ylur gjøgnum ein hvørja ferð, ein sær slíkar yvirskriftir. Onkur ilskast kanska inn á myndugleikarnar ? hví gera tey ikki meira fyri at fyribyrgja slíkum vanlukkum! Onnur inn á tey, sum koyra so ørt. Men flestu fólk rista uppgevandi við høvdinum og halda fram við sínum, sum um næstan einki var hent. Tað er so meiningsleyst, tú kennir teg so hjálparleysan, og hvat hevur tað við teg at gera? Soleiðis havi eg eisini ofta havt tað sjálv.

Men hesaferð var tað heilt annaðleiðis at lesa um vanlukkuna, tí nú sipaði yvirskriftin ikki bara til enn eitt tal í ferðsluvanlukkuhagtølunum, men til eitt menniskja, sum stóð mær ? og serliga mínum ? nær. Hetta snúði seg um fyrrverandi konu mann mín, sum púra sakleys fekk ein grumman deyða bert 38 ára gomul. Fimm børn ? tríggjar gentur uppá 8, 9 og 11 ár og tveir dreingir uppá 18 og 19 ár ? mistu harvið mammu sína.

Vanlukkan fær tí eitt heilt annað meira álvarsligt perspektiv fyri okkum, enn yvirskriftirnar í bløðunum um vanlukkur vanliga hava. Deyði hennara setir djúp spor í lívið hjá øllum rundanum hana út í fleiri lið ? sum ringar í vatninum. Hendingin gerst enn meira óberandi syndarlig, tá ein kennir søguna aftanfyri:

Fríggjadag seinnapart tann 19. februar vóru Anne, sum hon æt, tær tríggjar døturnar hjá henni og nýggi maður hennara á veg úr Lollandi við bilinum hjá teimum heim til okkara við gentunum, sum skuldu vera hjá okkum í vikuskiftinum. Tey vóru akkurát flutt til Lollands bert fýra dagar frammanundan úr Helsingør, har tey, aftaná at hava spart saman í mong ár, høvdu keypt sær dreymahúsini uppá 210 fermetrar, sum tey høvdu innrættað so fínt frá loft til kjallara. Alt var júst komið uppá pláss. Tey høvdu lagt flisar og hita í gólvini í baðirúmunum. Í garðinum høvdu tey gestahús, havapavillion, ein lítlan svimjihyl, verkstað og fjós. Á stykkinum uttanum ? 16.000 fermetrar ? skuldu tey hava hestar gangandi og høvdu sama dag verið úti og keypt ríðiklæðir og ? stilvar til øll. Dagin eftir var ætlanin, at tey skuldu eftir einum lítlum hvølpi til genturnar. Hundakurv og hundamatur stóu klár í køkinum. Maðurin skuldi byrja í nýggjum starvið í Nakskov Politi fáar dagar seinni. Nú vóru tey á veg til Helsingør, har tey skuldu lata lykilin til teirra gomlu hús til nýggju eigararnar, fyri so at fara heimaftur til Lollands og njóta útlitini fyri nýggja lívi teirra.

Heima hjá okkum vóru vit farin at stúra fyri, um okkurt var hent, tí tveir og ein hálvur tími gingu, aftaná tey skuldu havt verið har. So bankar uppá, men ístaðin fyri genturnar standa tríggir politistar í hurðini og síggja ógvuliga álvarsligir út. Teir bóðu um at koma innum, har vit øll kundu sita niðri. Tað sortnaði fyri okkum... Maður mín fekk stamað, um nakað var hent við gentunum, og teir søgdu, at genturnar høvdu tað eftir umstøðunum gott, men at ein kvinna, sum teir meintu var mamman, var deyð av vanlukkuni! Ein bilur sum skuldi yvirhálað í mótgangandi rætning var rendur frontalt inn í teirra bil í tí síðuni, har mamman sat, so hon doyði á staðnum. Tann 63 ára gamli, sum var orsøk til vanlukkuna, doyði eisini.

Knappliga er alt umskift. Eitt pinkalítið sekund ger allan munin. Tankarnir flúgva gjøgnum høvdið: Vóru tey bara farin fimm minuttir fyrr ? ella seinni ? heimanífrá, so hevði kanska einki hent! Men nú vildi tilvildin, at júst tey skuldu gerast offur. Anne er burtur og við henni fór so ómetaliga nógv í knús ? bara tí ein púra fremmandur maður tekur eina lagnutunga avgerð um at gera eina hættisliga yvirháling! Tað er slettis ikki til at skilja.

Vit koyrdu straks til Nykøbing Falster sjúkrahús. Har var ein ræðuligur standur. Sjokk, grátur og djúp sorg. Tann elsta gentan, sum eins og mamman mátti skerast úr bilvrakinum, hevði fingið skurðir í andlitið og hevði sligið eina framtonn úr, men tíbetur høvdu genturnar sitið við nøkrum pappeskjum í fanginum í bilinum, so tær hóast alt komu frá tí bert við snuddum og uttan at bróta seg sundur, meðan maðurin kom eitt sindur verri til skaða ? tó ikki álvarsliga. Tey vóru øll útskrivað fýra dagar seinni.

Ringast er sjálvandi sorgin og tann traumatiska upplivingin, sum ongantíð fer heilt burtur.

Húsini mugu seljast. Maðurin hevur mist alt, og skal byrja heilt av nýggjum.

Genturnar eru nú komnar inn til okkara at búgva og eru longu byrjaðar í skúla og á frítíðarheimi, fyri so skjótt sum gjørligt at fáa ein vanligan gerandisdag aftur. Tær hava sjálvar valt, at tað skuldi henda so skjótt. Vit eru aftur farin til arbeiðis og hava tað eftir umstøðunum gott, tí vit hava fingið so góðan stuðul frá øllum síðum ? frá familju, vinum og myndugleikum ? til at skipa fyri øllum tí praktiska, soleiðis at vit hava fingið tíð til at ugga og stuðla genturnar og kunnu byrja okkara nýggja lív so lagaliga sum gjørligt. Nú mugu vit bara royna at koma so væl uppundan, sum til ber. Men eftir situr sorgin og skelkurin djúpt í sálini.

Hetta skal tí vera ein innilig áheitan til øll, sum koyra bil. Hugsið tykkum um og koyrið við størsta skynsemi, so ikki tit gerast orsøk til ein slíkan sorgarleik aftrat!