forstjóri í nýggja tryggingarfelagnum, sum hevur fingið navnið Tryggingarfelagið Føroyar, at vinda nýggja flaggið upp í húnarhátt við nýggja navninum og nýggja búmerkinum hjá nýggja felagnum. Tað er í dag, [...] fiskifør og Føroya Endurtryggingardeild leggja saman, og í hesum sambandi hevur nýggja felagið bjóðað til stórfingnan tíðindafund í morgun, og seinni í dag millum klokkan 16 og 18 verður skipað fyri stórari [...] vita um nú undan samanleggingini, men hetta fáa vit meira at vita um í dag. Men vit kunnu í øllum førum siga, at nýggja tryggingarfelagið í sambandi við dagin fer at lata Føroya fólki eina stórfingna gávu
fyrrapartin í gjár og í gjárkvøldið skuldu venja á vøllinum, har dysturin verður í kvøld, hava fingið boð frá venjaranum um at hvíla nógv, drekka nógv vatn og í so stóran mun, sum tað ber til at halda seg í skugganum [...] fyrrapartin í gjár, men í tað skuldi ikki bera til, tí tá skuldi liðið hjá Haka venja, og tað skiltu føroyingarnir ikki heilt. Vit nevndu í gjár, at um tað skuldi eydnast HB at komið víðari í kappingini [...] at talan er um nakran trupulleika: ? Um HB í kvøld megnar at spæla seg víðari í kappingini, so er talan um ein luksus trupulleika, og eg ivist onga løtu í, at vit saman við øðrum, ið vilja føroyskum fótbólti
galdandi í dag. Í bygdini búgva nú 420, men í 1985 búleikaðust 423 húski í bygdini. Harafturat eru ikki tær heilt stóru útstykkingarnar farnar fram seinastu tíðina. Vestmanna Kommuna heldur seg ikki í verandi [...] Olsen & John Johannessen Í januar 1985 skrivar Sosi-alurin frásøgn úr Vestmanna undir heitinum »Vestmanna í menning«. Greitt verður frá, at stórar úbyggingar eru farnar fram í bygdini. Mill-um annað er [...] at Vestmanna er enn ein bygd í støðugari menning, hóast íløgurnar, framdar verða, ikki eru eins stórar sum í 1985. Í Vestmanna er nærum einki arbeiðsloysi, og trivanaðurin í bygdini tykist vera góður. Fleiri
rundum um okkum, so eru vit í dag eygleiðarar til eitt syndarligt og ólukkuligt kríggj í fyrrverandi Jugoslavia - ein støða, sum kann fáa nýtt lív í kalda kríggið og sum í ringasta føri kann vera spírin [...] sum í hesum døgum fer fram í Serbia og Kosovo. VIT kunnu so bert biðja til, at serbar gevast við fólkamorðinum í Kosovo, og at NATO-lond somuleiðis gevast við sínum álopum. Allar góðar kreftir í heiminum [...] Í skrivandi løtu vita vit ikki, um arbeiðssteðgurin/verkbannið er av. Tað er stórt spell, at stórur partur av landinum skal liggja lamin og vera í óvissuni, nú tá flestu okkara hava brúk fyri hvíld og
einki at ivast í, at teir báðir menninir, sum hósdagin lupu á bláman at bjarga smádreinginum, sum dottin var á sjógv úti á Argjum, bjargaðu lívið hjá honum. Hetta sigur brandmeistarin í Havn, Peter Seloy [...] Tá er sera umráðandi, at fólk duga at geva hjartamassasju - men munurin í hesum føri er kortini tann, at menninir settu egna lív í vága - tað gert tú ikki, tá tú gevur hjartamasasju, leggur Petur Seloy [...] til taks við sjóvarmálan í Tórshavnar kommunum. Brandstøðin hevur ein væl egnaðan bát til endamálið, men hann stendur á einum vogni upp á Brandstøðini, sum liggur oman fyri býin - í gamla grótbrotinum uppi
vandafull rúsevni og ikki bara rúsdrekka orsøk til og partur av harðskapinum! Ætlan okkara í Miðlahúsinum í Vágsbotni er í komandi ári at vera við til at seta sjóneyku og kikara á nøkur av teimum samfelagsmálum [...] in eitt sera viðkomandi mál. Tað fara vit so at taka upp til alment orðaskifti í Miðlahúsinum í næstu framtíð. Sosialurin [...] land at búgva í. Her henda ongin dráp, her er eingin harðskapur. Hendingarnar seinasta vikuskifti siga nakað annað, tó at tær eru ikki nakað heilt nýtt, tí vit eru javnan vitni til harðskap í náttarlívinum
saman við so góðum sjónleikara. Tey vóru í Hoyvíkar skúla í gjár, og í morgun vóru tey í Kvívíkar skúla. Á miðdegi í dag framførdu tey leikin í Miðvágs skúla. Sosialurin var á staðnum, tá ið tey spældu fyri [...] Í dag og í gjár hava C-G Wentzel og Tove Appelgren verið í trimum skúlum og framført leikin Kärlek kärlek! . Tove Appelgren er høvundur at leikinum. Hon er eisini dramaturgur og leikstjóri, og hon er væl [...] væl kend í Finnlandi. Hennara barnabøkur eru týddar til seks mál. C-G Wentzel spælir allar leiklutirnar í leikinum. Sostatt er hetta ein einmansleikur. Hann og Tove hava samstarva fyrr, og Tove sigur,
eitt ellisheim í sunnaru helvt, hevði borgarstjórin í Vági bara heimild at ganga við til ætlanina, um øll oyggin var við í ætlanini. Tað eydnaðist ikki, og hvat val høvdu so borgarstjórarnir í sunnaru helvt [...] savna tær fýra syðru kommunurnar um ætlanina, sum borgarstjórin í Vági upplýsti í Útvarpinum um vikuskifti. Men hetta er ikki fallið í góða jørð í Vági, tí summir vágbingar vilja halda upp á heimildina og seta [...] og røktarheim verður bygt í sunnaru helvt í Suðuroynni. Hví skulu sumbingar heilt norður á Tvøroryi á ellisheim, kunnu vit spyrja. Harafturat kemur so eitt meira natúrligt býti í, hvar almennir stovnar liggja
stig til at fáa til vega javnstøðu í samfelagnum. Flestu fólkaræðilig lond hava út frá hesum sett í gildi lóggávu, sum ásetir ávís minstukrøv til javnstøðu. Eisini vit her í Føroyum hava fingið javnstøðulóg [...] um javnstøðu sostatt skuldu verið í lagi, eru vit fjart frá javnstøðu á politiska økinum. Sum kunnugt sita bert 3 kvinnur á tingi. Eingin kvinna er í landsstýrinum og í bý- og bygdaráðum eru kvinnur eisini [...] hugburðsbroyting í verki. Og tað gerst bert, um fleiri velja kvinnur. Hetta kundi so eisini verið ein av súlunum í Visjón 2015. Latið okkum tí taka dyggiliga undir við hesi góðu javnstøðuvisjón longu í Sjónlei
glóðin kólnað í brunatoftini, so tóku yvirskriftir at birtast í fjølmiðlunum, ið róku framundir, at onkur hevði brent ta gomlu gentukostdeildina. Á portalinum (hesum, sum tíðindablaðið Sosialurin røkir fyri [...] høvdu skrivað, hýsti rektarin ongum iva, hvørki í sál ella hjarta: Onkur hevði brent gentukostdeildina. Við øðrum orðum gekk ein brennivargur leysur í Havn. Tað var hvøkkur við lít. Og eingin uggi var [...] fyrr vikið fyri bólti og poppi í føroyskum fjølmiðlum. Eftir vikuskiftið, og tíbetur, tað veit Guð, er lítið spurt aftur um brennivargin og óvist, um gamla gentukostdeildin í Hoydølum varð brend ella brann